Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SERA TRUPULT AT GERA UPPTØKUR Í FØROYUM TIL BARBARU-FILMIN Sosialurin 11. februar 1994: Danski filmsleikstjórin Nils Malmors hevur hesa vikuna verið í Føroyum og hugt at um­støðu­num at gera upp­tøk­ur til filmin um »Barbaru« hjá Jørgen-Franz Jacobsen: – Umstøðurnar eru nógv broytt­ar á fleiri støðum, har hend­ing­ar­nar í skaldsøguni fara fram, sigur hann. – Men eg havi sett mr fyri at gera filmin. Tað eru í dag 25 ár síðani, at Nils Malm­ros segði hetta við Sosialin. Árið eftir var hann aft­urí Føroyum og kannaði umstøðurnar og starvaðist tá sum lækni á Lands­sjúkra­húsinum eina tíð. Summ­ar­ið 1996 vóru upptøkurnar gjørdar í Føroyum og 27. september í 1997 var filmurin frumsýndur. Christina Johanna Hentze Drescher, ætt­að úr Vági, búsitandi í Keyp­ mann­a­havn, andaðist á Bispebjerg Hospital 10. februar, 62 ára gomul. Paula Davidsen, bú­sit­ andi í Sørvági, ættað úr Sandavági, andaðist á Sýn­ini fríggjadagin, 8. Februar, 92 ára gomul. Hans Pauli Jacobsen, vanliga nevndur Palli, andaðist á Klaks­vík­ar Sjúkrahúsi fríggj­a­ dagin 91 ára gam­al. Hanus Streymur Sámalsson Hansen, ætt­aður úr Norðagøtu, and­a­ðist á Lágargarði fríggja­dagin 8. februar 86 ára gamal. Karen Heinesen, einkja eftir Heina Heinesen úr Miðvági, búsitandi á Frederiksberg, andaðist mánadagin 4. februar, 84 ára gomul. Levi Petersen, ættaður úr Oyndarfirði, búsitandi í Havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum týs­dagin 5.februar, 83 ára gamal. Sólvá Skála, Tórs­havn, búðsitandi í Keyp­ mann­ahavn, andaðist á Rík­is­sjúkrahúsinum, 5.februar, 40 ára gomul. Hanna Udbø, Tórshavn, andaðist á Tjarnargarði týsdagin 77 ára gomul. Torben Andersen, ættaður úr Faxe í Danmark, búsitandi í Havn, andaðist mánadagin 4. februar, 73 ára gamal. Hallbjørg Rubeksen, fødd Christiansen, ættað úr Tórshavn, búsitandi í Keypmannahavn, andaðist á Bispebjerg Hospital 4. februar, 73 ára gomul. Selma Høgnesen, ættað úr Funningi, búsitandi í Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnukvøldið, 88 ára gomul. Sofía Grønagarð fødd Bjartalíð vanliga nevnd Fía, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Havn, andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi í Runavík leygardagin 2.februar, 78 ára gomul. ANDLÁT Tann 9. februar fekk Jón eina lítla syst­ir. Hon er 54 cm long og vigar 4270 gr. For­eldrini eru Vanja Oliversdóttir og Tróndur S. Rodmarsson, Argir Fyrr­ver­andi løg­tings- og lands­stýr­is­mað­ ur­in, Andrias Petersen, doyði brádliga í gjár 71 ára gamal Andrias Petersen varð fødd­ ur 8. juni í 1947 í Klaksvík, son­ur Marinu og Arna Pet­ er­sen í Klaksvík. Hann var giftur við Katr­ in, f. Zachariassen av Sandi, og tey búðu í Gøtu, har hann í mong ár starvaðist sum komm­un­u­lækni. Í 1977 tók hann lækna­ prógv og í 1980-84 tók hann ser­lækn­aprógv í almennum med­isini. Hann fór í starv sum komm­un­u­lækni í Gøtu og Leir­vík í 1985 til hann fór frá fyri ald­ur. Pol­itiska yrkisleiðin hjá Andr­i­asi Petersen byrj­aði, tá hann gjørdist lands­stýr­ is­maður fyri Javn­að­ar­flokk­ in 15. september í 1994, tá Ed­mund Joensen skip­aði lands­stýri. Sam­bands­flokk­ urin, Javnaðarflokkurin, Sjálv­stýr­isflokk­ur­in og nýggja Verk­a­mann­a­fylk­ing­ in skipaðu tá samgongu. Andrias Petersen stillaði upp á valinum í 1998, men var ov stuttur. Í 2002 varð hann vald­ur í Løgtingið og somu­ leiðis í 2004 við 451 at­kvøð­ um, næstflesar í Eyst­ur­oy­a­r val­dømi. Andrias Petersen still­aði sein­astu ferð upp á løg­tings­ val­i­num í 2008, tá Føroyar vórðu blivnar eitt valdømi. Tá gjørd­ist hann nummar sjey á list­a­num, sum tá bara fekk seks tingfólk. Men flokk­urin kom í samgongu, sum varð skipað við Jóannes Eid­es­gaard sum løgmanni sam­an við Tjóð­veld­i­num og Mið­flokkinum. Tá kom Andr­ ias á ting sum varamaður og sat fram til løgtingsvalið í 2011, tá hann valdi at gevast í pol­i­tikki. Hann sat á tingi í góð níggju ár og tvey ár í lands­ stýr­i­num sum lands­stýr­is­ mað­ur í almanna- og heils­u­ mál­um frá 1994-96. Andrias Petersen var landsstýrismaður frá 1994-96, og løgtingsmaður frá 2002 til 2011 Andrias Petersen deyður VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Diana og Poul Kjart­an Kongsbak í Miðvági, fingu 6. februar 2019 eina dóttir. Longd: 53 cm. Vekt: 3600 gram Tann 07.02.19 kl 00:06 átti Rakul Winther og Magnus Knudsen Klaks­vík eina dóttir. Hon vigaði 3880 gr og 52 cm long. 01.01.2019 fingu Janhild, Páll og Bára fitt­an beiggja, 3660 g og 52 cm. Tey búgva á Toft­um. Foreldrini eru Gunn­leyg T. Danielsen og Jóan Pauli Juul Ann Andreasen hevur síðani mið­skeið­is í áttatiárunum ar­beitt á Barnaheiminum í Um­m­annaq í grønlandi, har hon hevur verið fyri­støð­u­ fólk í næstan 30 ár. Hon er tilnevnd at vinna P2-virð­is­ løn­ina »Årets Ildsjæl«. Tað skrivar grønlendska blaði Sermitsiaq. Útvarpsrásin hjá DR við klassiskum tónleiki, P2, heið­rar »Årets Ildsjæl« fyri sjeyndu ferð í ár. Og her er tað fyri­støð­u­ fólk­ið á Barnaheiminum í Umm­annaq, Ann Andre­asen, er tilnevnd at fáa virð­is­løni­ na. Sambært Danmarks Rad­ io er grundgevingin fyri at lata Ann Andreasen virð­is­ løn­ina millum annað, at hon hevur gjøgnum tey sein­astu um 20 árini í størri mun latið tónleik verða ber­andi í einum stórum parti av tí sosialpedagogiska ar­beið­i­ num við børninum á barn­a­ heim­i­num – líka frá klass­isk­ um tónleiki til ta siðbundnu grøn­lendsku trummuna. Í dag spæla at kalla øll børn­ini á barnaheiminum upp á eitt ella fleiri ljóðfør. – Sosialu førleikarnir hjá børn­unum verða styrktir gjøgn­um samanspaælið við onn­ur, og harvið eisini kenslu teirra fyri sær sjálv­ um, verður sagt í til­nevn­ ing­ini frá Jonnu Færø, mus­ik­pedagogi og Conni Greg­er­sen, sálarfrøðingi. Hini tilnevndu eru Anne- Kari Ferenczi og Janne Thom­sen. P2 virðislønini sum »Årets Ildsjæl«. verður hand­að 14. februar á eini P2 virðislønarkonsert úr Musik­ kens Hus í Aalborg. Ann Andreasen tilnevnd danska tónleikavirðisløn Matstovuleiðarin í kendu Søllerød Kro í Danmark, havnarmaðurin Jan Restorff, hevur fingið »Kokkenes Hæderspris«. Sum skilst er hetta fyrstu ferð, at Fondan Dansk Gastronomi, hevur latið hesa virðisløn. Og Jan Restorff var maðurin, sum fekk heiðurin. – Jan Restorff er høgt virdur av øllum, bæði gestum og starvsfólki á Søllerød Kro. Professjónalisman er altíð á hægsta stigi eins og góða fyriskipan hansara og vilji at læra frá sær, verður sagt í grundgevingini. Jan Restorff fingið Kokkenes Hæderspris