Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 9 arhúsgassum og gera mun. Mein­ hard Eliasen sær tað sum eina gongda leið, um fleiri velja at fáa sær hitapumpur. - Við hitapumpum er møguleiki fyri, at mann kann redusera stóra talið. Men tað tekur tíð. Tað eru um­leið 17.000 hús í Føroyum, og av teimum eru tað bert umleið tús­und, sum hava fingið sær hita­pumpu, umframt túsund hús í Tórshavnar kommunu, sum fáa hita frá Fjarhitafelagnum. Tað vil siga, at umleið 15.000 oljufýringar skulu skiftast út, og tað klárar mann ikki eftir einum degi, sigur hann. Óambitiøs mál um el-bilar Í 2017 brúktu Føroyar umleið 33.000 tons av olju í flutningi – altso brennievni til bilar, last­ bil­ar og bussar. Hetta talið hevði ikki verið so stórt, um fleiri valdu umhvørvisvinarligar bilar fram um bensin- og diesel bilar. Sam­ bært Akstovuni eru í dag 37.333 akfør í Føroyum, og av teim­um eru 119 el-rikin. Talið av per­són­ bil­um við el sum drívmegi er 108. Hetta er ein sera lítil partur, og til samanberingar kann sigast, at triði hvør seldi bilur í Noregi í 2018 var el-rikin, upplýsti Ritzau fyrst í ár. - Tað hava ongantíð verið so nógvir bilar pr. høvd í Føroyum sum í dag. Um mann veruliga vildi gjørt okkurt politiskt fyri at basa veð­urlagsbroytingunum, kundi mann eitt nú lagt størri avgjald á brennievni. Mann kundi eisini inn­ført tað, at skrásetingaravgjald á bilum varð tengt at, hvussu nógv bil­ur­in brennir. Hetta eru bara tveir mátar at eggja fólki til at keypa umhvørvisvinarligar bilar, sigur Meinhard Eliasen. Í fleiri av grannalondum okk­ ara hevur mann sett sær mál um at gevast at selja diesel- og ben­ sin bilar í ávikavist 2025 og 2030. Hetta hava nakrir føroyskir polit­ ikarar eisini nevnt, at mann eig­ur at gera í Føroyum, men einki upp­ skot fyriliggur um hetta enn. Ikki nóg gott Hóast fyribilstølini fyri útlátið av vakstrarhúsgassum í fjør benda á eina øking á 8-10 prosent, so eru glottar at hóma í einum brúk­ arabólki. Í 2017 kom nýggj byggi­ reglu­gerð í Føroyum, har krøvini til bjálving av húsum vórðu mun­ andi herd. - Strongu krøvini hava gjørt, at nýggj hús brúka minni í olju, tí hesi eru betur bjálvað í dag enn fyri 30 árum síðani. Oljan til upp­ hit­ing av húsum er tí minkað, men tað er so eisini tað einasta, sum er minkað av útlátinum í fjør. Ein ann­ar týðandi partur av hesum er, at fólk leggja um til hitapumpur, sig­ur Meinhard Eliasen. Men hvussu ber tað til, at Før­ oyar ikki megna at røkka mál­in­ um, sum varð sett í 2009? Tað er tí, at politikararnir ikki hava havt nóg høgar ambitiónir, meinar Mein­hard Eliasen. - Tað er so lætt at siga, at mann vil minka um útlátið uttan at siga, hvussu hetta skal gerast. Tað einasta, mann ítøkiliga hevur gjørt politiskt, er, at mann hevur eggjað fólki at leggja um til hita­ pumpu við MVG afturbering, og at el-bilar eru frítiknir fyri avgjøld. So hevur SEV sjálvandi eisini sett vindmyllur upp, men tað eru longu fýra ár síðan, tann síðsta vind­myllan kom upp. Í løtuni er mann enntá í ferð við at byggja nýtt tungoljuverk inni á Sundi fyri 700 milliónir, sum ikki er í tráð við grønu kósina, vísir Meinhard Elia­sen á. Orkunýtslan í Føroyum: Her sæst hvar orkan í Føroyum stavar frá. Støddin á pílunum lýsir mongdina av hvørjari einstakari orkukeldu, og oljan er umroknað til GWh (gigawatt-tímar). Hetta eru tøl frá 2017, og tilsamans vóru 3395 GWh brúkt í 2017. Tað sæst, at oljan er sera dominerandi í mun til burðardyggu loysnirnar sum við vatn- og vind orkuni. Tilsamans fevnir oljunýtslan um 91 prosent av orkunýtsluni í Føroyum. Av hesum stava góð 48 prosent frá olju, sum verður brúkt á landi. Ein stórur partur av hesum fer upphiting, og eitt annað øki er flutningur, sum er ferðsla við bilum, lastbilum, bussum o.s.fr. Minsti parturin er ídnaðurin. Hini 42 prosentini av samlaðu orkunýtsluni eiga skipini, og her sæst, at nógv tann størsti parturin er oljunýtsla frá fiskiskipum. Her eru útlendsk fiskiskip, sum bunkra í Føroyum, tald við. Myndin illustrerar sera væl, hvussu lítil partur av samlaðu orkunýtsluni kemur frá burðardyggum orkukeldum. Vatn er bara 3,3 prosent, og vindur er 1,8 prosent. Skulu vit minka um útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum, skulu vatn- og vindorka og teir tveir niðastu bólkarnir dominera orkurenslið, meðan nýtlsan av olju (teir reyðligu pílarnir) skal skerjast munandi. Útlátið av vakstrarhúsgassi í Føroyum stavar frá trimum høvuðskeldum: orku, landbúnaði og ídnaðarligum tilgongdum