hósdagur 7. februar 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 16
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
F
yri kortum høvdu vit eina
frásøgn um eiðismannin
Poul Carl Poulsen og
hansara sjólív. Tað varð
gjørt í samstarvi við abbason
hansara, Poul Heine Kamban.
Hetta førdi til eitt gevandi sam
band okkara millum, har vit hava
kunnað dugna hvørjum øðrum í
søguskriving. Eitt úrslit er henda
greinin.
Pápi Poul var føroyingur, Hans
Marius Kamban, kallaður Mara.
Poul hevur skrivað søguna hjá
pápanum, sum royndi mangt og
hvat á sjónum. Hann var eisini ein
partur av okkara fiskivinnusøgu,
tá ið føroyskir fiskimenn vóru við
italienskum trolarum í Barents
havinum seinast í 1930-árunum.
Byrjaði við Smirli
Mara var føddur í 1919. Hann var
yngstur av sjey systkjum. Pápin,
Hanus Kamban, var úr Skúvoy, og
mamman, Maria, var av Ziskaætt
ini í Havn. Tey búsettust í Havn.
Í 1935 fór Mara við Smirli sum
messudrongur. Men hetta var
bara innanoyggja sigling, og Mara
vildi uppliva meira enn tað.
Í 1936 fór hann til Grønlands
sum messudrongur við tí stóra
móðurskipinum hjá Christian
Holm Jacobsen, Ananu. Manning
in var ikki færri enn 160. Tá var
hann saman við tí 96 ára gamla
Sverra Mortensen av Argjum.
Teir vóru báðir við, tá ið Anana
seinni fór í farmasigling út í heim.
Søgan um Ananu er fyrr lýst í FF-
blaðnum.
Italia kemur inn í myndina
Sjóhugurin var stórur. Tískil
fór Mara18 ára gamal í 1938
sum messudrongur við einum
italienskum trolara í Barents
havinum.
Hetta er ein partur av føroysk
ari fiskivinnusøgu. Føroyingar
høvdu um hesa tíðina selt saltfisk
til londini við Miðalhavið í mong
ár, eisini til Italia. Teir høvdu síð
an 1910 havt eitt gott samstarv við
Gismondi fyritøkuna, har stjór
in var Ricardo Gismondi. Undir
fyrra heimsbardaga var stígur
komin í samstarvið, men tað
varð tikið upp aftur í 1921, t á ið
fyritøkan keypti 300 tons av salt
fiski úr Føroyum. Fiskurin hevði
góða góðsku, tí var sama nøgd
keypt í 1922. Eftir hetta keypti
Gismondi størri og størri nøgdir
av fiski og í 1936 var nøgdin komin
upp á 7.000 tons.
Trolaraætlanin
Gismondi seldi eisini fisk til
Grikkaland til góðar prísir. Tí
hevði hann eisini áhuga fyri at
víðka samstarvið við føroyingar
til ikki bara at keypa fiskin, men
eisini til at veiða og virka hann.
Gismondi hevði tí ætlanir um
at hava 5-9 trolarar, sum skuldu
hava støð í Havn, har fiskurin
skuldi landast. Sagt varð, at
hesir trolarar skuldu vera væl
útgjørdir og skuldu bara vera
um 13 ára gamlir. Samstundis
bjóðaði fyritøkan sær at flyta
føroyskan saltfisk bíliga til Italia
við italienskum farmaskipum og
at flyta salt bíliga til føroyska
flotan úr Italia. Eisini vildi fyri
tøkan gjalda góða leigu fyri økir
á landi til goymslu av salti og
koli, sum skipini høvdu brúk fyri.
Útgerðarstøðin var ætlað at hava
pláss fyri 2.000 t. av koli og 2.000
t. av salti.
Hvør trolari skuldi hava eina
manning upp á 25 mans. 14 av
teimum skuldu vera føroyingar,
millum hesar skuldu eisini vera
skiparin. Hetta vildi geva nógvum
fiskimonnum arbeiði.
Fyritøkan metti, at hvør trolari
skuldi leggja eftir seg kr. 40.000
í lønum í Føroyum. Hetta var í
eini tíð, tá ið tímalønin var um 50
oyru. Hetta var ein stór upphædd
tá í tíðini.
Stjórin Ricardo Gismondi
kom í 1937 sjálvur til Føroya at
samráðast við føroyingar, sum
mettu at henda ætlan fór at fáa
stóran týdning bæði fyri før
oyska búskapin og fyri tað stóra
arbeiðsloysi, sum var tá í hesi
krepputíð sum var.
Hetta mál varð viðgjørt á løg
tingi, sum einmælt tók undir við
at geva fimm trolarum hetta
loyvi og at heita á danska for
sætismálaráðharran Thorvald
Stauning um at fáa loyvi til at
seta hesa verkætlan í verk við út
gerðarstøð í Føroyum. Poul Nicla
sen, løgtingsmaður og landstings
maður, var millummaður í hesum
samráðingum.
Fakfeløgini á sjógvi og landi
stuðlaðu eisini hesi ætlan, men
reiðarafelagið og táverandi fiska
sølan, Føroya Fiskaexport, mæltu
frá. Víst varð á, at sovæl Ísland
sum Noreg høvdu avvíst ætlan
um sum hesum, sum kundu vera
ein hóttan móti egnari fiskivinnu.
Víst varð eisini á, at tað kundi ikki
vera rætt at læra italienarar at
virka saltfisk. Hetta kundi koma
aftur um aftur hjá okkum við økt
ari kapping frá teimum.
Stauning hugsaði um
fiskastovnarnar
Tað er áhugavert sæð við nútíðar
eygum, at Stauning
vísti á vandan fyri
ovfisking á føroysk
um grunnunum við
øllum hesum trolar
unum.
Men føroyingarnir
svaraðu, at tað skuldi
ikki veiðast undir
Føroyum men undir
Íslandi, Svalbard og
Bjarnoynni.
Men
kortini vildi danska
stjórnin ikki geva
loyvi m.a. vísandi til
politisku støðuna,
har Italia hesa tíðina
var stýrt av fasist
inum Mussolini.
At henda verkætl
an eisini var grundað
á fiskiskap undir Ís
landi var tikið illa
upp í Íslandi, sum
settu seg ímóti ætlanini.
Tað kom tískil einki burtur úr
hesi ætlan við útgerðarstøð í Før
oyum. Í staðin kom henda støð
in at liggja í Petsamo, sum var
ein finskur geiri millum Rusland
og Norður Noreg. Takkað verið
hesum geira høvdu finnar at
gongd til Barentshavið. Russarar
høvdu tó góðan hug á hesum øk
inum, og teir tóku tað eisini í tí
sokallaða vetrarkrígnum við Fin
land nøkur ár seinni.
Mara fær kjans
Men framvegis stóð ætlanin við
at manna hesar trolarar partvíst
við føroyingum. Men hetta kom
ikki at ganga eins og Gismondi
hevði lovað. Tá ið hann ikki kundi
útvega framkomnar trolarar,
leigaði hann nakrar eldri og út
slitnar trolarar úr Onglandi.
Tað var á einum av hesum,
Grand Fleet, at Mara fekk kjans.
Hann var bygdur í 1919 og var 148
nettotons stórur. Hann hevði
annars fiskað undir Eysturgrøn
landi, har hann hevði funnið ein
ókendan banka.
Grand Fleet kom sum tann
fjórði av leigaðu trolarunum til
Havnar 19. apríl 1938, og longu
dagin eftir høvdu 12 føroyingar
fingið kjans. Skipari var Theodor
Samuelsen, seinni kendur sum
Føroyskir fiskimenn hava ongantíð bakkað
fyri at royna nýggjar avbjóðingar. Ein av
teimum var við italienskum trolarum í
Barentshavinum seinast í 1930-árunum.
SIÐSØGA
Fiskivinnusøga:
Marius Kamban. Hann fór í 1938 við italenskum
trolara í Barentshavið. (mynd: Poul Kamban.)
Teir komu inn í Petsamo, som
hevur eina serliga søgu.
FØROYINGAR VIÐ
ITALIENSKUM TROLARUM