Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 21 virðing fyri tí avgerð, sum tingmanningin tók, men hann váttar samstundis, at grundgevingin ikki áður er brúkt. -Men vit hava alt valskeiðið havt eitt gott samstarv við Sonju Jógvansdóttir. Hon hevur fult og heilt stuðlað samgonguni og eftirfylgjandi hevur hon sagt, at hon tekur undir við øllum teimum grundleggjandi sjónar­ miðum og politiskum málum hjá Tjóðveldi, sigur formaðurin. Nú stendur mestsum fast, at til komandi val stillar Sonja Jógvansdóttir upp fyri Tjóð­ veldi. Tað verður Eysturoyar Tjóð­veldis­felag, sum stillar hana upp. Javnaðarflokkurin Sonja Jógvansdóttir valdi sjálv at fara úr Javnaðarflokkinum dagin eftir at núsitandi sam­ gonga var skipað. Síðani tá er enn av teimum átta valdu tingmonnunum fyri Javnaðarflokkin farin úr flokki­num. Ikki tí hann valdi tað sjálvur, men tí hann er koyrdur úr tingbólkinum og tí hann ikki sleppur at stilla uppaftur fyri flokk­in. Talan er um Kristin Michel­ sen, sum altso eisini er borgar­ stjóri á Tvøroyri. Um hann still­ar uppaftur er óvist enn og um hann ger tað, so fyri hvønn flokk. Sum skilst so hevur hann ikki sjálvur tikið endaliga støðu til um hann stillar uppaftur til kom­andi væl. Triði leysgangarin í Løg­tingi­ num er Magni Laksáfoss. Hann var valdur inn fyri Sam­bands­ flokkin, men hann valdi at fara úr flokkinum, sum eftir hansara tykki er meira konservativur enn liberalur. Heldur ikki Magni Laksáfoss hevur boðað frá um hann fer í onkran annan flokk og heldur ikki um hann stillar upp aftur til komandi val. Sum støðan er nú so er javn­ vágin millum Tjóðveldi og Javn­aðarflokkin skeiklað. Við Sonju Jógvansdóttir hevur Tjóð­veldið átta tingfólk, meðan Javn­aðarflokkurin er farin úr átta niður í seks í hesum valskeiðnum. Hendan broytingin og tann at Rigmor Dam er farin úr landsstýrissessinum við menta­ málum, ger at javnvágin í sam­ gonguni ikki er tann sama, sum eftir valið í 2015. Løgmaður røkir framvegis menta­mál, men hann hevur sagt, at hetta ikki verður í langa tíð. Hann fer at tilnevna eitt nýtt lands­stýrisfólk. Nær tað hendir og hvør flokk­ ur fær sessin er óvist enn, men upp­runaliga lovaði løgmaður Fram­sókn kompensatión fyri, at flokk­urin misti formanssessin í fíggjar­nevndini. Høgni Høydal vildi fegin, at Sonja Jógvansdóttir fekk pláss í tingbólkinum hjá flokkinum Løgmaður umsitir enn mentamál, men hann hevur sagt, at hann fer at tilnevna eitt nýtt landsstýrisfólk Magni Laksáfoss er framvegis leysgangari í tinginum