hósdagur 7. februar 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. FERBRUAR 2018
SOSIALURIN 13
18
Hóast hann fyllir
80 ár í dag er
dugnaligi hand
verkarin, Petur
Hans Poulsen,
framvegis virkin.
Nýggjasta verk
ætlanin er at høv
uðsumvæla Ki
oskina hjá Astu á
Vaglinum í Havn
Í dag fyllir Petur Hans Poulsen í
Havn 80 ár.
Petur Hans er heimaføddur í
1939. Hann er sonur Guðruna og
Hans Poulsen í Havn.
Guðrun og Hans Poulsen fingu
børnini: Annu, Elsu, Petur Hans og
Ruth.
Guðrun giftist uppaftur, eftir
at Hans sjólæts við Nýggjabergi,
við Erland Poulsen, og fingu tey
sonin Páll. Tey fluttu út í Grið við
Landavegin í 1940.
Sum smádrongur var Petur
Hans nógv í Nólsoy, haðani pápin
var ættaður. Hann spældi hondbólt
við Kyndli í 50'unum og 60'unum,
sum tá var hondbóltsfelagið hjá
Losjuni, og var fyrsti strikuspælrin
hjá Kyndli. Hetta var nýtt og brúkti
hann sína likamliga styrki.
Hann fór í læru á Skipasmiðjuni,
sum skipstimbrari, seinni gjørdist
hann
bedingsmeistari.
Sveina
stykkið var ein stokkur og pullart
ur, sum hann fekk silvur fyri.
Petur Hans giftist Margit, sum
er ættað úr Froðba, men uppvaksin
á Argjum og hjá Magnus Tórsheim.
Tey hittust í 1958 og giftust í
1962. Tá fluttu tey í húsini við
Íslandsvegin, sum Petur Hans
sjálvur bygdi, sama árið.
Petur Hans og Margit fingu
børnini: Ingu, Joan, Hans og Magn
us.
Petur Hans var eisini við 1. lið
num hjá HB sum málmaður og var
við fótbóltslandsliðnum í Hetlandi.
Tórshavnar Skipasmiðja hevur
verið arbeiðspláss hansara í ein
mansaldur, og umframt tað hevur
hann eisini verið kavari. Og sum
kavari hevur hann verið við til at
bygt kaiir kring landið úr Sumba
norður til Klaksvíkar. Hann tók
kavaraprógv í herinum í 1961.
Petur Hans var sløkkiliðsmaður í
nógv ár og fekk hann heiðursmerki
frá drotningi fyri drúgva tænastu í
sløkkiliðnum.
Sum frítiðarítriv hevur Petur
Hans havt gæs og seyð á trøðni
í Havnardali og á stykkinum á
Tjørnunesi í Nólsoy.
Umborð á Westvard Ho síggjast
spor av óvanliga hegnisligu og ar
beiðssomu hondunum hjá Petur
Hans. Tað næsta, sum havnarfólk
kunnu fegnast um, verður tá hann,
saman við martini Tórgarð, hevur
høvuðsumvælt Kioskina hjá Astu á
Vaglinum, sum ætlandi leturaftur í
apríl.
Petur Hans Poulsen 80 ár
Martin Tórgarð og Petur Hans Poulsen skulu umvæla Kioskina hjá Astu, sum efitr ætlan letur upp – høvuðsumvæld aftur á Vaglinum íapríl
Petur Hans Poulsen evnar til nýggju mastrina til sluppina Westvard Ho
...sum fyri tveimum árum síðani var sett í Westward Ho
Petur Hans Poulsen