Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 17 - Vit eiga at banna vatni í fløsku - Tað skuldi hvørki verið loyvt at innflutt ella framleitt triviellar vørur, sum hava ein so stóran fjaldan umhvørvisligan kostnað, sigur lívfrøðingurin Sjúrður Hammer, sum hevur fingið boð um eina føroyska fløsku, sum er skolað upp á land í Orknoyggjum PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO L ívfrøðingurin, Sjúrður Hamm­er, hevur fingið eina mynd sendandi frá ein­um orknoyggjabúgva av einari Føroya Bjór vatnfløsku, sum væntandi er skolað upp á land í Orknoyggjum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at líkn­ andi burturkast verður funnið á strend­unum í grannalondunum. Sein­astu árini hevur Sjúrður Hamm­er sæð myndir av plasti frá bæði Føroya Bjór, Vónini og MBM, sum á onkran hátt hevur funnið sín veg til okkara grannalond.   - At fáa slík prei illustrerar nokk­so væl, at trupulleikin við plasti í havinum ikki bara er “hini”, men at vit í lítlu Føroyum eru eisini partur av trupulleikanum, sigur Sjúrður Hammer.    Vil banna vatni í fløsku Sjúrður Hammer heldur tað vera burtur úr vón og viti at brúka plast­fløskur til at selja vatn, sum annars er ókeypis úr krananum. - Eg haldi heilt einfalt, at tað skuldi hvørki verið loyvt at inn­ flutt ella framleitt triviellar vør­ ur, sum hava ein so stóran fjald­an umhvørvisligan kostnað. Sam­ felags­liga avbjóðingin er, at plast er sera bíligt tilfar, og tað stimbrar tí eina ósunnan einnýtismentan í Før­oyum. Men plast er bert bí­ lígt, tí tað er ein hjáúrdráttur úr oljuvinnuni, og tann fulli “um­ hvørvis­kostnaðurin” er slett ikki við í roknistykkinum, sigur Sjúrð­ ur Hammer.  - Tað gevur onga meining Hann vísir á, at tað helst eingin ein­føld loysn er uppá hetta. - Men heilt logiskt kann tað ikki passa, at mann skal innflyta danskt kranavatn til Føroya, ella tappa kranavatn í Føroyum í eina fløsku sum, tó at hon varar í fleiri 100 ár, bara skal halda uppá vatnið í nakrar vikur ella mánaðir. Tað gevur onga meining, sigur Sjúrður Hammer. - Eg haldi tíðin er komin, til at politikarar seta nøkur krøv til mat- og drekkiframleiðarar, og at teir eisini hugsa um langtíðarlagnuna av teirra emballasju og líknandi fyri at taka nøkur stig tann burð­ ar­dygga vegin, sigur Sjúrður Hamm­er. Flóvisligt men gleðiligt  Lívfrøðingurin gleðist um, at fólk gera sær ómak at gera vart við trupulleikan og geva boð frá sær, tá slíkt rekur upp á land.  - Sjálvt um tað onkursvegna kenn­ist flóvisligt at náttúran í øðr­um londum skal plágast av okk­ara yvirflóð, so illustrerar hetta væl, hvussu altjóðakendur trupul­leikin við dálking er. Og tá er tað betur at vita enn ikki at vita. Tað er eisini tí, granskarar arbeiða hart fyri at lýsa útbreiðslu, ferðing og árin av plastdálking í náttúruni. Slíkar anekdotur frá áhugafólki sum í hesum førum kunnu meir enn so geva okkara granskarum nøk­ur nýggj ting at hugsa um, sig­ur Sjúrður Hammer. Lívfrøðingur: Myndina hevur Martin Gray tikið av Føroya Bjór, sum er funnin í Orknoyggjum Sally Huband hevur tikið hesa myndina av einum lepa frá Vónini, sum er komið til Hetlands Sjúrður Hammer (Mynd: Kringvarp Føroya)