hósdagur 7. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
6
ÓLUVA NATTESTAD
Í januar mánaði tók 27 ára
gamla Heiðrun Petersen av
einum møguleika, sum bert er
fáum tónleikarum unt á teirra
yrkisleið. Ungi violinleikarin
hevur nevniliga fingið fast
pláss sum 1. violinistur í sym
foniorkestrinum Copenhagen
Phil, sum um summarið gongur
undir navninum Tivolis Sym
foniorkester.
– Tílíkir møguleikar stinga seg
sjáldan upp. Tað er langt ímillum,
at nakað pláss verður leyst í
teimum góðu orkestrunum, tí
tey flestu fara ikki frá aftur fyrr
enn á pensjónsaldri. Umframt
at tú verður partur av einum
stórum felagsskapi og sleppur at
vera við til at menna tónleikin í
orkestrinum, so liggur eisini ein
tryggleiki í at hava fast starv, ser
liga sum tónleikari. Hetta starv
ið merkir sostatt sera nógv fyri
meg, sigur Heiðrun Petersen.
Kappingin er hørð
Hon hevur sjálv arbeitt sum
frílansi øll tey árini, hon hevur
verið virkin sum tónleikari. Tað
er strævið til tíðir ikki at vita,
hvussu nógv arbeiði er at fáa,
ella hvussu nógvar pengar koma
inn á lønarkontuna komandi
mánað. Tí er tað at fáa eitt fast
pláss í einum orkestri tað, sum
nógvir klassiskir tónleikarar
stremba eftir, og kappingin er
sera hørð.
Tí er kanska ikki so løgið, at
talan ikki er um vanliga starvs
samrøðu, tá søkjast skal um
pláss í einum symfoniorkestri.
Starvið verður sligið upp sum
ein kapping, sum í roynd og veru
er ein drúgv upptøkuroynd, ið
kann standa á ein heilan dag.
Saman við einum 30 øðrum
vónríkum luttakarum skuldi
Heiðrun sostatt kappast um
eitt av teimum bert fýra opnu
plássunum sum violinleikari í
orkestrinum.
– Eg kom víðari til annað um
far og síðani til finaluna, har vit
vóru fimm eftir. Vit byrjaðu
klokkan átta um morgunin og
fingu endaliga svarið klokkan
níggju um kvøldið. Ein langur
dagur, men eisini rættiliga
hugnaligur dagur, tí eg kendi
meira enn helvtina av luttakar
unum, sum eg havi lisið og spælt
saman við. Tað var ein góður
dagur, men við sera blandaðum
kenslum.
Eitt øðrvísi
symfoniorkestur
Sjálvt um Copenhagen Phil er
eitt symfoniorkestur, eru tað
ikki bara Mozart, Bach og onnur
av foldum farin tónaskøld, sum
eru á konsertskránni. Tað ber
væl til at blanda syntisaisarar
og popptónleik við klassiskum
tónleiki og fáa tað at ganga upp í
eina hægri eind, greiðir Heiðrun
frá.
– Copenhagen Phil er eitt
heldur óvanligt symfoniorkest
ur, sum millum annað sameinir
tað rytmiska og tað klassiska, og
í heila tikið ger nógv ting øðrvísi.
Síðsta mánað var ein framførsla
við elektropopp-bólkinum
When Saints Go Machine,
og tey hava eisini sokallaðar
Open Orchestra konsertir, har
tú sleppur at ganga millum
orkesturleikarnar, meðan teir
spæla, sigur hon og heldur á.
– Eg haldi tað er ótrúliga um
ráðandi, at man roynir at gera
tað meira áhugavert at fara til
tílíkar konsertir. Tá hugsi eg
serliga um fólk, sum vanliga
ikki hoyra klassiskar konsertir.
Tað kann vera ein byrjan hjá
teimum at koma inn til Open
Orchestra ella ein av 60 minutes
konsertunum, har møguleiki er
fyri at hoyra rytmiskar bólk
ar framføra saman við sym
foniorkestri.
Musikkskúlin í Havn
er á høgum støði
Heiðrun byrjaði sum sjey ára
gomul at ganga í tónleikspæli
stovu hjá Sharon Weiss og
Annette Nielsen. Tað var har, at
hon fekk fekk blóð upp á tonna
at spæla violin. Hereftir kom
hon skjótt í kønu tónlistarligu
hendurnar hjá Sámal Petersen,
sum hevur verið virkin í musikk
skúlanum í nógv ár, og hevur
hann verið sum ein mentorur
hjá Heiðrun.
– Sámal dugdi væl at fáa for
eldrini uppí, og hann lærdi pápa
mín at spæla violin, so hann
kundi venja við mær hvønn
dag. Tað var uttan iva hansara
ágrýtni og stuðulin frá mínum
foreldrum, sum hevði avgerandi
týdning fyri, at eg fekk vant og
ment meg sum eg skuldi. Eg
haldi ikki líka nógv foreldur
fáa tikið sær tíð til at gera tað,
sum skal til. Tað er heilt vist at
Musikkskúlin í Havn eigur nógv
í mær.
Um man spyr Heiðrun, so lá
tað tó ikki í kortunum, at hon
skuldi liva av at spæla violin, og
ambitiónirnar vóru nakrar heilt
aðrar at byrja við.
– Eg fór á musikkkonserva
toriið, og so ímyndaði eg mær,
at eg slapp framat at undirvísa í
musikkskúlanum í Havn aftaná.
Hetta var tað, eg kendi til. Tað
var ikki fyrrenn eg seinni byrjaði
at vinna kappingar í Danmark,
at eg fann útav, at tað fór kanska
at bera til at liva av at spæla,
greiðir hon frá.
Í 10 ár gekk Heiðrun til
undirvísing hjá Sámali Petersen,
áðrenn hon sum 17 ára gomul
fór niður á kongaliga musikk
konservatoriið, har hon bleiv
endiliga liðug í fjør. Hóast hon
hevur verið niðri leingi og sæð
eitt sindur av hvørjum, so heldur
hon, at Føroyar eru meir enn væl
við, tá tað kemur til góðsku í tón
leikaundirvísing.
– Vit eiga ein musikkskúla,
sum er á sera, sera høgum
støði. Eg havi vitjað á nógvum
musikkskúlum niðri og havi
verið ovfarin av støðinum nógva
staðni samanborið við tað, eg
kenni heimanífrá. Umframt
sjálvandi teir dugnaligu undir
vísararnir, so haldi eg, at vit hava
eitt serligt umhvørvi í Føroyum,
har vit duga at stuðla uppundir
hvønn annan. Hetta skulu vit
halda á fram við, og tí fegnist eg
serliga um nýggja musikkskúlan
sum skjótt letur upp.
Heiðrun Petersen:
Violinleikarin Heiðrun Petersen er millum fremstu
føroysku tónleikarum vit eiga. Í komandi viku
byrjar hon sum fastur 1. violinistur í viðurkenda
danska symfoniorkestrinum Copenhagen Phil.
Orkesturplássini eru so væl umtókt, at tey
flestu sum fáa møguleikan eru við fyri lívið
PERSÓNSSØGA: Heiðrun Petersen
EITT STARV
FYRI LÍVIÐ
Heiðrun stendur uttast til vinstru