Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 TÍÐINDI sam­legu einaferð og fer hvør sín veg. Tað kemur eisini fyri, at samrøða byrjar á Jodel og síð­an fer yvir á eina aðra app, sum eitur Wickr, har man síð­ an verður eggjaður til at senda nakinmyndir millum sín, ella tú til dømis avtalar at hittast til eitt ONS. – Tað er altíð umráðandi, at vit sum foreldur eru vitandi um, hvørjar avbjóðingar børn og ung kunnu møta í gerandis­ degn­um og ikki minst á netin­ um. Talgildu miðlarnir eru ein náttúrligur partur av ger­andis­ degnum hjá nógvum børnum, greiðir Rúna Ingunardóttir frá. – Børn í barnagarðsaldri brúka yvirhøvur talgildu miðl­ ar­nar, tá ið tey skulu síggja film ella spæla spøl. Tey flestu eru ikki enn í nøkrum talgild­ um bólkum, sum vit kenna frá sosi­alu miðlunum, men hjá teim­um flestu er tað skjótt, at tað eisini er partur av lívi teirra, og tí er tað sera við­kom­ andi at tosa um álinju-bólkar og avlinju-bólkar longu í barna­garðsaldri, sigur Rúna Ingun­ar­dóttir. Í samband við verkætlanina »Betri vinir« hjá Barnabata, Mary Fonden og Red Barnet, so er júst hesin parturin týdn­ ing­armikil. »Betri vinir« arbeiðir fyri at fremja tann jaliga barna­felags­ skap­in og tekur støði í teimum fýra virðinum: Tolsemi, umsorgan, virðing og dirvi. – Við støði í menning av hes­ um fýra eginleikunum kunnu vit gera mun, soleiðis at vit verða við til at skapa eina barna- og ungdómsmentan, sum á ein natúrligan hátt úti­hýs­ir happing, sigur Rúna Ing­un­ar­ dóttir. – Tó vilja vit leggja afturat, at tilfarið í »Betri vinir« kuff­ ert­inum og fakfólkini gera tað ikki einsamøll. Foreldur eru ein týdningarmikil mál­bólk­ur í hes­um arbeiði, leggur Rúna Ing­unardóttir afturat. Soleiðis hjálpa foreldur at fyribyrgja happing Um tú fylgir ráðunum hjá »Betri vinir« og gjarna kjakast um tey, ert tú væl á veg til at tryggja ein góðan barna­felags­ skap, har rúm er fyri øllum børn­um. – Børn duga at fáast við miðlar, men tey skilja tað ikki altíð. Tí hava tey tørv á stuðli frá vaksnum. Spæl við, ver forvitin og forklára, at tú eisini skalt vísa umsorgan í talgilda heiminum. Soleiðis at vit eisini kunnu fáa eina jaliga mentan í álinju-bólkum, sigur Rúna Ingunardóttir. – Tað ber eisini til at finna fleiri ráð á okkara heimasíðu, www.barnabati.fo, sigur hon. – Sum foreldur hava vit stóra ávirkan á trivnaðin hjá børn­um – eisini hóast vit ikki eru til staðar kropsliga. Heima eru vit jú við til at seta dám á lagið og mentanina í barna­ garð­inum og skúlanum. Tí er tað týdningarmikið, at for­eld­ ur taka samábyrgd og eru áhugað í øllum barnabólkinum og ikki bara okkara egnu børn­ um. Vit skulu minnast til, at børn gera tað sama sum vit vaksnu, sigur Rúna Ingun­ar­ dótt­ir. p til kifti