hósdagur 7. februar 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
19
Nýggjur skúli skal fáa
starvsfólk til eldraøkið
STARVSFÓLKANEYÐ Heilsuskúlin í Suðuroy nøktar ikki tørvin, sigur
Bergun Kass, forkvinna í eldranevndini í býráðnum í Havn
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað er ein veruleiki, at tað er stórt
trot á starvsfólki í eldraøkinum í
Havn. Og tað er ein veruleiki, vit
noyðast at taka í álvara.
Tað sigur Bergun Kass, býráðs
limur í Havn, og forkvinna í eldra
nevndini hjá Tórshavnar býráð.
Hon vísir á, at í Tórshavnar
Kommunu eru 40 prosent av
starvsfólkunum á eldraøkinum,
ófaklærd, og yvirhøvur er tað
ringt at fáa starvsfólk til økið og
varðveita tey.
Samstundis eru meginparturin
av teimum, sum arbeiða á eldra
økinum í Tórshavnar Kommunu,
eisini yvir 50 ár, ella 60 ár, so teirra
arbeiðslív fer at líða ímóti endan
um.
Sostatt er tað alneyðugt at fáa
fleiri útbúgvin starvsfólk, sigur
Begun Kass.
Hon sigur, at tískil eru tey í
Tórshavnar Býráð farin at hugsa
um, hvussu tað ber til at bøta um
støðuna nú er tað arbeiðið komið
so mikið langt, at tað verður ikki
so leingi, so er tað klárt at leggja
fyri Mentamálaráðið.
Í Tórshavnar býráð hava tey
áður arbeitt við møguleikanum
at fáa Mentamálaráðið at stovna
ein heilsuskúla á meginøkinum,
sum skuldi koma afturat heilsu
skúlanum í Suðuroy.
Tað var fyri tveimum árum síð
ani, og tá var sjónarmiðið í Tórs
havnar Býráð, at tað er ov strævið
hjá næmingum at fara heilt til
Suðuroyar at ganga á Heilsuskúla.
Tey mettu, at hetta er ein
orsøk til, at tað gongur so illa at
fáa faklærd starvsfólk til arbeiða
á eldraøkinum í Havn, og tí vildu
tey hava landsstýrið at seta ein
heilsuskúla á stovn í Havn eisini.
Hava lagt á annan bógv
Ætlanin at fáa ein heilsuskúla í
Havn, vann ikki frama, men í Tórs
havnar býráð, hava tey ikki slept
endanum fyri tað, og nú hava tey
lagt á annain bógv.
Bergun Kass sigur, at tað, tey
nú arbeiða við, er at fáa Menta
málaráðið at skipa eina nýggja
útbúgving, sum burtur av skal
vera fyri fólk, ið skulu arbeiða á
eldraøkinum.
Hon sigur, at tað, tey hugsa
um, er at skipa eina útbúgving, ið
minnir um yrkisútbúgvingar, har
starvsfólk rætt og slætt fara í læru
á einum stovni á eldraøkinum.
Tað merkir, at eldraøkið skal
vera eitt sjálvstøðugt starvsøki,
akkurát, sum tað at vera timbur
maður ella hárfríðkari.
Ætlanin er so, at tey skulu vera
til arbeiðis, og verða á skúla, har
tey eisini fáa løn ímeðan tey ganga
í skúla.
At talan verður um eina sjálv
støðuga útbúgving, kundi eisini
gjørt sítt til at hækka tignina og
virðingina fyri fakið, og sostatt
gera tað meiri lokkandi, heldur
hon
Men tað skal eisini vera ein
fortreyt, at útbúgvingin skal vera
førleikagevandi, soleiðis at út
búgvingin skal telja við, fara tey,
sum taka hana, at lesa víðari til
sjúkrarøktarfrøðing, ella okkurt
annað.
Tað fer at gera tað víðari
útbúgvingina nakað styttri enn
vanligt, leggur hon afturat.
Hana ikki tosað um tað
Men hóast tey áður hava ført fram,
at eftir teirra tykki er ov strævið
hjá nógvum at fara til Suðuroyar
á heilsuskúla, fæst Bergun Kass
ikki at siga, at tey halda, at nýggja
útbúgvingin skal vera í Havn.
– Vit eru als ikki komin hartil, at
vit hava viðgjørt, hvar í landinum,
vit halda, at hendan útbúgvingin
skal vera, sigur hon.
Men hon leggur afturat, at
tað er ein sannroynd, at fleiri av
teimum, sum eru ófaklærd í eldra
røktini, siga, at tað er ein trupul
leiki at fara til Suðuroyar at fara
í skúla, tí tað hevur fíggjarligar
útreiðslur við sær, og er óhøgligt
at ferðast og at hava dupult húsar
hald.
Eina heildarloysn
Men tá ið tosað verður um at gera
størv í eldrarøktini meiri lokkandi,
og at hækka virðingina og tignina
fyri fakinum, hava tey fakfeløg,
sum umboða hesi starvsfólkini,
mangan ført fram, at lønin er alt
ov lág, og arbeiðsumstøðurnar alt
ov vánaligar.
Og tey siga, at tað er ein stór
sorsøk til, at tað gongst so illa at
fáa faklærd starvsfólk.
Eru tað ikki viðurskifti, komm
unurnar sjálvar kunnu gera nakað
við, nú tær hava yvirtikið alla
ábyrgdina av eldraøkinum, spyrja
vit Bergun Kass.
Hon sigur, at hetta eru viður
skifti, tey eisini hava sett kikaran
á í Tórshavnar Kommunu.
Eitt er, talið á Starvsfólki á
hvørjum stovni, men forkvinnan
í eldranevndini sigur, at nú tey
fara at byggja eldrastovnar í Tórs
havnar Kommunu, er ætlanin at
byggja heldur størri stovnar.
Men fyri tað er ikki sagt, at tað
fara at verða kaldir og ópersónligir
stovnar, tí tað veldst um, hvussu
teir verða skipaðir við smærri
heimum í einum størri stovni.
– Eitt, sum ger eldraøkið dýrt
at gera, er, at tað er skipað í nógv
um, smáum sambýlum, og smærri
heimum, tí tað er dýrari at reka
enn tey heim eru, sum eru lut
falsliga størri.
– Men verða stovnarnir størri,
tó at teir verða væl skipaðir í
smærri heim, verður raksturin
lutfalsliga bíligari, uttan at tað
verður kaldari og ópersónligari,
sigur Bergun Kass.
Og hon vónar, at alt hetta
tilsamans, fer at gera, at tað fer at
vera lættari at passa starvsfólka
talið til talið á búfólkum, so at
arbeiðsumstøðurnar verða betri.
Tað er stórt trot á faklærdum starvsfólkum, og ein loysn er at fáa eina útbúgving afturat
Heilsuskúlanum í Suðuroy, heldur Bergun Kass, forkvinna í Eldranevndini í Tórshavnar Býráð
Eldraøkið
skal vera eitt
sjálvstøðugt
starvsøki
Tað verður
ikki so leingi,
so er tað klárt
at leggja fyri
Mentamála
ráðið