Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 Aðalfundur Aðalfundurin hjá arbeiðarafelagnum Lýsing verður, fríggjadagin 1. mars 2019 kl. 18.00 á skrivstovu felagsins Dagsskrá sambært lógum felagsins. Nevndin Sálarfrøðingur við autorisatón frá Dansk Psykolognævn Søkt verður eftir sálarfrøðingi við autorisatón frá Dansk Psykolognævn, at byrja í føstum starvi á Viðgerðarstovninum Frælsi. Talan er um 16 tímars arbeiði vikuliga. Starvsbyrjan er 1. mars, 2019. Starvið fevnir um samtalur við búfólk, og supervisión við starvsfólki. Lønt verður eftir galdandi sáttmála við avvarandi yrkisfelag. Meiri kunning fæst við at venda sær til Árnmar Mellemgaard, dagligan leiðara, á tlf 505206. Umsókn skal sendast á teldupost: arnmar@frelsunarherurin.fo F R E L S U N A R H E R U R I N PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Ole Christian Sigfred Poul Joensen, Oyrarvegur 14, 450 Oyri, føddur tann 17.10.1937, deyður tann 12.12.2018, og fyrr deyða hjúnarfelaga Johild Andrea Petrina Joensen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 404/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 4. februar 2019. TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f 04.08.2009 i likvidation, v/ Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, skrás. nr. 5428, sks. nr. 3-115/2018, verður hildin skiftifundur fríggjadagin tann 15. mars 2019, kl. 10.15, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, har búgvið væntandi verður endað eftir konkurslógarinnar § 143, stk. 1, av tí at peningur ikki er út yvir tað, ið fer til rindan av útreiðslum. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 8. februar 2019 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Cecilia Brockie Dam, fødd tann 6. apríl 1931, deyð tann 12. desember 2018, og fyrr deyða hjúnarfelaga Hannes Gotfred Dam, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 398/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 4. februar 2019. Sosialurin / KvR 34 18 00 HEILSUTRYGD · POSTSMOGA 5 2 · KLA KSVÍKSVEG U R 7 · 710 K LAK S VÍK HEILSUTRYGD @ HEILSUTRYGD . FO · TLF : 61 40 00 Heilsutrygd søkir eftir tveimum sjúkrarøktarfrøðingum Heilsutrygd søkir eftir tveimum dugnaligum og sjálvstøðugum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um spennandi og avbjóðandi størv sum sjúkrarøktarfrøðingur í Heilsudeplinum við Skálafjørðin. Størvini eru skipað soleiðis, at annað starvið hevur starvsstað á Strondum við brøki 0,9 og hitt hevur skiftandi starvsstað aðruhvørja viku í viðtalu 3 í Runavík og aðruhvørja viku í viðtaluni á Strondum við einum brøki á 0,6. Viðtalan á Strondum er ætlað einum kommunulækna, men er í løtuni mannað við skiftandi avloysarum. Umleið 1400 borgarar eru knýttir at viðtaluni á Strondum. Viðtalan í Runavík er ætlað einum kommunulækna, men er í løtuni mannað við skiftandi avloysarum. Umleið 1400 borgarar eru knýttir at viðtaluni í Runavík. Tætt samstarv er millum viðtalurnar. Starvið: • Starvið fevnir um telefonvisitatión og ymiskar læknaskrivara- og sjúkrarøktarfakligar uppgávur. Væntað verður, at tú kanst hjálpa til við bráðfeingis uppgávum, og standa fyri smærri kanningum, sum t.d. urinstix, crp-máting, podning av hálsi og øðrum. • Arbeiðið innan kroniskar sjúkur, kann eisini gerast ein partur av starvinum. Tú: • ert løggildur sjúkrarøktarfrøðingur • ert álítandi og hevur góð samstarvsevni • hevur royndir frá arbeiði í kommunulæknaviðtalu og við talgildu heilsuskipanini Cosmic (fyrimunur, tó ikki eitt krav) • ert ein jaligur, opin og glaður persónur • dámar væl og dugir at røkja uppgávur í einum skundmiklum gerandisdegi • arbeiðir skipað, skjótt og sjálvstøðugt • ert tænastusinnað/ur • hevur góð evni at samskifta bæði á skrift og í talu • dugir at hava fleiri bóltar í luftini í senn • hevur evnini at laga teg til broytingar Vit bjóða • eitt fjølbroytt og mennandi starv, sum tú sjálv/ur verður við til at skapa • ein fjølbroyttan arbeiðsdag við avbjóðingum innan sjúkrarøktarfrøði, skrivara- og royndarstovuarbeiði • eitt krevjandi og fakliga kveikjandi starv • eitt starv við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning Lønar- og setanartreytir Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Starvið verður sett undir Heilsutrygd, og mugu umsøkjarar tola broytingar í setanarviðurskiftunum. Umsókn Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum, skulu sendast til Heilsutrygd Postsmoga 52 Klaksvíksvegur 7 FO-700 Klaksvík ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og skulu verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. februar 2019 kl. 12:00. Tilskilast skal greitt í umsóknini, hvat starv søkt verður. Størvini verða sett frá 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu. Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa, á tlf.: 794010. FØROYA MYNDAKALENDARI FYRI 2019 – fæst kring alt landið