Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 10 TEMA Veðurlagsbroytingar Leggja trýst á politikararnar - Eg føli, at veðurlagsverkfallið kemur at hava stóra ávirkan á næsta løgtingsval, sigur Hervør Pálsdóttir, stigtakari til veðurlagsverkfallið, sum er hvønn fríggjadag PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO S íðan 14. desember hava um­hvørvisáhugaðir før­ oy­ingar savnast uttan fyri Løgtingið fríggjadagar við vón um at ávirka politkararnar til at taka veðurlagsbroytingarnar meira í álv­ara. Íblásturin til veður­lagsverk­ føll­ini kemur frá 16 ára gomlu Gretu Thunberg úr Svøríki, sum hevur megnað at fingið børn og ung í øllum heiminum at fara í veð­urlagsverkfall hvønn fríggja­ dag. Aftan á hon í tríggjar vikur hevði skulkað úr skúlanum fyri at mótmæla mangl­andi politiska viljanum hjá pol­itik­ar­un­um til at taka veðurlags­broytingarnar í álvara, heitti hon á onnur um at gera tað sama hvønn fríggjadag. Hesa áheitan varnaðist 23 ára gamla Hervør Pálsdóttir á sosialu miðlunum. Hon setti seg í samband við ymsar føroyskar felags­skapir, sum kundu verið áhug­aðir at vera við í einum før­oyskum veðurlagsverkfalli. Tankin bleiv til veruleika, og nú savnast fleiri føroyingar hvønn fríggjadag uttan fyri Løgtingið fyri at leggja trýst á politikararnar, eins og Greta Thunberg og fólk kring allan heimin eisini gera hvønn fríggjadag. - Vit vilja hava, at alt heims­sam­ felagið og politik­ar­arnir inn­síggja, at tað er menn­iskjað, sum hevur skapt veðurlagsbroytingarnar, og tí mugu politikararnir taka drastisk stig fyri at basa teimum. Vit vilja ikki, at politikararnir nú fara at bjóða fimta oljuleit­ ing­arumfar út, men halda, at Føroyar skulu gevast við at hava ein oljudreym. Okkara ynski er, at politikarnir raðfesta grøna orku­ skiftið og gera tað lættari hjá føroyska borgaranum at fáa grøna orku, sigur stigtakarin til veður­ lagsverkfallið, Hervør Pálsdóttir. - Vit leggja í Føroya Náttúru- og Umhvørvis­ felag, Ringrás, Unga Tjóðveldið, Unga­mannafelagið Samband, Sosial­istisk Ung og Reyði Kross­ ur Føroya stuðla veðurlags­verk­ fall­inum. Tá fimta veðurlagsverkfallið var 1. februar, fekk Elsa Berg, fyri­reikari og umboð fyri Ringrás, orðið. Hon legði millum annað dent á, at - Tað hevur týdning at vísa politikarum, at tað eru fólk, sum leggja í veðurlagsbroytingar og taka tað fyri fult. Vit mugu skilja, at granskingin er samd um, at tað eru vit menniskju, sum eru høv­ uðs­orsøkin til veður­lags­broyt­ ing­arnar. Tá vit kunnu vísa pol­ itik­arunum, at tað eru fólk, sum leggja í og krevja broyt­ingar, vóna vit, at teir taka tað til eftir­tekt­ar seinni, tí teir skulu jú blíva vald­ir inn aftur, sigur Elsa Berg. Gevast ikki fyrr enn Løgtingið er skift út Fyrireikararnir til veðurlags­ verk­fallið 1. februar løgdu til­ takið soleiðis til rættis, at tað var samstundis sum árs­ins fyri tingfundur fyri at fanga upp­ merk­semið hjá løgtings­limunum. Summir steðgaðu á eina løtu – summir longri enn aðrir – meðan nakrir gingu beint framvið. Fyrireikararnir vóna at savna fleiri fólk saman til kom­andi veðurlagsverkføll fyri fram­hald­ andi at leggja trýst á. - Hóast vit vóna tað, so vænti eg ikki, at allir politikararnir fara at broyta meining um veð­ urlagsbroytingar, sigur Elsa Berg. Hervør Pálsdóttir ivast ikki í, at nakrir av politikarunum eru posit­ivt innstillaðir uppá veður­ lags­verkfallið. - Men teir vísa tað ikki í verki. Politikarar halda seg gera nógv góð ting við at taka undir við ymsum veðurlags- og grønum sáttmálum. Men tað virkar sum, at teir útseta ítøkiligu tiltøkini fyri sína egnu politisku yrkisleið, sigur hon. Ætlanin er ikki at gevast við verkfallinum, fyrr enn ein reak­ tión frá politikarunum kemur. - Vit fara at standa uttan fyri Løg­tingið hvønn fríggjadag, inntil antin Løgtingið er skift út, ella inntil tinglimirnir taka betri avgerðir, sigur Hervør Pálsdóttir. Hetta kemur at ávirka løgtingsvalið Veðurlagsverkføllini eru ikki bara ætlað til at ávirka politikararnar. Tað er eisini fyri at upplýsa hvønn einstakan um avbjóðingarnar við veðurlagsbroytingunum, so­ leið­is at ein møguligur broyttur hug­burður kann ávirka fólk til at atkvøða grønt til næsta løg­ tingsval. - Vit vilja eisini læra fólk utt­ an fyri løgtingið um veður­lags­ broyt­ingar, soleiðis at tey til kom­andi løgtingsval fara at geva sína atkvøðu til ein politikara, sum tekur veðurlagsbroytingar fyri fult og vil gera okkurt við trupul­leikarnar, sigur Elsa Berg frá Ringrás. Hervør Pálsdóttir vónar, at politikararnir í næsta valskeiði taka krøvini hjá borgarunum til eftirtektar. - Eg føli, at tað, sum vit gera her, kemur at hava stóra ávirk­an á næsta løgtingsval. Veð­ur­lags­ broytingar og grøna orkuskiftið fara vónandi at hava stóran týdn­ing í løgtingsvalinum, sigur Her­vør Pálsdóttir, stigtakarin til veð­urlagsverkføllini. Vilja síggja broytingar: Nógv fólk møttu upp til fyrsta veðurlagsverkfallið 14. desember Hervør Pálsdóttir tók stig til føroyska veðurlagsverkfallið Elsa Berg er limur í Ringrás