hósdagur 7. februar 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
12
TEMA
Veðurlagsbroytingar
- Fjølbroyttari elprísir á veg
- Vit hava søkt myndugleikarnar
at fáa góðkent teir prísir, ið
vit hava mælt til, aftaná at
nýggja lógin varð samtykt. Við
lægri elprísum fær brúkarin
eina fíggjarliga orsøk til at
velja grønu loysnirnar. MVG-
frítøkur og onnur átøk, ið
landið frammanundan hevur
gjørt, stuðla eisini uppundir
einum slíkum skifti, sigur
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV,
um hvussu man fær føroyingar
at velja grønar orkuloysnir
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Í
2030
er
málið,
at
elframleiðslan í Føroyum
skal vera ein 100 prosent
grøn. Talan er um eina
framsøkna ætlan, tí havast skal í
huga, at í fjør var einans 49 prosent
av framleiðsluni grøn. Sostatt
skal helmingurin av framleiðsuni
umleggjast til grøna orku næstu
11 árini, um man ynskir at náa
málsetninginum.
Hóast uppgávan tykist stór,
so er Hákun Djurhuus, stjóri í
SEV, bjartskygdur um, at tað fer
at eydnast og vísir á, at man í
summar handaði Sirið Stenberg,
landsstýriskvinnu í heilsu- og
innlendismálum, eina frágreiðing,
ið stingur út í kortið hvussu málið
skal náast.
- Í henni verður ítøkiligt víst
á hvussu vit ætla at útbyggja
fram til 2030. Tað er eitt framstig,
tí vit hava aldrin havt eina so
nágreiniliga koyriætlan áður.
Harumframt eru vit í holt við
at seta vindmátimastrar upp
ymsastaðni kring landið fyri
at gera klárt til fleiri útboð í
framtíðini, upplýsir Hákun
Djurhuus.
Hann vísir eisini á, at 2030
málið er ein verkætlan, ið hevur
vakt ans um allan heim.
- Útlendingar vísa stóran
áhuga fyri tí, ið vit fáast vit her.
Tað er spennandi fyri Føroyar at
vera eitt show case upp á hvussu
hetta letur seg gera. Enn møta vit
fólkum sum tosa um trupulleikar,
trupulleikar, trupulleikar, men vit
eru longu komin har til at vit tosa
loysnir, loysnir, loysnir. Og tað er
stuttligari at tosa um loysnir enn
at tosa um trupulleikar, sigur
hann.
Ymiskir elprísir
Fyri at tryggja eitt orkuskifti frá
olju til grøna orku er neyðugt,
at hugsað verður í tveimum
sporum, metir stjórin í SEV. Tað
eina er at gera sjálva elveitingina
grøna, meðan tað seinna er grønar
loysnir í form av hitapumpum,
fjarhita og elbilum.
- Har skulu nøkur ting henda
á tí økinum. Deils skulu nakrar
útbjóðarar bjóða vøruna fram,
og tað hava vit ikki sum nú er,
og deils skal tað vera soleiðis, at
brúkarin bæði følir seg tryggan og
fær ein fíggjarligan fyrimun av at
velja grønu loysnina, sigur hann.
Stjórin í SEV upplýsir, at felagið
hevur søkt myndugleikarnar um
loyvi at broyta elprísirnar, nú ein
nýggj lóg er samtykt, ið letur upp
fyri ymiskar elprísir.
- Vit hava søkt myndugleikarnar
at fáa góðkent teir prísir, ið vit
hava mælt til, aftaná at nýggja
lógin varð samtykt. Við lægri
elprísum fær brúkarin eina
fíggjarliga orsøk til at velja grønu
loysnirnar. MVG-frítøkur og onnur
átøk, ið landið frammanundan
hevur gjørt, stuðla eisini uppundir
einum slíkum skifti, sigur Hákun
Djurhuus.
Sakna r betri tilboð
Men um føroyingar veruliga skulu
taka grønu orkuna til sín, so metir
stjórin í SEV, at betri tilboð mugu
veitast húskjum kring landið, so
at tað verður ómakaleyst at skifta
yvir til grønar loysnir.
- Til verandi húskir manglar
tað, at tey kunnu fara á eitt
stað og fáa eina heildarloysn í
samband við skiftið til grøna
orku. Tað er so øgiliga fløkt at
vita hvat er skilabest og har skal
góð ráðgeving til, sigur Hákun
Djurhuus og leggur afturat.
- Man skal kunnu fáa
ráðgevingina,
fíggingina,
vøruna, uppsetan og raksturin
á sama stað. Tað skal bera til at
undirskriva ein sáttmála við ein
veitara um, at eg rindi eina ávís
upphædd mánaðarliga næstu 20
árini. Afturfyri syrgir viðkomandi
fyri øllum. Tað hevði gjørt tað
lættari hjá brúkarunum at valt
grønar loysnir. Um man ynskir at
fáa eina broyting skjótt, so er tað
slíkt, ið skal til.
Og sambært Hákuni Djurhuus
eru tey feløgini longu til, ið kunnu
bjóða slíkar heildarloysnir til
kundarnar.
- So hvørt sum samfelagið
verður meira elektrifisera, missa
oljufeløgini tænastuna at selja
gassolju til sethús og stóran
part av bensin og diesel til bilar.
Tá tey missa tær inntøkurnar er
upplagt, at tey fara inn í hetta.
Tey kunnu bjóða bæði elbilar og
hitapumpur til verandi kundar.
Og vit levera gjarna elið og lata
teir fakturera tað. Hetta ber væl
til í verandi skipan. So har hevði
eg ímyndað mær, at vit gjørdu
onkrar rammuavtalur við verandi
orkufelag, sigur hann.
Enn møta vit
fólkum sum tosa
um trupulleikar,
trupulleikar,
trupulleikar,
men vit eru
longu komin har
til at vit tosa
loysnir, loysnir,
loysnir. Og tað
er stuttligari at
tosa um loysnir
enn at tosa um
trupulleikar
Til verandi
húskir manglar
tað, at tey
kunnu fara á eitt
stað og fáa eina
heildarloysn í
samband við
skiftið til grøna
orku. Tað er so
øgiliga fløkt
at vita hvat er
skilabest og
har skal góð
ráðgeving til
Hákun Djurhuus er sannførdur um, at SEV megnar 2030 málið