Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 15 Danskir borgarar taka veður­ lagsbroytingarnar í egna hond Danskir borgarar vilja hækka ambitiónsstøðið í núverandi danska veðurlagspolitikkinum við einum borgarauppskoti um nýggja veðurlagslóg, sum upp á knappar tvær vikur fekk tær neyðugu 50.000 undirskriftirnar PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO N ú skal eitt uppskot um nýggja umhvørvislóg takast upp í danska Fólkatinginum. Talan er um eitt borgarauppskot, sum 11 umhvørvis- og menningarfeløg hava lagt fram. Tak tók teimum ikki meira enn 13 dagar at fáa tær 50.000 undirskriftirnar, sum eru neyðugar fyri at fáa eitt borgarauppskot á Fólkating. - Veðurlagsbroytingarnar eru ikki longur ein spurningur um fyri ella ímóti, men um neyðuga politiska handling, meðan tað enn er tíð. Heimsins førandi umhvørvisserfrøðingar eru samdir: Tey næstu 5-10 árini eru altavgerandi, um vit skulu forða teimum ringastu avleiðingunum fyri menniskju og náttúru. Soleiðis lýsa stigtakararnir til borgarauppskotið støðuna í heiminum í dag. Tey 11 feløgini vilja við dagførdu veðurlagslógini tryggja, at Danmark tekur aktiv og drastisk stig í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum. Borgarauppskotið eitur “Dansk Klimalov Nu”. Greið mál Uppskotið leggur eitt nú upp til, at Danmark skal átaka sær at seta altjóða veðurlagsmál, sum liva upp til París-sáttmálan um eitt nú at skerja útlátið, so hitin ikki hækkar meira enn 1,5 stig. Máliðg er eisini, at Danmark skal satsa meira uppá menning av grønum loysnum, so Danmark verður drívmegin í altjóða veðurlagspolitikki. Uppskotið vil, at mann í sambandi við nýggj lógaruppskot altíð skal tryggja sær, at atlit verður tikið fyri veðurlagsavleiðingum hjá uppskotinum. At tað hevur gingið so skjótt at fáa tær 50.000 neyðugu undirskriftirnar er eitt prógv um stóran almennan áhuga frá einstaka danska borgaranum fyri grønum broytingum. Fleiri enn 60.000 danir eru offisielt og formelt samdir um, at okkurt má og skal gerast nú fyri at ansa skilabest eftir okkara jørð – og hetta kann sambært teimum bara gerast við at hækka ambitiónsstøðið í núverandi veðurlagspolitikkinum munandi. Ein nýggj demokratisk royndarskipan Eitt borgarauppskot er ein skipan, har danskir borgarar hava møguleika fyri at samla fólksins stuðul til egin uppskot. Um í minsta lagi 50.000 fólk við at­kvøðurætti stuðla uppskot­in­ um, kann uppskotið verða við­ gjørt í Fólkatinginum. Undir­ tøk­an skal koma innan 180 dag­ar. Borgarauppskot kunnu reis­ ast á heimasíðuni Borg­er­for­slag. dk, og tað er eisini her, mann kann stuðla øðrum borgara­ upp­skot­um. Hetta kann eitt nú gerast við at rita inn við NemID. Fleiri av borgara­uppskot­ un­um á Borgerforslag.dk hava verið við til at sett dagsskránna í Dan­mark hetta seinasta árið. Skipanin Borgerforslag.dk sá dagsins ljós 24. januar í fjør við endamálinum at styrkja um demokratiið. Fyribils er tað enn ein royndarskipan, og skip­an­in verður eftirmett í næsta fólka­ tings­valskeiði. Seks prinsippir í uppskotinum Í borgarauppskotinum eru seks prinsippir sett upp, sum uppskotssetararnir ynskja nýggju donsku veðurlagslógina at innihalda. Prinsippini verða útgreinað í uppskotinum, men í høvuðsheitum eru tey hesi: • Danmark skal geva sítt íkast fyri at náa málini í París-sáttmálanum • Har skulu setast 5-ára partsmál minst 15 ár fram • Veðurlagsumhugsni skal integrerast í aðrar politikir • Veðurlagsráðið skal styrkjast og tryggjast óheftni • Danmark skal satsa uppá menning av grønum loysnum • Danmark skal vera drívegin í altjóða veðurlagspolitikki Borgarauppskot: Donsk veðurlagslóg: