mánadagur 11. februar 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17
KJAK
OLJUKLÆÐINI HJÁ VESTERGAARD
OG FÓLKAFLOKKINUM
Fólkaflokkurin og Jacob Vestergaard vilja sleppa
undan at bjarga heiminum. Ella tey tíma kanska,
men tað skal ikki kosta nakað. Ella, tað kann
gott kosta – men onkur annar skal gjalda.
Ingilín Strøm
- Um tað er bíligari at
brenna olju enn at hava
grønar orkuskipanir, so
skulu vit brenna olju!
So greið vóru boðini
hjá
Vestergaard
og
Fólkaflokkinum, nú Løg
tingið viðger eitt upp
skot hjá samgonguni um,
at elbilar skulu verða
undantiknir avgjaldið til
landskassan fram til 31.
desember í 2020.
Tíbetur eru onnur,
sum vilja taka ábyrgd
fyri egnum landi
Vestergaard er eftir øll
um at døma troyttur av
teimum, ið - sum hann
orðar seg – ”vilja bjarga
heiminum”. Tað munnu
vera fá, sum møta í Løg
tinginum hvønn dag við
so stórfingnum ætlan
um. Men tíbetur eru
fleiri úr øðrum flokkum
enn Fólkaflokkinum, sum
í øllum førum vilja taka
ábyrgd fyri egnum landi.
At Fólkaflokkurin ong
antíð hevur havt onnur
áhugamál
enn
egin
áhugamál verður greið
ari, so hvørt sum tingfólk
teirra taka orðið. Tað er
eftirhondini vorðin ein
inngrógvin
partur
av
floksins DNA at illteinkja
serfrøðingar og annars
at røkja egin áhugamál.
Men at tingfólk teirra
ikki megna at síggja út
um 200 fjórðingar er
ræðandi.
Flokkurin
vil
einki
gera við umhvørvismál –
Føroyar eru ov smáar,
verður sagt.
Byggir á skeivar for
treytir: Vestergaard
skilur ikki veðurlags
broytingar
Sambært
Fólkaflokkin
um og Vestergaard er
eingin orsøk til at gera
nakað sum helst, fyri at
dálka minni, tí:
- Tað verða kortini ikki
føroyingar, sum bjarga
heiminum, hvørki so ella
so, tí tað vit dálka er so
lítið, at tað ger ongan
mun yvirhøvur.
Vestergaard hevur full
komiliga misskilt orsøk
irnar til veðurlagsbroyt
ingar og harvið eisini,
hvussu
ábyrgdin
skal
býtast. Tað ber snøgt
sagt ikki til at siga, at
trupulleikin liggur hjá
Kina og India, tí har
búgva flest fólk, og at vit
kunnu hóreiggja okkum,
sum vit vilja. Veruleikin
er
einfaldari
enn
so:
einstaklingurin í okkara
parti
av
heiminum
dálkar og brúkar fleiri
ferðir
meira
enn
einstaklingar aðrastaðni.
Tí er tað okkara skylda at
taka ábyrgd av støðuni,
sum
mann
fyrst
og
fremst hevur sett tey
fátækaru londini í.
Tað skylda vit okkum
sjálvum. Og tað skylda
vit
ættarliðunum,
ið
koma eftir okkum!
Háðan móti teimum,
sum merkja
avleiðingarnar av
veðurlagsbroytingum
- og móti ungdómi
okkara
Jacob Vestergaard háðar
tey, sum liva við avleið
ingunum av veðurlags
broytingum. Tingmaður
in hjá Fólkaflokkinum
ger gjøldur burtur úr
teimum, sum taka veður
lagsbroytingar í álvara –
m.a. ein tilvitaðan skara
av
fólki,
sum
fleiri
fríggjadagar upp í slag
hava skipað fyri veður
lagsverkfalli
uttanfyri
Tingið. Hesi kallar Vest
ergaard fyri eina funda
mentalistiska ”CO2 reli
gión”, sum vil bjarga
heiminum, og sum er
”ótrúliga troyttandi at
hoyra uppá”. Sambært
Vestergaard skulu føroy
ingar heldur:
- Gera tað, sum er best
fyri okkum – uttan at
hugsa um umhvørvið!
Eingin
kann
vera
nøgdur við, at vit eru
komin so stutt á grønu
leiðini í Føroyum. Eingin
veit, um komandi ættar
lið megnar at ”bjarga
heiminum” ella ikki. Ein
byrjan er í øllum førum
at bjarga okkum sjálvum
frá svarta umhvørvispol
itikkinum
hjá
Fólka
flokkinum.
Vit
hjálpa
ongum við einki at gera.
Tí tað kann væl vera,
at tað í framtíðini verður
heitt og fjálgt í svørtu
húsunum hjá Fólkaflokk
inum
og
Vestergaard.
Men
alla
aðrastaðni
verður verri.
Magnus spyr um demensøkið
Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum
mikudagin 13. februar at seta Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í
heilsumálum, ein munnligan fyrispurning um demensøkið
Sambandsflokkurin
Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1.
Hvussu gongur við at orða ein
yvirskipaðan demenspolitikk?
2.
Hvussu nógvir
landsdemenssamskiparar eru
settir/ í starvi?
3.
Hvussu gongur við at seta
tilmælini í verk, sum álitið frá
2015 mælir til?
Í viðmerkingunum til munnliga fyri
spurningin sigur Magnus Rasmussen,
løgtingsmaður, at á vári í 2015 kom út
álit við heitinum: “Eitt demensvinar
ligt samfelag - Gloymsk, men ikki
gloymd”. Álitið er rættiliga greitt og
kemur m.a. við 14 ítøkiligum tilmæl
um, hvussu farast kann fram í hesum
máli. Eisini er kostnaðarmeting við
løgd fyri verksetan av hesum ymisku
tilmælunum.
Eitt av teim 14 tilmælunum er, at
orðaður
verður
ein
yvirskipaður
demenspolitikkur, har farið verður
undir miðvísa skipan av Føroyum
sum “Demensvinarligum samfelag”.
Eitt annað av tilmælunum er, at tað
verð settir fimm landsdemenssam
skiparar, sum verða settir sentralt,
men virka lokalt, t.v.s. kring landið.
At enda sigur Magnus Rasmussen,
løgtingsmaður, í sínum viðmerking
um, at nú fýra ár eru farin, síðani álitið
varð handað landsstýrinum, so er
áhugavert
at
frætta
frá
lands
stýriskvinnuni, hvussu gongur við at
fremja ætlanirnar, sum álitið leggur
upp til.
Also, hvar er vit í Føroyum stødd, tá
vit taka heiti á álitinum til okkum:
“Eitt
demensvinarligt
samfelag
-
Gloymsk, men ikki gloymd.
Tað er eftirhondini vorðin
ein inngrógvin partur av
floksins DNA at illteinkja
serfrøðingar og annars at
røkja egin áhugamál
Eingin kann vera nøgdur
við, at vit eru komin so stutt
á grønu leiðini í Føroyum.
Eingin veit, um komandi
ættarlið megnar at ”bjarga
heiminum” ella ikki