Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 20 ÁRNI GREGERSEN S onja Jógvansdóttir er limur í Eysturoyar Tjóð­ veldisfelag, men enn hevur hon ikki fingið lima­skap í tingbólkinum hjá Tjóð­veldi. Tað lág annars í kortunum, at hon skuldi koma uppí ting­bólk­ in, nú hon hevur tikið av­gerð um at fara uppí flokkin, eftir at hava verið leysgangari í Løg­tingi­num síðani september 2015. Men í politikki gongur ikk altíð sum prestur prædikar. So­ leiðis var heldur ikki, tá ið ting­ bólkurin hjá Tjóðveldi skuldi taka støðu til um Sonja Jógvans­ dóttir kann fáa ein sess í ting­ bólkinum hjá Tjóðveldi. Hesum noktaði tingbólkurin fyri. Sonja Jógvansdóttir er tí nú limur í Tjóðveldi, men hon sleppur ikki uppí tingbólkin hjá flokki­num. Lítið av miklum Úeftir royna fólk í Tjóðveldi at siga, at tey onki hava ímóti Sonju Jógvansdóttir, men av prinsipiellum grundum vilja tey ikki hava ein tinglim, sum ikki er valdur á ting fyri Tjóðveldi, inn í tingbólkin. -Nei, hasum verði eg ikki for­ nermað av, sigur Sonja Jógvans­ dóttir. -Hatta er lítið av miklum, tá ið ein sær hvat hendir í poli­ tikki. Eg havi havt eitt gott samstarv við leiðsluna í flokki­ num og eg havi fingið eina heita og góða móttøku í Eystur­oyar Tjóðveldisfelag, so hetta liva vit væl við, sigur Sonja Jógvans­ dóttir. Hon var vald í september 2015 á Javnaðarlistanum. Hon fekk næstflestar at­kvøð­ur – 1021 – men beint eftir at sam­ gongu­skjalið, sum stað­festi sam­gonguna millum Javn­að­ arflokk­in, Tjóðveldi og Fram­ sókn, var undirskrivað, boðaði Sonja Jógvansdóttir frá, at hon meldaði seg úr Javn­að­ar­flokki­ num. Ongantið er heilt komið fram, hví hon gjørdi tað, men mill­um javnaðarfólk verður sagt, at hetta hendi, tí Sonja Jógvans­ dóttir ikki fekk ein lands­stýris­ sess í nýggja landsstýrinum – og helst tí hon ikki fekk júst tann sessin, sum hon sjálv peikaði á. Sonja Jógvansdóttir hevur ongan­tíð váttað, at hetta var or­søkin Síðani tann dagin hevur Sonja Jógvansdóttir virkað sum utanflokka tingkvinna. Tá ið hon tók seg úr Javnaðarflokkinum boðaði hon eisini frá, at sjálvt um hon ikki longur var partur av Javnaðarflokkinum, so fór hon at halda fram at stuðla sam­ gonguni. Tað hevur hon eisini gørt hesi meira enn trý árini og tað hevur hon ongar ætlanir um at broyta. Annan flokk Tað er uppá ávísar mátar eitt saindur einsamalt at vera leys­ gangari í Løgtinginum. Tí hevur leingi verið gitt um, hvønn flokk Sonja Jógvansdóttir fór at hella seg til. Nú er tað so alment, at hon er partur av Tjóðveldi, men hon fekk ikki væntaðu móttøkuna í ting­bólkinum. Leiðslan í Tjóðveldi – og fyrst og fremst Høgni Hoy­dal, for­ maður – vildi, at uttan­flokka­ ting­kvinnan fekk pláss í ting­ bólki­num, men tá ið av­gerð­in skuldi takast, so tapti for­maður­ in saman við nøkrum øðr­um. Tingbólkurin vildi ikki hava fyrr­verandi javnaðarkvinnuna uppí bólkin. Til høvi var grund­ gevingin, at fyri at gerast partur av tingbólkinum, so skal ein hava verið uppstillaður fyri Tjóðveldi og hava vunnið sær sæti á tingi gjøgnum hesa uppstilling. Í politikki er tað eisini so­ leið­is, at tað ræður um at verða aftur­valdur. Kanska er tað eisini ein partur av orsøkini til at tingbólkurin ikki vil geva uttan­flokkatingkvinnuni ein sess í tingbólkinum. Kanska hon tann vegin hevði fingið ein pall at profilera seg á. Høgni Hoydal, formaður, sigur, at hann hevur fulla Partur av Tjóðveldi men slapp ikki upp í tingbólkin Fyrsti leysgangarin hevur valt flokk, men móttøkan í tingbólkinum hjá Tjóðveldi var kaldlig GREINING Sonja Jógvansdóttir slapp ikki upp í Tingbólkin hjá Tjóðveldi, men stillar kortini upp fyri flokkin Kristin Michelsen, uttanflokkatingmaður, hevur sum skilst ikki tikið støðu til um hann stillar upp til komandi løgtingsval