Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 Reiðarafelagið fyri Handilsskip og manningafeløgini samráðast um nýggjan sáttmála. Aftur hesa vikuna verður samráðst fyri at finna semju, sum allir partar kunnu góðtaka. 91 metrar av tunli og 500 metrar av vegi - Smærri lekar og bygging av vegi ávirkaðu tunnilsarbeiðið í síðstu viku, veit Eysturoyartunnilin P/F at siga í morgun Vilmund Jacobsen Í síðstu viku gjørdist Eystur­oy­ artunnilin 91 metrar nærri ljós­inum. Tilsamans 91 metrar vórðu boraðir og sprongdir hesa vik­ una. Nú eru bert 1757 metrar eftir at bora og spreingja av tunl­in­ um, sum verður tilsamans 11.250 metrar langur. Eysturoyartunnilin P/F veit í morgun at siga, at smærri lek­ ar og bygging av vegi ávirk­aðu tunnilsarbeiðið í síðstu viku. Í seinastu viku vórðu 34 metrar sprongdir Hvítanes- meg­in, og her vórðu eisini 500 metrar av vegi bygdir. Av Hvítanesi og móti rund­ koyringini undir Skálafirði eru nú sprongdir tilsamans 4.567 metrar – og frá rundkoyringini og móti Hvítanesi eru sprongd­ ir tilsamans 1.681 metrar, harav 29 metrar vórðu sprongdir í síðstu viku. Frá rundkoyringini undir Skála­firði og móti Saltnesi vórðu sprongdir 28 metrar, og her eru teir nú komnir 1.620 metr­ar á leiðini til tunnils­ munn­an í Rókini. Gongdin í ár Hyggja vit eftir gongdini í Eyst­uroyartunlinum higartil í ár - viku fyri viku - hava tølini yvir sprongdar metrar í tunl­in­ um verið hesi: 7. januar (40 metrar), 14. januar (143), 21. januar (119), 28. januar (127), 4. februar (99) og 11. februar (91 metrar). Leggjast kann aftrat, at tá Eyst­uroyartunnilin P/F kom við fyrstu tølunum í ár hin 7. janu­ar, høvdu tunnilsliðini bert verið í gongd í fáar dagar eftir jóla-og nýggjárssteðg. Sjáldsamt tilfelli hjá Alice Betty Vilmund Jacobsen Tá formansskapurin í grøn­ lendska lands­ting­in­um var í Føroyum herfyri og hitti formansskapin í okk­ara løg­tingi, var hetta eitt ser­ stakt tilfelli hjá Alice Betty Jakobsen í Skála­vík. Pápi hennara, Niels Ed­ v­in Ørvarodd, var av Sandi og mamman, Julia Motz­ feldt Ørvarodd, var úr Grøn­landi. Tað serstaka er, at Alice Betty Jakobsen um pápa sín er trímenningur Páll á Reyna­túgvu, sum er okk­ ara løgtingsformaður – og um mammu sína er hon eis­ini trímenningur grøn­ lendsku lands­tings­for­kvinn­ una, Vivian Motz­feldt. Tá myndir vórðu tiknar av føroyska og grøn­ lendska ting­for­mans­skap­ un­um, kundi Alice Betty Jakob­sen av røttum siga, at hon er trímenningur báð­ar tingformenninar. HONDSALTING: Í morgun heita tey í Sunda kommunu á fólk um at vera farin í hálku. Saltbilurin er í ólagi og er farin á verkstað. Tí hava umsjónarmenn verið og saltað við hond við skúlar og dagstovnar. Góður streymur - men einki veður Líkt er ikki til, at hetta verður nøkur útróðrarvika, tí veðurútlitini eru so vánalig Vilmund Jacobsen Streymurin verður góður hesa vikuna, men veður­út­lit­ ini eru einki serlig. Tí verður ikki roknað við nøkrum ser­ lig­um útróðri teir næstu dag­ ar­nar. Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at útróðrarbátar, sum fiska við línu, hava havt góð­an fiskiskap, og nú er fiski­skap­urin við snellu eisini farin at roynast. - Teir, sum royna við línu, fáa eina blanding av toski og hýsu, men snellubátarnir fáa næstan bara tosk. Fríggjadagin vóru fýra ísfiska­línuskip til fiskiskap, men síðan eru nøkur skip kom­in inn at landa. Fiski­ skap­urin hevur verið góður, og meginparturin av veiðini hjá línuskipum er toskur og hýsa. Ísfiskalínuskip, sum liggja, fara væntandi út aftur, tá veðrið batnar. Eitt frystilínuskip er undir Føroyum, og fýra eru á Flem­ ish Kap, har fiski­skap­ur­in eis­ini er góður. Higartil í ár eru 619 metrar tilsamans boraðir og sprongdir í Eysturoyartunlinum Bátar, sum fiska við snellu, fáa nú eisini fisk, og meginparturin er toskur