Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 22 VILMUND JACOBSEN K ommunala Brenni­ støð­in á Hjalla tek­ur ímóti øllum bil­um, sum fara til burtur­ bein­ing­ar í Føroyum, og her fara bil­ar­nir í eina pressu, eftir at ymiskt er tikið úr teimum, og teir eru gjørdir klárir til pressu­ na. Hyggja vit eftir hagtølum hjá Kommunalu Brennistøðini yvir umhvørvisviðgerð av bilum, sum tað verður eitur, síggja vit, at bara í 2018 og 2017 eru fleiri enn 3000 - ella neyvt 3.036 bilar - í hesum tíðarskeiði skrottaðir. Hagtølini yvir umhvørvis­ við­gerð av bilum, sum vit hava fing­ið frá Kommunalu Brenni­ støð­ini, fevna um árini 2007 til og við 2018. Vit plaga at siga, at burturkast til brenningar er eitt gott baro­ metur fyri gongdini í sam­felag­ num, soleiðis at skilja, at tá vit hava góðar tíðir, eru meira burt­ ur­kast, og síðan mink­ar nøgdin aftur, tá ferðin á sam­felags­hjól­ un­um minkar. Hetta sæst eisini týðiliga aftur í talinum av burturbeindum bil­ um. Í talvuni sæst, at talið av burturbeindum bilum í 2007 er 1049, og hetta tal veksur heilt upp í 1527 í 2008. Vit plaga at siga, at í 2008 fór aftur at ganga niður á bakka búskaparliga, og tey næstu árini sæst eisini, at talið av skrott­að­ um bilum minkar rætti­liga nógv. Í 2009 er talið 1282 – ella 245 bil­ar færri enn í árinum fyri. Síðan er minking hvørt ár, til talið av skrottaðum bilum í 2011 er komið heilt niður á 879 – ella heili 648 bilar færri, enn tá talið var størst, nevniliga í 2008. Árini frá 2011 til og við 2015 veks­ur talið av skrottaðum bil­ um aftur, og síðan liggur tað rætti­liga støðugt tey næstu ár­ ini, til talið bæði í 2017 og 2018, sum áður nevnt, liggur oman fyri 1500 um árið. Veksa um brennivirði Tá nógvir bilar koma til skrott­ ing­ar, merkir tað eisini, at talið av dekkum er rættiliga stórt. Hvør bilur, sum kemur á Kom­mu­nalu Brennistøðina, hevur í minsta lagi fýra og í flestu førum fimm dekk. Dekkini verða brend á Hjalla saman við øðrum burturkasti til brenn­ingar og stjórin, John Erik VILMUND JACOBSEN T á bilar verða um­ hvørvis­við­gjørdir til pressuna á Kom­mu­ nalu Brennistøðini á Hjalla, fer hetta fram inni á verk­stað­num, har ymiskt verður tik­ið av og úr bilunum, eitt nú ben­sin, oljur, akkumlatorur og kata­ lysatorur. Stjórin, John Erik Hansen, sigur, at allir katalysatorar verða kliptir av bilunum, tí tað eru onkur metallir í teimum, sum góður prísur fæst fyri. Tað fer heldur eingin bilur í pressuna við akkumlatori í. Hesir verða allir tiknir úr og sendir av landinum í bingjum. - Men, tað ber ikki til at fylla eina bingju bara við akkumlatorum, tí teir viga so nógv. Tí verður vektin í bingjuni til­lagað við øðrum tingum eisini. Stjórin vísir á, at flestu akkumlatorar í dag eru her­me­ tiskt lukkaðir, sum hann tekur til. Hagtølini Í yvirliti fyri árini 2012 til og við 2018, sum vit hava fing­ ið frá Kommunalu Brenni­ støðini, sæst, at nøgdin av akkumlatorum, sum fara av landi­num, liggur millum 30 og 60 tons um árið. Í 2017 og 2018 var talan um ávika­vist 42 og 51 tons. Taka vit 2016 við, var talið hetta árið 60 tons. Sambært yvirlitinum fóru bara 19 tons av akkumlatorum av landinum í 2015, og her heldur stjórin, John Erik Hansen, at bland kanska er komið í onkur tøl hetta árið. Annars vísir yvirlitið, at nøgdin av akkumlatorum í 2012 var 30 tons, 2013 (38), 2014 (52), 2015 (19), 2016 (60), 2017 (42) og í 2018 (51 tons). 1500 BILAR SKROTTAÐIR UM ÁRIÐ Tá nógvir bilar koma til skrottingar, merkir tað eisini, at talið av dekkum er rættiliga stórt, og á Kommunalu Brennistøðini brenna tey nøkur tons av dekkum um árið. – Dekkini veksa eisini um brennivirðið, sigur stjórin, John Erik Hansen Tað ber ikki til at fylla eina bingju bara við akkumlatorum, tí teir viga so nógv. Tí verður vektin í bingjuni tillagað við øðrum tingum eisini 50 tons av akkumlatorum