Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-07, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 16 25 Komandi partur Komand viku verður fyrsti partur av frásøgn um, hvussu tað var at vera barn hjá Rikku og Victor Danielsen. konga­ligur loðsur. Umframt vóru 10 dekk­arar og Mara, sum var kokka­drongur. Tað gekk skjótt at fáa alla útgerð umborð og longu sama kvøld varð lagt frá landi til Bjarn­oynna. Trolarin svaraði á ongan hátt til til hansara flotta navn.Um­ støð­urnar umborð vóru rætti­liga vána­ligar. Tað vardi ikki leingi til Mara fann útav, at ger­andis­ dag­urin umborð á einum lítlum rustaðaðum trolara á einum stór­ um og køldum havi, var munandi minni spennandi enn at sigla við farma­skipum, har tað javnan var komið inn í spennandi havnir í fremm­andum londum. Tann havnin, teir og hinir trol­ ar­arnir hjá Gismondi komu til við Grand Fleet var serliga Pets­amo. Mara treivst ikki so væl, og hann skrivar tann 5. mai 1938 til systir sína Hjørdis, sum var gift við Hákun Djurhuus, m.a.: Det er ikke meningen, at vi skal hjem før engang i Oktober, men så galt bliver det forhåbentigt ikke. Vi sejler ind til Petsamo med vores last, og en stor båd fra Italien tar så fisken og sejler den til Italien. Kære søster, det er meget kede­ ligt at sejle med sådan en Trawler, men det som nu holde mig oppe er, at jeg fik den glade hilsen fra Fader, at Arne Sørensen (ein kunn­ingi) vil vente paa mig og prøve at skaffe mig hyre, naar jeg komm­er hjem igen. Tað mest spennandi við hes­ um trolarum var, tá ið komið varð í havn, og teir kundu hitta før­oyingar, sum vóru við hinum trol­arunum, sum vóru inni. Tað vóru eisini føroyskir trolarar. Tá kundu teir vitja hvønn annan og frætta tíðindi frá tí posti, menn­ inir fingu. Millum teir landsmenn Mara kom at kenna frá hesi tíðini við Grand Fleet var Albert Sør­en­ sen úr Kaldbak. Teir báðir komu seinni at sigla saman í farma­sigl­ ing til Amerika. Menn rýmdu av Manningin fekk jú løn í mun til veiðuvirðið. Og tá útgerðin og serliga spølini vóru í serliga ring­ um standi, var veiðan har eftir við mistum fiskidøgum og harvið minni inntøku. Heilt galið var tað í august 1938, tá ið ein av hinum trolarunum hjá Gismondi, Enrico Gismondi, kom til Hammerfest og ketilin var fyrigingin. Teir 16 føroyingarnir rýmdu av. Teir vildu ikki avstað aft­ur sum støðan var. Tað hevði fyrr verið galið við ketlinum. Skip­arin, Mortan á Argjum, kravdi, at føroyingarnir fóru um­ borð aftur, men teir noktaðu. Tá ið teir kravdu at verða av­rokn­ að­ir, noktaði skiparin og sigldi trol­aran til Honningsvaag, har myndug­leikarir søgdust at hava lagt hald á trolaran. Tíggju av teimum rýmdu før­ oy­ingunum komu heim við ferða­ mannaskipinum Lyru, og hin­ir fóru við øðrum skipum í Noregi. Mara mátti halda út umborð á Grand Fleet til seinast í árinum. Fyrst var farið frá Svalbard við kós móti Noregi. Haðani var kós­in sett móti Føroyum tann 27. september. Men ferðin heim var long. Veðrið var vánaligt, og skipið var tungt lastað av fiski. Ferð­in til Leith vardi heili 11 sam­ døgur. Áðrenn var føroyska mann­ ing­in sett av í Havn, og italienska flaggið, sum hevði hingið í mastr­ ini allan túrin, varð tikið niður. Tað gekk illa við Grand Fleet. Skipið varð tikið til krígssigling og fekk kanón. Men tað varð seinni søkt av einum týskum kav­báti 35 fjórðingar í útnyrðing av Hebridunum, ein maður lat lív. Jens Pauli á Reyni í Petsamo Tað vóru eisini føroyskir trolarar, sum veiddu í Barentshavinum og sum landaðu til Gismondi í Petsamo. Jens Pauli á Reyni ar­ beiddi í Sjóvinnubankanum og varð í 1939 sendur til Petsamo at kanna viðurskiftini hjá føroysku trol­arunum. Jens Pauli greiddi m.a. frá: Aftaná havi eg mangan hugsað um teir trolaraskiparar, sum mær untist at hitta har uppi, menn sum Dia á Vertshúsinum, Kvívíks Tummas, Mortan í Hvannasundi, Jóannes Árting og aðrir, sum landaðu til hendan italiumannin, sum forrestin beyð mær starv hjá sær í Italia, tó at eg ikki vildi taka av, m.a. tí kríggið nærkaðist. Eg misti bæði pápa og tveir brøður í fyrra krígnum, og vit eldru loyva ikki einum nýggjum kríggi, svaraði Gismondi mær á norskum. Jóannes Árting var giftur við kendu fakfelagskvinnuna Andreu Árting. Hann var tjóðskaparliga sinnaður, og trolarin, hann var skipari á, flaggaði við føroyska flagginum umframt tí italienska. Men kríggið kom nakrar fáar vikur seinni, og tað eydnaðist ikki at fáa allan tann landaða føroyska trolarafiskin umborð á farmaskipið, tí skiparin tordi ikki sigla fullfermdur innanskers í Noregi ella uttanskers í Norð­ ur­atlantshavi. Hetta var sam­ stundis endi á hesum italienska æv­intýrinum. Annars lat Jens Pauli illa at, at tað gekk seint at landa italiensku trolararnar. Frá tí teir komu inn og til teir fóru úr aftur gingu 12- 14 dagar. Jens Pauli segði eisini, at føroysku trolararnir høvdu nógv vakrari fisk enn teir italiensku. Fingu fryst kjøt Tað vil so vera, at tað vildi altíð vera okkurt sum ikki riggaði um­ borð. Í Dagblaðnum í 1938 var greitt frá, at meðan teir lógu á Havni var ein ósemja umborð á Enrico Gismondi. Fyrst fóru teir báðir italiensku kokkarnir í land. Síðan komu tveir føroyingar um­ borð. Teir rýmdu eisini í land. Fyri teir komu tveir aðrir føroyingar við sum kokkar. Umrøddi Albert Sørensen var annar teirra. Spurningurin var um provi­ ant­in umborð á trolaranum. Um­boðsmaðurin, Robert Brockie, skriv­aði eitt aftursvar, har tað vóru kokkarnir, sum høvdu skuld­ina. Teir høvdu bílagt mun­ andi minni proviant, enn Brockie sjálvur hevði biðið um. Annars greiðir hann frá tí provi­anti, sum var umborð. Her var m.a. fryst oksakjøt. Hetta hev­ur verið nokk so framkomið fyri 80 árum síðani. Gismondi mintur Gismondi doyði í 1950. Reiðarin á Tvøroyri, Tummas F. Thomsen, hevði minningarorð um hann í Føroyatíðindi, sum kom út í Suðuroy. Hann segði, at Gis­mondi hevði havt avbera stór­ an týdning fyri Tvøroyri. Hetta varð eisini virðismett, tí fløggini á Tvøroyri fóru í hálva stong, tá ið boðini komu. Gismondi fekk italiumenn eft­ ir nógv stríð at keypa og eta bleyt­ an saltfisk heldur enn grótharðan klippfisk. Eitt skifti keypti hann i fleiri ár alla framleiðsluna av saltfiski hjá føroyingum. Hetta kom ser­ liga væl við undir spanska borg­ ara­krígnum, tá ið eingin fisk­ur kundi sendast tann vegin. Tað áhugaverda er eisini, at deyðs­boð­ ini vóru send til Rudolf Niclasen, ein av oddamonnunum í AT, tann stóra arbeiðarafyritøkan á Tvør­ oyri, og sosialistur um ein háls, með­an Gismondi hevur verið tað mótsatta. Teir høvdu havt gott samstarv og vóru blivnir væl. Mara fór aftaná kríggið sam­an við nógvum øðrum før­oy­ingum á stórhvalaveiðu í Suð­ur­atlants­ hav­inum. Hetta koma vit aftur til seinni. Grand Fleet var ein av teimum heilt gomlu ensku trolarunum. (Myndirnar av Grand Fleet eru frá Great Grimsby Fishing History.) Tað kundi standa nógv á í kulda og ísi. Her er er Grand Fleet yvirísaður. Eldri mynd av manning á Grand Fleet. Spurningurin er, um nakar føroyingur er á myndini.