hósdagur 7. februar 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
16
- Nú hava
føroyingar
møguleika at
læra eitt sindur
av kinesiskum
- Tað frøðir meg, at føroyingar nú onkursvegna
kunnu síggja Kina við nýggjum eygum, sigur
Feng Dai Jørgensen um nýggju føroyskt/kinesiskt
orðabókina, sum nú er tøk á Sprotanum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
F
ríggjadagin í síðstu viku
kom fyrsta stigið av ein
ari nýggjari føroyskt/
kinesiskt orðabók út.
Orðabókin er nú tøk á Sprotanum
saman við hinum talgildu orða
bókunum, og ætlanin er at halda
fram við at menna orðabøkurnar.
Ritstjórar til føroyskt/kinesiskt
orðabókina eru Jóhanna Magn
usardóttir, Dávid Fossdalsá og
Kimberly Joy.
Nýggja orðabókin varð løgd
fram á Reinsarínum fríggjadagin
1. februar, og sera nógv fólk møttu
upp til tiltakið. Fleiri kinesarar í
Føroyum høvdu leitað sær oman
hendan seinnapartin, og millum
tey uppmøttu vóru tær báðar Feng
Dai Jørgensen og Mei Berthelsen.
- Tað er gleðiligt, at føroyingar
hava tikið stig til hetta, og tað er
ordiliga stuttligt at síggja, at so
nógv fólk møttu upp. At hendan
orðabókin er komin, er áhugavert
fyri okkum. Tað leggur grundarlag
fyri, at føroyingar, sum eru áhug
aðir í Kina og kinesiskum máli,
kunnu fáa ein møguleika at læra
eitt lítið sindur av einfaldum kin
esiskum, sum kann brúkast dag
liga í Kina, siga tær báðar.
Feng Dai Jørgensen vísir á, at
tað er sera ringt at læra seg ordiligt
kinesiskt, um mann ikki býr í Kina
leingi. Til dømis er tað so, at eitt
orð merkir ymiskt, alt eftir hvussu
tað verður úttalað. Eisini broytist
merkingin alt eftir, hvar í einum
setningi orðið stendur – altso
hvussu raðfylgjan er.
- Tað frøðir meg at síggja,
at føroyingar nú onkursvegna
kunnu síggja Kina við øðrum og
nýggjum eygum, tí kanska onkur
fer at læra seg enn meira um Kina
nú, sigur Feng Dai Jørgensen.
Hava lært seg føroyskt
Tær hava báðar búð í Føroyum
í meira enn 10 ár, og tær tosa og
skilja báðar tvær væl føroyskt í
dag. Tær siga, at tær eisini høvdu
kunnað hugsað sær at gjørt okk
urt líknandi, sum eisini kann vera
við til at knýta Føroyar og Kina
meira saman.
Tá Mei Berthelsen flutti til
Føroya í 2007, skilti hon ikki før
oyskt. Men tað gongur væl við tí
føroyska hjá henni í dag.
- Eg gekk á kvøldskúla fyri at
læra meg føroyska málið, sigur
Mei Berthelsen.
Feng flutti til Føroya í 2001, og
tað tók henni ikki langa tíð at læra
føroyskt, tí hon var íðinn eftir at
læra málið.
- Tá eg kom til Føroya var einki
skeið ella nakað líknandi. Eg lærdi
meg sjálv við at lesa Sosialin og
Dimmalætting, og so kannaði eg
orð fyri orð í orðabókini. So lurtaði
eg eftir útvarpinum fyri at vita,
um eg kendi orðini aftur. Eg dugdi
at lesa føroysku bløðini aftaná
tríggjar mánaðir í Føroyum. Men
at tosa er tann ringasti parturin,
sigur Feng Dai Jørgensen, sum
seinni hevur fingið sær privat
lærara fyri at betra enn meira um
tað føroyska.
Feng Dai Jørgensen og Mei Berthelsen uttan fyri Reinsaríið, tá orðabókin varð løgd fram
Orðabókin á Sprotin.fo
Nýggj føroysk/kinesisk
orðabók: