Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 TÍÐINDI Tað eru serliga skúlanæmingar sum nýta nýggju appina Jodel. Hóast samskiftið er dulnevnt, verða ofta nøvn nevnd á appini Sólvá Lindenskov Róadóttir – Tá talan er um nýggju app­ irnar so sum Jodel, Sarahah og Kiwi, so hevur Barnabati ikki fingið nakra fráboðan um happ­ing ella aðra niðrandi atferð millum børn og ung í Før­oyum. Men tað merkir ikki, at vit ikki skulu geva hesum app­um gætur, sigur Rúna Ing­ un­ardóttir, samskipari hjá Barna­bata. Jodel er ein app, sum tú nýt­ir á telefonini, hon virkar so­leið­is, at alt tú leggur út er dul­nevnt, og at bara tey, sum eru í tín­um felagsskapi, kunna síggja tað sum tú leggur út. Jod­el hevur verið nógv nýtt í Før­oy­um hesa seinastu tíðina, ser­liga eru tað skúlanæmingar sum nýta Jodel, men aldurin á brúk­ arum fer frá 13 upp til 30 ár, og mangan kemur fyri, at nøvn verða nevnd á appini. – Hóast vit enn ikki vita stór­vegis um nýtsluna av hes­ um appum millum børn og ung í Føroyum, so kunnu vit hava í huga, hvussu nakrar komm­unur í Noregi handfara hes­ar avbjóðingar, sigur Rúna Ing­un­ardóttir. Har hava tey nevniliga valt at gera tað ógjørligt at brúka hesar appir á tráðleysa netin­ um hjá kommununum og ym­ isku skúlunum, har børn undir 18 ár ganga, greiðir hon frá. – Vit vita frá grannalondum okk­ara, at hesar appir hava elvt til stórar trupulleikar, tí tær loyva einum at senda boð, utt­an at avdúka hvør av­send­ ar­in er, hóast tú hevur skrásett teg á appini við navn og teldu­posti, greiðir Rúna Ingun­ar­dótt­ir frá. Endamálið við appunum er mill­um annað at bjóða brúk­ar­um eitt forum, har tey bein­leið­is kunnu fylgja við, hvat hendir í teirra nærumhvørvi. Eitt nú kann ein síggja fjar­støð­una til viðkomandi, ið legði eini boð út. Alt sum tú deilir á Jodel er dulnevnt, tær nýtist ikki at seta navn á nakað, tú leggur út, heldur ikki tey, sum svara tín­um uppslag, nýtast at seta navn á svarið, tey koma við. Tí­skil er tað lætt at gerast skrapp­ur og leggja óneyðugar við­ merk­ingar út. – Tá talan er um happing, sum fer fram dulnevnt eru árin­ini ofta størri. Hetta er við til at gera ótryggleikan enn størri, tá man ikki veit, hvørj­um tú kanst hava álit á. Allar app­ir, spøl og filmar hava eitt aldurs­mark fyri, nær tær eru hósk­ andi, og tað er av ognum. – So vit mæla til, at øll fyri­ halda seg til hesar vegleiðingar, sigur Rúna Ingunardóttir. Foreldur nýta eisini Jodel Tað er eisini komið fyri, at fólk í aldrinum 30 ár og upp eru nevnd við navni á Jodel, og tað er tí ikki óhugsandi, at børn kunna koma at lesa um for­ eldur ella avvarðandi á appini. Eisini er málburðurin á app­ ini óhóskandi fyri yngri mál­ bólk­ar, tí talan er ofta um »Sug­ar­daddy« og »Sugarmom«, sum er ein tilkomin, ið ber ung­um fólki undir í gávum, og so »ONS« sum er One Night Stand, altso tá man bert hevur Jodel – ein app dulnevnt samsk