mánadagur 11. februar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17
TÍÐINDI
Hvalbiartunnil fer
at kosta 236 milljónir
Tilboðini eru
komin inn uppá
at gera tunnil
millum Trongisvág
og Hvalba
Árni Gregersen
Tað komu tvey tilboð inn nú
tunnilsgerðin millum Trongis
vág og Hvalba var boðin út.
Articon átti lægra tilboðið,
meðan J & K Petersen áttu
hitt boðið. Eisini NCC var
undangóðkent at bjóða, men
felagið valdi ikki at lata
nakað tilboð inn.
Hóast nú verður farið
undir at gera nýtt berghol
har, so hevur berghol verið
millum Hvalba og Trongis
vág síðani 1963. Bergholið er
tað fyrsta, sum er gjørt í Før
oyum.
Nakrar dagføringar eru
gjørdar gjøgnum árini, men
sjálvt holið er so trongt, at
nýggju stóru lastbilararnir og
trailararnir, sum flyta fisk úr
Hvalba illa sleppa gjøgnum
holið.
Ætlanin er, at ferð skal set
ast á hetta arbeiðið, men bert
49 milljónir eru settar av til
arbeiðið í ár. Hetta ger, at
Landsverk hevur sagt, at
farið verður undir arbediðið í
summar – kanska í seinnu
helvt av summarinum.
Hetta verður gjørt, so ikki
steðgur skal koma í arbeiðið,
orsaka av, at játtanin er upp
brúkt.
Heðin Mortensen, lands
stýrismaður, hevur tó verið
úti og sagt, at farast skal und
ir Hvalbiaartunnilin, so skjótt
tilber. Hetta so farast kann
undir tunlarnar Norð um
Fjall skjótast gjørligt.
Tunnilin millum Hvalba
og Trongisvág verður 2500
metrar og hann liggur lægri
enn núverandi tunnil.
Undirsjóvartunlar
Meðani tað verður gjørt
klárt at faraundir Hvlabiar
tunnilin, so verður arbeitt
uppá Eysturoyar- og Sand
oyartunlarnar.
Millum Eysturoynna og
Streymoynna eru tey komin
langt og mett verður at hol
kemur ígjøgnum í mai.
Líka so skjótt tað er gjørt,
fer toymið, sum borar mill
um Eysturoynna og Streym
oynna undir at bora millum
Streymoynna og Sandoynna.
Hetta er ein risa verkætlan,
sum ikki er sædd í Føroyum
fyrr og fer at kosta meira enn
tríggjar milljardir tilsamans.
Hetta er tó ikki ógvusligari
enn so, at politiska skipanin
longu er væl á veg at sam
tykkja at fara undir at gera
fast samband millum Sand
oynna og Suðuroynna, Hetta
er ein verkætlan, sum fer at
kosta millum tríggjar millj
ardir og hálva fjóðru milljard.
Í
samferðsluætlanini
stendur, at farið verður unir
hesa verkætlan í 2030, men
politiskt hava útmeldingar
verið – millum annað frá
landsstýrismanninum
við
samferðslumálum,
Heðin
Mortensen, at koyrandi skal
vera til Suðuroyar í 2030.
Annað afturat
Sjálvar verkætlanirnar kosta
nógv, men tað vísir seg eisini,
at skal ferðslan stýrast, so er
neyðugt við øðrum íløgum
afturat.
Millum annað verður tosað
um innkomuvegirnar til Tórs
havn og í Runavík. Her er tal
an um verkætlanir tilsamans
uppá meira enn 200 milljónir
krónur.
Og fyri at leiða ferðsluna
norðaneftir út eftir vestara
armi á Skállaafjørðinum, verð
ur mælt til at gera eitt berg
hol millum Gøtudal og Skála
fjørðin ella Millum Fjaðra.
Hetta fer at minka um bila
talið eftir eystara armi á
Skálafjøðrinum við eini 1550,
tí bilarnir fara niður í tunnilin
á
Strondum.
Tunnilin
og
vegagerðin til tunilin fer at
kosta góðar 300 milljónir
krónur. Tíðarætlanin sigur, at
hetta bergholið verður gjørt
millum 2222 og 2225.
Afturat hesum bergholin
og helst uttan mun til um tað
verður gjørt ella ikki, so skal
ein umfartsvegur gerast utt
an um bygdina í Skálafirði.
Hesin vegurin verður mettur
at kosta einar 60 milljónir
krónur.
umdømið hevur spjatt seg –
tað síggja vit við vaksandi tal
inum av ferðafólkum hvørt ár.
Lívsgóðskan hjá einum miðal
føroyingi er á høgum støði, og
Føroyar dregur ikki bert út
lendingar til sín.
-Eisini fleiri føroyingar enn
áður, ið hava búð uttanlands,
velja at búseta seg aftur á
klettunum.
Sambært
Hag
stovu Føroya búðu stívliga
51.000 fólk í Føroyum 1. januar
2019. Fyritøkur taka seg upp,
og vinnan er í støðugari menn
ing.
Hetta er ein av orsøkunum
til, at vit noyðast at hava eitt
samferðslukerv, sum er nútím
ans, bæði tá ið tað snýr seg um
at koma fram, men eisini tá ið
tað snýr seg um trygd, skrivar
Landsverk í frágreiðingini.
Viðlíkahald
Í sambandi við íløgætlan fyri
samferðsluna er ein partur
fyri seg, nevniliga, hvussu alt
skal viðlíkhaldast.
Landsverk skrivar, at ein
haldbarur
fíggingarháttur,
sum tryggjar at íløgur ikki fara
fyri skeyti av manglandi við
líkahaldi, er skilagóð umsiting
av landsins ognum. Lands
grannskoðarin nevnir hetta í
notati til Løgtingsgrannskoð
ararnar um landsins bygning
ar, og hetta kundi eisini verið
nevnt fyri samferðsluna, und
irstøðukervið og ferjur, sum
landið eigur:
-Samanumtikið ræður um
skynsemi, tá ið landið keypir,
heldur viðlíka ella selur bygn
ingar. Nærri ásetingar eru ikki
um, hvussu farast skal fram,
men
Landsgrannskoðanin
heldur, at ein grundregla má
vera at fara væl um ognirnar
og at vera sparin, tá um al
mennar ognir og rakstur ræð
ur skrivar Landsverk.
Stovnurin vísir eisini á, at
skattur og MVG eru ikki
einastu inntøkurnar hjá lands
kassanum, men at inntøkur
eisini koma frá ferðsluni. Her
er talan um gjøld av bilum,
sum verða innfluttir, vegskatt
ur, men eisini avgjøldini av
olju og bensini.
Stovnurin sigur, at meira
verður tikið inn frá brúkarun
um enn brúkt verður til rakst
ur av samferðslukervinum.
Í 2016 vóru inntøkurnar frá
brúkarunum 577 millljónir
krónur, men bert tær 367 vóru
brúktar til samferðslukervið.
Seinastu dagarnar hava vit
eisii hoyrt, at nóg mikið av
pengum eru ikki settir av til, so
kavaruddast kann alt sam
døgrið og Landsverk sigur eis
ini, at maskinparkin er so nið
urslitin, at umvælingarkostn-
aðurin er órímiliga stórur.
Hetta er so, tí nóg mikið av
pengum er ikki til at keypa
gravimaskinur fyri.
Heðin Mortensen er landsstýrismaður við samferðslumálum
So skjótt hol er komi á millum Eysturoynna og Stresymoynna fara maskinurnar undir at bora til Sandoyar.