Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 14 TEMA Veðurlagsbroytingar - Vit eru noydd at seta okkum greið mál - Mann tosar um broytingar, men tey tiltøkini, landsstýrið ger, venda ikki gongdini. Vit eru noydd til at seta nógv størri tiltøk í verk, sigur Magni Laksáfoss um manglandi politiska viljan til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO M agni Laksáfoss, utt­ an­flokkating­maður, hevur ofta gjørt vart við avbjóðingarnar við veðurlagsbroytingunum. Hon­um dámar væl málið hjá lands­stýrinum um grøna orku í 2030, men finnst at manglandi initi­ativunum. Hann heldur ikki, at landsstýrið hevur gjørt nóg mikið fyri at minka um útlátið av vakstr­arhúsgassum. - Tey tiltøkini, sum landsstýrið ger, eru so smá, at eg næstan vil kalla tað fluguknepparí. Tey hava onga ávirkan í samlaðu myndini, og tað sær mann eisini aftur á hag­tølunum. Mann tosar um broyt­ingar, men tiltøkini venda ikki gongdini. Vit eru noydd til at seta nógv størri tiltøk í verk, sigur Magni Laksáfoss. Framleiðslan er altavgerandi Magni Laksáfoss meinar, at tað er av alstórum týdningi, at Før­ oy­ar flyta seg frá oljuni og yvir til varandi orkukeldur skjót­ast gjør­ ligt. Hann heldur í hes­um sam­ bandi, at Føroyar eru noydd­ar til at seta greið mál fyri fram­leiðsl­ una av varandi orku. - Næstan øll tiltøkini, sum eru gjørd, hava við nýtsluna at gera. At fokusera upp á el-bilar og hitapumpur er nakað tvætl, tí tað nyttar lítið at gera nakað við brúkarasíðuna. Nú roynir mann at ávirka nýtsluna, og so vónar mann, at framleiðslan kanska fylgir við. Men tað er jú hvar orkan kemur frá, sum hevur týdning. Tað, sum orkan verður brúkt til, hevur minni týdning. Tí eiga vit at hugsa í framleiðsluni, og so mugu vit innrætta restina eftir fram­ leiðsluni. Men núverandi og und­ anfarna landsstýrið hevur ikki megnað at gjørt nakað ítøkiligt við hetta, sigur Magni Laksáfoss. Hetta kunnu vit gera Magni Laksáfoss vónar tí, at Før­ oyar seta sær ítøkilig mál fyri, hvussu nógva grøna framleiðslu Før­oyar vilja hava. - Í Danmark setir mann sær mál fyri, hvussu nógvar vind­ myllu­parkir, mann vil hava upp at standa hvørt ár. Har ger mann eina langtíðarætlan, og so setir mann øki av til tað og bjóðar tað út, soleiðis at aktørar kunnu bjóða inn, vísir hann á. Hann heldur í hesum sambandi, at rætta stigið at taka er at fáa fleiri aktørar inn á banan sum við­spælarar í orkuframleiðsluni. - Í løtuni hava vit bara SEV, og SEV megnar ikki uppgávuna einsa­malt. Vit hava ikki sett okk­ um mál um vindmyllur ella onnur orku­verk, og vit hava ikki lovað øðr­um enn SEV framat, sigur Magni Laksáfoss. Ein møguleiki er at skipa virk­ semið soleiðis, at oljufeløgini sleppa framat, meinar hann. - Oljufeløgini er uppløgd. Við at lata oljufeløgini vera við í føroysku orkuframleiðsluni fara aktørarnir at kappast um kund­ arnar. Kundarnir hugsa al­samt meira í grønum loysnum, og fyri at varðveita kundarnar mugu olju­feløgini skapa nýggjar grøn­ar leistir, og harvið gerast tey grøn­ ari, sigur Magni Laksáfoss. - Flytir seg rætta vegin Hóast avbjóðingarnar eru stór­ar og nógvar, so sær uttan­flokka­ting­ mað­urin positivt uppá framtíðina í politiska landslagnum í sam­ bandi við spurningin um veður­ lags­broytingar. - Eg haldi, at politiska lands­ slagið flytir seg rætta vegin. For­ stáð­ilsið er við at breiða seg, og fólk eru við at blíva greið yvir, at okkurt má henda nú. Bæði í sam­ gongu og andstøðu hoyri eg fólk tosa um, at Føroyar mugu broyta leist­in, tí vit ikki røkka málinum nú, sigur Magni Laksáfoss. Magni Laksáfoss: Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, heldur, at Føroyar eiga at fokusera upp á framleiðsluna av varandi orku í staðin fyri nýtsluna av orkuni