Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 11 - Hugaligari at tosa um berghol enn veðurlagið - At tey ungu hava fokus á veðurlagsbroytingar merkir, at tey veruliga hugsa um hvørja planet, tey koma at arva og geva víðari, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, sum stuðlar veðurlagsverkfallinum PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO R eyði Krossur er ein al­ tjóða felagsskapur, sum virk­ar fyri at hjálpa menn­iskjum í neyð utt­ an mun til tjóðarskap, húðarlit ella trúgv. Hóast felagsskapurin er polit­iskt óheftur, so hevur felags­ skap­urin sjónarmið, sum eru til frama fyri teirra hugsjón um at forða fyri menniskjaligari líðing. Í hesum sambandi stuðlar Reyði Krossur Føroya føroysku veð­ur­ lags­verkføllunum á tí grundarlagi, at veðurlagsbroytingar eru orsøk til humaniterar kreppur kring heimin. Formaðurin í Reyða Krossi Føroya, Jóannes Eidesgaard, kallar teirra leiklut fyri ein moralskan stuðul. - Okkara kjarnuøki er at taka hond um humaniterar kreppur, og veðurlagsbroytingar eru jú orsøkin til stórar humaniterar krepp­ur úti í heimi. Tí er tað natúr­ligt, at vit stuðla einum til­ taki, sum gongur upp á at seta pol­itiskt fokus á evnið. Um vit kunnu fáa politikararnar at seta hetta málið á dagsskrá, so vilja vit fegin stuðla tí, sigur Jóannes Eides­gaard. Hugaligari at tosa um berghol Jóannes Eidesgaard, sum er fyrr­ ver­andi løgmaður í Føroyum, vísir á, at spurningurin um veð­ ur­lagsbroytingar fyllir væl meira í politikki í dag, enn tá hann var aktivur í politikki. - Vit mugu viðganga, at veð­ ur­lagsbroytingar ikki hava havt eins stóra politiska raðfesting, sum nógv onnur mál hava havt í føroyskum politikki. Hó­ast mann altíð kann taka veð­ur­ lagsbroytingarnar meira í álv­ara, enn mann higartil hevur gjørt, eru tað ábendingar um, at hugs­ un­arhátturin er broyttur nakað. Mann hevur til dømis sett sær málið, at øll elorka á landi skal koma frá varandi orku í 2030. Tað er eitt ambitiøst mál, men onn­ur lond eru upp aftur meira am­bitiøs enn hetta, sigur Jóannes Eides­ gaard. Fyrrverandi løgmaður Før­oya hevur eitt boð uppá, hví veð­ur­ lags­broytingar ikki hava verið ovast á dagsskránni í føroyskum polit­ikki, og hví so fá tiltøk eru sett í verk. - Tað er kanska hugaligari at tosa um eitt berghol enn at tosa um ambitiøsar umhvørvisætlanir. Í politikki roynir mann ofta at finna tey tingini, sum eru mest appet­itlig fyri veljaran, sigur hann. Tey ungu hugsa um framtíðina Men nýggja bylgjan av um­ hvørvis­áhugaðum ungdómi kann broyta, hvørjar raðfestingar polit­ ik­ararnir velja at gera, væntar Jó­ annes Eidesgaard, sum gleðist um, at tað unga fólkið í størri mun varp­ar ljós á umhvørvið í dag. - Tað eru jú tey ungu, sum arva jørðina og umhvørvið frá okk­um, sum undan eru farin. Tað er gleði­ ligt, at júst tey leggja trýst á fyri at fáa umhvørvisspurningin upp á allar dagsskráir í sambandi við komandi valstríðið, sigur hann og vísir eisini á átøkini hjá ung­ dóm­inum í grannalondunum í sam­bandi við heimsumfatandi veð­urlagsverkfallið. - At tey ungu hava fokus á veð­ur­lagsbroytingar merkir, at tey veruliga hugsa um, hvat tað er fyri ein planet, tey koma at arva og geva víðari. Tey gera sær tank­ar um, um vit sum samfelag veru­liga gera alt tað, vit kunnu, fyri at tryggja, at heimurin verð­ ur í so góðum standi sum gjørligt í framtíðini, sigur Jóannes Eides­ gaard. Næsta løgtingsval Jóannes Eidesgaard lýsir veður­ lags­verkføllini í Føroyum sum eitt frískligt íkast um ein demo­ kratiskan rætt í sam­felagn­um at gera vart við seg framman fyri makt­havarunum. - Hetta ber boð um, at veður­ lags­broytingar fara at vera tiknar í fullum álvara í framtíðini, tí tey ungu koma jú at taka við politisku ábyrgdini tá, sigur hann. Hóast fokusið á veður­lags­ broyt­ingar er vaksandi, væntar hann ikki, at hetta fer at vera mill­ um tey størstu málini til næsta val­stríð. - Tað eru ivaleyst nøkur mál, sum koma at fylla meira enn veð­ ur­lag og umhvørvi. Men tað veldst sjálvandi um, hvussu flokkarnir leggja valstríðið til rættis. Eru tað flokkar, sum satsa uppá at fáa atkvøður frá ungum veljarum, so eiga teir absolutt at raðfesta um­ hvørvið og veðurlagið høgt, sigur Jóannes Eidesgaard. Jóannes Eidesgaard: Hetta ber boð um, at veðurlagsbroytingar fara at verða tiknar í fullum álvara í framtíðini, tí tey ungu koma jú at taka við politisku ábyrgdini tá Jóaness Eidesgaard er formaður í Reyða Krossi Føroya