hósdagur 7. februar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
13
Pengapungurin dregur
meira enn grøni vinkulin
- Fólk vilja gjarna síggja, at tað loysir seg fíggjarliga. Og tá
ávirkar tað eisini, at tey sum selja og skifta gamlar oljufýringar
út, bjóða ótrúliga góð tilboð fyri ikki at missa kundarnar. Tað
sigur seg sjálvt, tað hevði eg nokk eisini gørt um eg var teir. Og
vit síggja, at tann grøni vinkulin vigar eitt sindur hjá summum,
men tað er kortini pengapungurin, sum dregur mest hjá teimum
allar flestu. Tað sigur Kári Mortensen, deildarleiðari í Orka.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
H
óast nógv hevur verið
tosað seinastu árini
um at fáa føroysk
húskir at skifta yvir
til grønar orkuloysnir, so gongur
tað ov seint framá. Tað metir
Kári Mortensen, deildarleiðari
í Orku, ið er ein deild undir
Umhvørvisstovuni, ið saman
við SEV arbeiðir til frama fyri
føroyska orkuskiftinum.
- Tað gongur ikki so ræðuliga
skjótt, men tað gongur rætta
vegin. 350 hús hava fjarhita og
kanska eini 700-800 hava luft/
vatn, so tað eru meira enn eini
1.000 hús í Føroyum, ið hava
hitapumpur. So tað er kortini eitt
sindur, tá hædd verður tikið fyri,
at tað eru 18.000 hús her á landi,
sigur Kári Mortensen.
Tað vil siga, at 18. hvørt hús
í Føroyum brúkar í verandi
løtu eina grøna orkuloysn. Tað
merkir at langt er eftir á mál og
vónar deildarleiðarin í Orku, at
ferð kemur á orkuskiftið, tá SEV
broytir el-prísirnir.
- Vit síggja broytingar, men
viðvíkjandi verandi bygningum,
tykist vera neyðugt við einum
ordans taki fyri at fáa fólk at
skifta. Avbjóðingin er at fáa eldra
ættarliðið at skifta oljufýrarnar
út. Tað verður tørført at fáa tey at
skifta yvir, men snýr tað seg um at
vísa teimum hvussu gott tað loysir
seg fíggjarliga. Tað roknistykkið
sær gott út, serliga nú SEV
arbeiðir við broyta elprísin. Tað
vænti eg kann veruliga seta ferð á
orkuskiftið, sigur Kári Mortensen.
Pengapungurin
Tað er týdningarmikið, at prísirnir
fyri grønu orkuloysnirnar verða
lægri, tí tá alt kemur til stykkis,
so er tað fíggjarliga tað, ið vigar
mest hjá fólki, tá tey skulu velja
eina orkuloysn.
- Fólk vilja gjarna síggja, at
tað loysir seg fíggjarliga. Og tá
ávirkar tað eisini, at tey sum selja
og skifta gamlar oljufýringar út,
bjóða ótrúliga góð tilboð fyri ikki
at missa kundarnar. Tað sigur seg
sjálvt, tað hevði eg nokk eisini
gørt um eg var teir. Og vit síggja,
at tann grøni vinkulin vigar eitt
sindur hjá summum, men tað
er kortini pengapungurin, sum
dregur mest hjá teimum allar
flestu, sigur deildarleiðarin á
Orku.
Tó so heldur hann, at
ein broyting er at hóma í
hugburðinum millum yngra
ættarliðið, har alsamt fleiri velja
grønar orkuloysnir.
- Hjá ungum er tað heilt týðiligt,
at tey velja grønu loysnirnar. So
hóast man tosar um at tvinga fólk
at skifta, so er tað kanska ikki so
neyðugt, tí nógv taka longu tað
valið, sigur hann.
Elbilar
Viðvíkjandi elbilum væntar Kári
Mortensen, at tað ganga ikki meira
enn tvey ár, áðrenn vit síggja eitt
veruligt skifti í Føroyum.
- Í løtuni er tað sum alla
aðrastaðni. Í fyrstani gongur tað
øgiliga seint at fáa fólk at skifta,
hóast ein elbilur ikki er dýrari enn
ein miðal familjubilur. Men sjálvt
um prísurin er kappingarførur
velja fólk tað frá, sigur hann.
Í stóran mun metir hann,
at tað er not in my backyard
hugburðurin, ið ger seg galdandi
her. Tað snýr seg um, at hóast
fólk eru glað fyri, at man byggir
vindmyllur, so vil eingin hava eina
í sínum egna hava. Og í Føroyum
tykist tað í løtuni at vera so, at fólk
eru glað fyri elbilar, men keypa
teir kortini ikki sjálvi.
- Tað síggja vit sjálvt hjá
teimum, ið hugsa grønt til dagligt.
Tá tað kemur til stykkis keypa
tey sær heldur ein bensilbil. Men
eg vænti, at hetta fer brádliga at
skifta. Eins og vit síggja, at ung
fólk eru farin at velja hitapumpur
og bjálva húsini væl, vænti eg at
tey framyvir keypa elbilar, sigur
Kári Mortensen.
- Hjá ungum
er tað heilt
týðiligt, at tey
velja grønu
loysnirnar. So
hóast man tosar
um at tvinga
fólk at skifta, so
er tað kanska
ikki so neyðugt,
tí nógv taka
longu tað valið
- 350 hús hava
fjarhita og
kanska eini
700-800 hava
luft/vatn, so
tað eru meira
enn eini 1.000
hús í Føroyum,
ið hava
hitapumpur. So
tað er kortini
eitt sindur, tá
hædd verður
tikið fyri, at tað
eru 18.000 hús
her á landi