Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 TÍÐINDI ÆTLAN FYRI MILLJARDA ÍLØGUR MEN RAKSTURIN HALTAR EFTIR Ætlan fyri samferðsluíløgurnar eru metstórar, men sum er hevur Landsverk ikki pening til viðlíkahald, hvørki av vegum, brúm ella tunlum Árni Gregersen Við einari tungari frágreiðing, sum til 2030 fer at kosta fleiri millj­ardir krónur, hevur Lands­ verk framlagt eina íløgu­ætl­an fyri vegir, brýr og flog­vall­ir. Vit vita longu nú, at stóru íløgurnar í hesum árum eru Eysturoyar- og Sandoyar­tunl­ ar­nir og at í havsbrúnni sæst eisini íløgan til ein Suðuroyar- tunnil. Tilsamans er her talan um íløgur fyri einar seks-sjey millj­ardir krónur. Tað er eisini eyðsýnt, at sjálvt um oyggjarnar verða bundn­ar saman við hesum tunl­unum, so er nógv annað, sum skal gerast á sam­ferðslu­ øk­in­um komandi 12 árini. Tal­ an er um tunnlar, vegir, brýr og ikki um at tala eitt um­fat­ andi viðlíkahaldsarbeiði, sum hev­ur ligið á láni meira ella minni seinastu árini. Samferðsluætlanin, sum júst er løgd fram, er tann triðja av sínum slag. Tann fyrsta kom í 2007, tann næsta í 2012 og nú er hendan komin, sum um­ fatar árini 2012 til 2030. Landsverk skrivar: -Føroyingar flest munnu vera samdir um, at Føroyar er eitt óvanliga vakurt og friðar­ ligt land at búgva í. Tað eru onnur samd við okkum í, tí tað Innkomuvegurin í Havn fer at kosta nógvar pengar.