Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 TÍÐINDI millum Visit Faroe Islands og Bóndafelagið, Óðalsfelagið og Bún­aðarstovuna, um hvussu ferða­vinnan í haganum skal skip­ast. Visit Faroe Islands hev­ur nú valt at seta sítt álit á, at Føroya Løgting fer at end­ ur­skoða lógarverkið, so tað vænt­andi verður lættari hjá ferðavinnuni at gera semju við bøndurnar, men fleiri bøndur hava longu boðað frá, at tað tykist, sum at Visit Faroe Is­ lands við hesum roynir at renna undan ábyrgd, heldur enn at samráða seg til eina loysn. Í fyrsta umfari fer Visit Faroe Islands tó at gera betri merk­ing fyri, hvar haga­gøt­ur­ n­ar eru. - Við at gera yvirlit yvir øki og tess tilboð, á skeltum við inn­komu til bygdina, ber part­ víst til at stýra ferðafólkunum. Hetta við at vísa á støð har ynskiligt er at tey fara, eitt nú við at vísa á gongu -, varða – og bygdagøtur, sigur Alda Egils­ trøð Magnussen. Við byrjan av gongutúrinum er eitt skelti við tilvísing til gøturnar. Her verður kunnað um torleikastig, longd og ein lýsing av, hvørji atlit mugu takast á túrinum. Verkstaðið Vón ger prestarnar Undir heitinum á hvørjum túri, er annaðhvørt merkt ein røð av pinnum ella ein røð av varðum – hetta sipar til hvussu gøtan er uppmerkt. Er talan um varðagøtu vera prestar sett­ir ímillum varðarnar, um hetta er neyðugt. Hvør túrur hev­ur sín lit. Tað eru starvsfólk á Verkstaðnum Vón, sum hava framleitt prestarnar. - Vit hava soleiðis lagt okk­ um eftir at skapa ein skelta­ leist ið er lættur at finna runt í, og er lættur at kenna aftur. Hesin leistur kann víðari­ menn­ast, soleiðis, at hann sæst aftur í øðrum kunn­ing­ar­ til­farði so sum faldarum, FØ kort­inum, heimasíðu, kunn­ ing­ardiskum o.a. Soleiðis kann tann ferðandi gerast tryggur við kunnigarleistin, og fær møgu­leikan at kenna skeltini – helst áðrenn hann kemur til landið, sigur Alda Egilstrøð Magnus­sen. SA VEG Í FJØLLUNUM