hósdagur 7. februar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
7
Á palli við Eminem
Tað er ikki ein og hvørjum unt at
fáa fast starv í symfoniorkestri,
men Heiðrun er sanniliga ikki
ein óroyndur violinleikari. Hon
hevur leingi spælt við Nordic
String Quartet og eitt tíðar
skeið við DR’s Symfoniorkester.
Í summar spældi hon eisini á
Roskilde Festivalinum á størsta
pallinum, Orange Scene, saman
við kenda amerikanska rappara
num Eminem. Hetta var mest
vitjaða konsertin nakrantíð á
danska tónleikafestivalinum við
fleiri enn 100.000 áskoðarunum.
Eisini hevur Heiðrun spælt fyri
Margretu drotning og Heindrik
ki prinsi, sála, á vínslotti teirra í
Fraklandi.
Spurd hvør mest minnisverda
uppliving hennara á palli hevur
verið, nevnir hon sjálv konsertina
við strúkiljómliðnum Nordic
String Quartet. Seinastu árini
hevur hon gingið í solistflokki
á konservatoriinum við hinum
tónleikarunum í liðnum.
– Hetta hevur verið mín
familja seinastu 10 árini, og
konservatoriið hevur verið mítt
heim, so tað var ein ótrúliga stór
og rørandi uppliving at spæla
debutkonsert saman við teim
um. Tað var ein kensla av eitt
kapittul endaði, samstundis sum
eitt nýtt byrjaði og tað at knapp
liga skula standa púra á egnum
beinum.
Saman við Nordic String
Quartet skal Heiðrun spæla til
minniskonsertina hjá Heind
rikki Prinsi 20. februar í Fredens
borg Slotskirke.
Væntar sær barn í summar
Umframt at Heiðrun er komin
fram til eitt vegamót á yrkisleið
síni, henda eisini onnur ting.
Herfyri var frammi, at
Heiðrun og unnustin, kendi
danski undirhaldarin og tónleik
arin, Sigurd Barrett, høvdu keypt
eini hús í Havn. Harumframt
kunngjørdi parið í fjør summar,
at tey skuldu giftast. Brúdleypið
skuldi eftir ætlan standa 1. juni í
Føroyum, men nú er brúdleypið
útsett av tí, at parið væntar sær
barn júst henda sama dag.
– Vit gleða okkum sera
nógv. Eg sakni Føroyar og vil
gjarna heim oftari og kanska í
longri tíðarskeið viðhvørt.
Tíbetur er Sigurd eisini
sera glaður fyri at
vera í Føroyum, so
vit eru bæði glað
fyri húsakeyp
ið í Havnini og
gleða okkum,
til vit aftur
kunnu fara
heim til Føroy
ar.
OLUVA@SOSIALURIN.FO
Copenhagen Phil varð stovnað í 1843 samstundis sum Tivoli í
Keypmannahavn lat upp. Síðan tá hevur orkestrið spælt í Tivoli
á hvørjum sumri, og restina av árinum verður spælt um alt
Sæland. Í dag hevur orkestrið 70 tónleikarar í føstum starvi.
Umframt Heiðrun Petersen er føroyski bratsjspælarin
Jákup Lützen eisini við í orkestrinum.
Spæliskráin hjá Copenhagen Phil sæst á heimasíðuni
hjá orkestrinum: www.copenhagenphil.dk
Heiðrun Petersen er fødd í 1991 í Havn. Hon hevur gingið til
violin hjá Sámal Petersen í Musikkskúlanum í Tórshavn í 10
ár og bleiv útbúgvin violinleikari á Det Kongelige Danske
Musikkonservatorium í fjør. Heiðrun hevur m. a. spælt við í
DR’s Symfoniorkester, Nordic String Quartet og Copenhagen
Phil, har hon frá næstu viku hevur fast pláss sum 1. violinistur.
Hon og unnustin Sigurd Barrett búgva í Valby í Danmark.
Fakta um Copenhagen Phil:
Fakta um Heiðrun:
Nordic String Quartet. Heiðrun stendur nummar tvey frá høgru
Heiðrun
Petersen