hósdagur 7. februar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
8
TEMA
Veðurlagsbroytingar
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
Í
2009 samtykti Løgtingið
einmælt Veðurlagspolitikk
Føroya við yvirskipaða mál
inum at skerja útlátið av
vakstrarhúsgassum við í minsta
lagi 20 prosentum í 2020 í mun til
útlátið í 2005. Nú er minni enn eitt
ár til 2020, og útlátið av vakstrar
húsgassum er vaksið í so stórum
nøgdum, at tað er púra vónleyst
at røkka hesum málinum. Í 2017
øktist samlaða útlátið við nærum
20 prosentum í mun til árið fyri,
og tað er einki, sum bendir á, at
hesin tendensurin fer at broytast
fyribils.
Tøl fyri 2018 eru ikki liðug
greinað enn, men fyribilstøl vísa,
at útlátið í fjør liggur væl oman
fyri talið í 2017. Sambært Meinhard
Eliasen, sum starvast í orkudeildini
hjá Umhvørvisstovuni, er talan
um ein vøkstur á upp ímóti 10
prosentum.
- Vøksturin er millum annað
orsakað av nógva byggivirksem
inum, sum er í gongd í Føroyum í
løtuni, sigur Meinhard Eliasen og
vísir á, at ein rúgva av brennievni
fer til eitt nú gravimaskinur og
lastbilar í stóru byggiverkætlan
unum kring landið.
Mugu minka um
oljunýtsluna
Størsta avbjóðingin hjá føroying
um at skerja um útlátið av vakstr
arhúsgassum er at minka um
oljunýtsluna. Yvir 90 prosent av
samlaða útlátinum í 2017 stavaði
beinleiðis frá orkunýtsluni í
samfelagnum, og av hesum um
boðaðu fiskiskip heili 42 pro
sent av allari orkunýtsluni,
sambært ársfrágreiðingini hjá
Umhvørvisstovuni.
Meinhard Eliasen vísir á, at tað
er trupult at minka um útlátið frá
fiskiskipum, tí í verandi løtu eru
ongar ítøkiligar alternativar orku
keldur til skip enn olja.
- Tað verður ringt at fáa battarí
ir at rigga í einum fiskiskipi, tí tey
eru ikki nóg stór. Úti í heimi hevur
mann elriknar fergur, men tað eru
ofta fergur, ið sigla ein ógvuliga
stuttan tein. Tað ber ikki til hjá
føroyingum at fara í fiskiskap í
fleiri vikur og dúva upp á battaríir,
sum skulu løðast, sigur Meinhard
Eliasen.
Fleiri el-bilar og
hitapumpir
Umhvørvisstovan lýsir støðuna
í Føroyum rættiliga einfalt: fer
sølan av olju upp, veksur útlátið
av vakstrarhúsgassum – og øvut:
minkar sølan av olju, so minkar
útlátið. Og har eru fleiri ting, sum
vit sum einstaklingar kunnu gera
fyri at minka um útlátið av vakstr
Røkka ikki málinum:
ÚTLÁTIÐ AV
VAKSTRAR
HÚSGASSUM
Í FØROYUM
BARA VEKSUR
Meira enn 90 prosent av føroyska útlátinum
stavar beinleiðis frá orkunýtsluni í samfelagnum,
og fyribilstøl frá í fjør benda á eina øking. Meðan
fiskiskipini eru størsti syndarin, so eru hitapumpur
og el-bilar tvær ítøkiligar loysnir uppá, hvussu
mann sum einstaklingur kann minka um útlátið