mánadagur 11. februar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17
TÍÐINDI
Visit Faroe Islands fer at eyðmerkja
gongutúrarnar í fjøllunum betur,
umframt at seta fleiri nýggj
kunningarskelti upp til ferðafólk.
Danjal av Rana
Visit Faroe Islands fer nú und
ir at betra um skeltingina í
Føroyum í samband við ferða
vinnuna.
Alda Egilstrøð Magnussen,
sum er menningarsamskipari
hjá Visit Faroe Islands, sigur,
at tey hava varnast, at tað er
ein stórur tørvur á betri kunn
ing til ferðafólk í Føroyum, og
at hesin tørvurin gerst sera
sjónligur, jú fleiri ferðafólk
vitja.
Visit Faroe Islands fer tí
undir at útvega fleiri skelti og
at endurmynda gomlu kunn
ingarskeltini, sum hava verið.
Nýggj
bygdaskelti
verða
sett upp, sum kunna um, hvat
er at finna og gera í bygdini.
Har er kunning um p-pláss,
vesi og matstovur, umframt at
bygdagøtur og gongutúrar eru
merktir á skeltunum. Harum
framt er ein stutt søgulig lýs
ing av bygdini á føroyskum og
enskum.
Please have virðing
Fyri at lætta um hjá ferða
fólkum og kanska eisini bøta
um viðurskiftini millum ferða
fólk og føroyingar, hevur Visit
Faroe Islands ment 11 boðs
skelti. Fleiri av hesum skeltun
um eru longu sett upp ymsa
staðni í landinum.
Høvuðsboðskapurin á skelt
unum er ein áheitan at vísa
virðing. Respect, stendur við
stórum stavum og síðani ein
áheitan
til
ferðafólk.
Á
onkrum skiltum er ein áheitan
um at ansa sær, um lendið er
vátt, á øðrum ein ávaring um
at ganga longur yvirhøvur.
Eitt skelti minnir fólk á at lata
portur aftur eftir seg, eitt
annað biðjur tey ikki heinta
blómur ella at halda seg til gøt
una, tá tey ganga og aftur eitt,
sum heitir á ferðafólk um at
virða privatlívið hjá teimum,
sum búgva í økinum.
- Skeltini eru ment soleiðis
at tey eru stutt og greið, tey
eru jalig og leggja upp til sam
starv, samtíðis við at tey sam
skifta á ymiskum kunningar
stiðjum – við mynd, yvirskrift,
boðskapur og nærri kunning,
sigur Alda Egilstrøð Magnus
sen.
Í teimum økjum, har okkurt
serligt er at síggja, eru eisini
kunningarskelti í greiða frá. Í
Mykinesi verða tí skelti sett
upp, sum greiða ferðafólkun
um frá um súluna.
Í ávísum støðum verða so
nevnd add-on skelti sett upp.
Um eitt serligt útsýni er, so
verður útsýni eins og sett inn í
eina rammu, og síðani er kunn
ing um staðið skrivað undir
rammuna.
- Slík kunning kann vera við
til at skapa økta virðing fyri
økinum.
Somuleiðis
kann
hetta gera økið meira livandi,
við søgum, ið vit eru stolt av at
fortelja, og sum kanska ikki
eru so eyðsæddar í sær sjálvari.
Eingin avtala við bøndurnar
Ein avbjóðing við ferðavinn
uni í Føroyum hevur verið
gongutúrarnir. Føroyar verður
í stóran mun marknaðarført
sum eitt land, har tú kanst
njóta náttúruna frítt, sum tær
lystir. Hetta hevur elvt til nógv
kjak
og
orðaskifti
millum
bøndur og ferðavinnuna, og
ikki sørt av ørkymlan, tá ferða
fólk ganga seg í óføri í føroysku
fjøllunum.
Enn er eingin semja funnin
PRESTAR SKULU VÍS