Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Triðja dystin á rað hava Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld vunnið í 2. Bundes­liguni. Frammanfyri 8.693 vann Arminia Bielefeld 3-0 á SSV Jahn Regensburg fríggja­kvøldið­. Jóan Símun Edmundsson spældi 91 minuttir fyri gestir­ nar úr Bielefeld, sum vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Í yvir­tíðini bleiv føroyski lands­ liðs­spælarin skiftur út. Nýggi venjarin hjá Arminia Bielefeld er eisini fegin um sigurin. - Sjálvandi eri eg fegin um at hava vunnið 3-0 í einum tor­ førum útidysti. Vit skoraðu upp á okkara møguleikar og mál­ini koma eisini upp á tey røttu tíðspunktini. Regensburg hevur sínar møguleikar, men í dag hava vit ein góðan málverja og allir spælararnir vardu við øllum, sum teir megna, sigur Uwe Neuhaus, sum tók við venjara­starvinum í vetur. Venjarin leggur afturat, at talan var um ein torføran dyst og vísir millum annað á, at lið­ ini runnu ávikavist 126 og 127 kilo­metrar í part. Við sigrinum hevur Arminia Biele­feld lagt seg á 10. pláss. Í løtuni eru 11 stig niður til niðurflytingarstrikuna. Armin­ ia Bielefeld hevur nú vunnið á Dynamo Dresden, Hamburg SV og SSV Jahn Regensburg. Hallur og Horsens fingu eitt stig Danska Superligan byrjar aftur heta vikuskiftið. Fyrrapartin í dag spældi AC Horsens mál­ leysan javnleik móti Hobro. Før­oyski landsliðsspælarin, Hall­ur Hansson, spældi allan dyst­in á miðvøllinum hjá gest­ unum út Horsens. Horsens Folkeblad skrivar at talan var um ein rótutan dyst á einum vánaligum vølli. Tað hevur verið vetrarsteðgur og verturin er ikki farin væl við vøllinum hjá Hobro. Tó var AC Horsens favorittur at stjala ein sigur frá botnliðnum, men so­ leiðis bleiv ikki. AC Horsens er nummar sjey við 28 stigum. Í gjár vann Vejle BK 2-0 á Sønderjyske. Viljormur David­ sen hevði leikbann og var tí ikki á vøllinum fyri vertirnar úr Vejle, meðan Teit Jacobsen heldur fram at koma fyri seg, eftir álvarsligan knæskaða. trondur@sosialurin.fo AMERKANSKUR FÓTBÓLTUR Triðja dystin á rað hava Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld vunnið, meðan Hallur Hansson spældi allan dystin í málleysum javnleiki Útisetarnir: JÓAN SÍMUN OG BIELEFELD FLÚGVANDI Superligan: 1 FC Koebenhavn 21 16 2 3 55 19 36 50 2 FC Midtjylland 20 13 5 2 50 19 31 44 3 Broendby If 21 9 4 8 35 31 4 31 4 Randers FC 21 8 7 6 26 26 0 31 5 Esbjerg FB 21 8 5 8 26 28 -2 29 6 AaB 21 7 7 7 27 28 -1 28 7 AC Horsens 21 7 7 7 26 37 -11 28 8 AGF 21 6 9 6 24 25 -1 27 9 OB 21 7 6 8 27 29 -2 27 10 FC Nordsjaelland 21 6 7 8 31 32 -1 25 11 SonderjyskE 21 5 7 9 23 29 -6 22 12 Vendsyssel FF 20 5 4 11 20 32 -12 19 13 Vejle Boldklub 21 4 7 10 19 33 -14 19 14 Hobro 21 4 5 12 16 37 -21 17 2. Bundesligan: 1 Hamburger SV 20 12 4 4 27 22 5 40 2 1. FC Köln 20 12 3 5 51 25 26 39 3 1. FC Union Berlin 21 9 10 2 33 18 15 37 4 1. FC Heidenheim 1846 21 10 7 4 35 26 9 37 5 FC St. Pauli 21 11 4 6 35 30 5 37 6 Holstein Kiel 21 9 8 4 39 28 11 35 7 SC Paderborn 07 21 9 7 5 50 33 17 34 8 VfL Bochum 1848 21 8 6 7 31 29 2 30 9 SSV Jahn Regensburg 21 7 8 6 33 33 0 29 10 DSC Arminia Bielefeld 21 7 6 8 31 31 0 27 11 SpVgg Greuther Fürth 21 7 6 8 22 38 -16 27 12 SG Dynamo Dresden 20 7 4 9 26 32 -6 25 13 FC Erzgebirge Aue 20 6 4 10 25 27 -2 22 14 SV Darmstadt 98 21 6 4 11 28 39 -11 22 15 1. FC Magdeburg 21 3 9 9 23 36 -13 18 16 SV Sandhausen 21 3 7 11 22 31 -9 16 17 FC Ingolstadt 04 21 3 7 11 21 36 -15 16 18 MSV Duisburg 21 4 4 13 20 38 -18 16