Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 23 Han­sen, sigur, at dekkini eru góð fyri at fáa brennivirði í ovninum upp – alt eftir, hvat tað annars er, sum brent verður. Hagtølini yvir brend dekk, ár­ini 2013 til og við 2018, vísa, at nøgd­in í tonsum er skiftandi. Hesi árini varð mest brent í 2015, tá tey á Kommunalu Brenni­støðini brendur 190 tons, sum er nógv tað størsta talið hesi árini. Taka vit árini í raðfylgju, eru tøl­ini yvir brend dekk hesi: 2013 (99 tons), 2014 (68), 2015 (190), 2016 (83), 2017 (68) og 2018 (49 tons). - Her er bara talan um brend dekk og ikki tað, sum kemur inn, sigur stjórin, John Erik Hansen. av landinum Inni á verkstaðnum verður bilurin gjørdur klárur til pressuna Árini 2013 til og við 2018 vórðu tilsamans 557 tons av dekkum brend Árini 2017 og 2018 vórðu 3036 bilar skrottaðir í Føroyum VILMUND JACOBSEN K ommunala Brenni­ støðin á Hjalla hevði fýra av­skip­ ingar av jarni í 2018, og talan var um 6.143 tons til­ samans. Bilar eru eisini partur av tí, sum verður skrásett sum jarn. Hinvegin eru jarn og metal hvør sítt, tá metal eitt nú fevnir um koparrør, káplar, alu-felgur, el-motorar, alu­ mini­umsdósir, alu-nummar­ spjøldur, messing og annað. Greiningin millum jarn og kopar merkir eisini, at talan er um fleiri ferðir so stórar nøgdir av jarn sum av metalli. Avskipingarnar Í januar 2018 hevði Kommu­ nala Brennistøðin eina av­ skip­ing av jarni á 1730 tons, sum fór til keyparan, Kvist­ gaard Jern & Metal A/S, Dan­ mark. Eftir avskipingina í januar, vóru tríggjar avskipingar ávika­vist í august, oktober og í desember 2018. Avskipingin í august var á 1230 tons og fór til John Lawrie Group (Skotland), av­skip­ingin í oktober var á 1584 tons og fór Norsk Gjen­ vinning Metall A/S (Noreg) – og avskipingin í desember á 1599 tons fór til Rimeco (Háland). Stjórin á Kommunalu Brenni­støðini, John Erik Han­ sen, sigur, at tær átta miljónir krónurnar, sum tey fingu fyri jarnið, er brutto. - Tað, sum liggur eftir, tá saman­um kemur, veldst eitt sindur um, hvønn flutning vit fáa, leggur hann aftrat. Hyggja vit í hagtølini yvir av­skipingar av jarni árini 2012 til og við 2018, eru tølini hesi: 2012 (2426 tons), 2013 (3167), 2014 (2797), 2015 (4747), 2016 (3759), 2017 (4597) og 2018 (6143 tons). Nógv minni metal Tølini yvir metal kunnu slett ikki samanberast við tølini yvir jarn, tí nøgdirnar av jarni eru fleiri ferðir so stórar. Sambært hagtølum hjá Kommunalu Brennistøðini vóru nøgdirnar av metalli ár­ ini 2012 til og við 2018 hesar: 2012 (58 tons), 2013 (87), 2014 (86), 2015 (106), 2016 (60), 2017 (59) og 2018 (63 tons). Tað tekur tíð, men loysir seg at skilja el- motorar úr eitt nú dustsúgvarum. Fingu átta miljónir burturúr jarni í fjør Nøkur ting geva pengar, tá tey verða avskipað og onnur skal gjaldast fyri