mánadagur 11. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17
TÍÐINDI
Talið á
cruiseskipum
skal avmarkast
Visit Faroe Islands hevur fyrrapartin
lagt fram eina menningarætlan fyri
føroysku ferðavinnuna fram til 2025.
Danjal av Rana
Høvuðsmálini fyri føroysku
ferðavinnuna skulu vera at
náa 1,5 milliardir krónur í
umsetningi innan 2025, at 90
prosent av ferðafólkunum
skulu taka undir við hugtak
inum, at Føroyar eru órørdar
og óspiltar og at 80 prosent
av føroyingum skulu taka
undir við, at ferðavinnan er
jalig fyri Føroyar.
Síðani er menningarætl
anin býtt í fýra hornasteinar.
Fyrsti hornasteinurin er, at
vit skulu fara eftir góðsku
heldur enn nøgd, næsti er at
ferðavinnan skal vera um alt
landið, alt árið, triði horna
steinurin er at skipa fyri før
leikamenning í ferðavinnuni
og tann fjórði at fáa ein
nýggjan lógarkarm fyri ferða
vinnuna.
Jóhan Pauli Helgason, menn
ingarleiðari hjá Visit Faroe
Islands sigur, at Føroyar
hava ikki ráð til hópferða
vinnu, sum vit kanna hana
aðrastaðni frá. Tí er eitt av
tilmælunum hjá Visit Faroe
Islands, at vit skulu avmarka
talið á cruiseskipum, sum
koma til Føroya.
- Hetta tykist kanska sum
ein andsøgn, tí cruisevinnan
er skjótast vaksandi ferða
vinnan í heiminum. Nýggj
skip verða bíløgd alla tíðina,
og tey gerast bara størri og
størri, sigur hann.
Í fjør komu helvtin av øll
um ferðafólkunum, sum vitj
aðu í Føroyum, við cruise
skipunum. Líkt er til, at talið
verður á ferðandi verður væl
hægri í ár, tí 50 prosent fleiri
cruiseskip koma til Føroya í
ár enn í fjør. Í fjør vitjaðu 42
cruiseskip í Føroyum, meðan
64 skip hava bílagt pláss í ár.
- Vit skulu gerast meiri
selektiv um hvørji skip vit
ynskja. Hetta merkir, at vit
skulu seta eitt hámark fyri,
hvussu stór skipini skulu
vera. Afturat tí skulu vit eis
ini áleggja cruiseferðafólk
um at rinda sama ferðafólka
avgjald sum onnur ferðafólk
gera í dag, segði Jóhan Pauli
Helgason í framløgu síni.
- So leingi, sum vit hava rúm fyri fleiri, hví skulu vit peika
ein bólk út og velja tey frá, spyr Magni V. Mouritsen, stjóri í
MB Tours, sum í stóran mun livir av cruiseferðavinnuni.
Danjal av Rana
- VFI royndi at geva eina so
neiliga lýsing av cruisevinnuni
sum gjørligt, fyri at vinna und
irtøku fyri sínum ætlanum um
at avmarka cruisevinnuna í
Føroyum. Cruisevinnan fekk
ein undir vangan frá Visit
Faroe Islands, sigur Magni V.
Mouritsen, stjóri í MB Tours.
MB Tours livir so gott sum
av cruiseferðavinnuni. Fleiri
onnur feløg hava stórar inn
tøkur frá cruisevinnuni aftur
at vanliga virksemi sínum,
men hjá MB Tours er talan utt
an iva um høvuðsvinnuna.
Umframt MB Tours, so eru tað
ein hópur av undirveitarum,
sum vinna pening frá cruise
ferðavinnuni.
Hann sigur, at tey vóru als
ikki fyrireikað upp á hesi tíð
indini.
- Vit hava havt frænir av, at
Visit Faroe Islands ikki hevur
eitt gott eyga til cruiseferða
vinnuna, men eitt sovorðið
slag undir vangan høvdu vit
ikki vænta, sigur Magni V.
Mouritsen.
Hann heldur tað vera sera
merkisvert, at vit nú brádliga
skulu fara at vilja cruiseferða
fólk frá.
- Ferðamannaskip eru kom
in til Føroyar í meir enn 50 ár.
Talið av skipum er hækka lut
víst ígjøgnum árini, og engin
hevur tala orð, sigur hann.
Magni V. Mouritsen heldur,
at
cruiseferðafólkini
hava
verri orð á sær enn gott er, og
vísir á, at eitt slíkt skip leggur
millum 700.000 og eina millión
eftir seg, tá tey vitja í Føroyum.
Hetta er í havnagjaldi, útferðir
og tað, sum tey ferðandi keypa
fyri. Kanningar hjá Tórshavnar
Havn siga, at cruiseferðafólkini
leggja okkurt um 500 krónur
eftir seg hvør.
- Hetta er ikki so heilt galið,
tá einki hotel og ongin flogferð
verður keypt, sigur hann.
Magni V. Mouritsen vísir
eisini á, at hetta er peningur,
sum nógvir undirveitarar fáa
ágóðan av. Millum annað hava
vit í Føroyum hægsta tímaløn
hjá ferðaleiðarum í Evropa, vil
hann vera við.
- Eingin onnur vinna nýtir
so nógvar bussar og ferðaleið
arar sum cruisevinnan. Í 2018
NIÐURGER
CRUISEVIN