Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. februar 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. februar 2019 · Nr. 17 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sandavágs Talvfelag hevur beina kós móti FM-heitinum í talvi. Í gjár øktu teir leiðsluna við einum stigi, og eru nú hálvt­fjórða stig frammanfyri Havn­ar Telv­ingar­ felag. Tað byrjar so smátt at lukta av FM-gulli hjá vága­monn­um, skrivar Talv­sam­bandið í gjár. Sandavágsmenn vunnu í sætta umfari í dag 3-1 á Kollafjarðar Talv­ felag. Fyrsta lið hjá Havnar Telv­ ingarfelag noyddist óvæntað at sættast við javnleik 2-2 móti øðrum liði hjá felagnum. Aftur í dag var stórt mannfall hjá havnarmonnum. Helgi Dam Ziska, Olaf Berg, Sjúrður Thorsteinsson og Rógvi Mortensen vóru ikki við. Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Herluf Hansen og Suni Merkistein mannaðu liðið í dag. Hjá Sandavági var fyri fyrstu ferð í ár nýggjur maður á liðnum, tí Rógvi Egilstoft Nielsen var upp­tikin av fótbólti. Bernhard Augustinussen loysti av í staðin. Støðug manning Fremsta orsøkin til góðu gongdina hjá sandavágsmonnum í vetur, er helst tann, at teir hava nógv støðugari manning enn Havnar Telv­ingarfelag. Hóast havnarmenn hava fleiri javntgóðar telvarar enn sanda­vágs­menn, eru teir fremstu fýra í Vágum so mikið stinnir, at havnar­menn standa teimum ikki kurl uttan so, at teir manna seg við sínum bestu telvarum til allar dystir. Kollfirðingar, sum mannaðu seg so væl á dupultleikdegnum í januar, høvdu heilt annað og nógv veikari lið í dag, og tað bøttu teir fyri. Viðhvørt manna teir seg við heilt sterkum telvarum, stundum er indiski stórmeistarin Srinath Narayanan á liðnum, seinast var danski IM-arin Martin Haubro við um­framt Hans Kristian Simonsen. Men í næsta dystinum er brádliga eingin av hesum við. Sveiggini eru so stór, at tað er á markinum at vera kapp­ingar­av­ lagandi. Høgni Egilstoft Nielsen hevur á 1. borði helst bíðað við spenn­ingi um mótstøðumaðurin var ein indiskur stórmeistari, ein danskur altjóða meistari ella ein fyrr­verandi føroyameistari, men í dag sat Kári Petersen á 1. borði hjá KT. Í triðja dystinum í 1. deild í gjár fekst annað óvæntað úrslit, tí her vann annað lið hjá klaksvíkingum á felagsins 1. liði. 2.deild Telvað var eisini í 2. deild í gjár. Spenn­ingur er í toppinum. Eftir dag­sins dystir er Havnar Telving­ ar­felag fremst við 17 stigum, men Vest­manna Talvfelag er beint í høl­ unum á teimum við 16½ stigum. Dystirnir í sjeynda umfari vera 24. februar. Í 1. deild verður telvað so­leiðis: HT 2-ST, HT 1 - KTF 2 og KTF 1 - KT. Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Stuttligur steypa­ hondbóltur Um vikuskiftið var seinasta umfar í bólkaspælinum í steypakappingini í hondbólti. Tað er tiltikið í steypakappingum, at tað óvæntaða kann henda. Hóast styrkismetingar og súr “stórfeløg” hava útilokað hetta til eitt vist, so livir sjarman í steypakappingini í enn. Vit síggja í føroyskum hondbólti, sum als ikki er nakað eindømi, at liðini verða styrkismett og koyrd í bólkar. Hetta ger, at tað eru favorittar í hvørjum bólki, heldur enn at tað er nokk hjá minna liðnum at vinna ein dyst, fyri at koma víðari. Hjá kvinnunum kom steypaskelkurin á Hálsi, har Stjørnan vann á sigursvandu neistakvinnunum, sum tó eru í holt við at byggja upp á nýggjum. Eg kenni ikki allar lutirnar viðvíkjandi Stjørnuni, men havi síðani Per Klarup bleiv settur, hildið hann verið ein góðan venjara. Eg síggi eisini, at Stjørnan hevur tvey lið við í steypakappingini. Tað er nú eisini flott. Eina løtu vóru tær avbera sannførandi og tað við næstan bara lokalum spælarum. Neistin hevur tveir danskar spælarar og royndan útlendskan málverja, meðan Stjørnan – sum eg veit um – hevur bara ein útlendskan málverja. Tað var tað áhugavert at síggja Stjørnuna gera øll grundtingini væl og at enda vinna dystin. Eg havi funnist so nógv at Stórhøllini, at eg tori næstan ikki at siga, at umstøðurnar hjá miðlunum eisini eru vánaligar. Eg sakni, tá man bara kundi ganga upp á balkongina og stilla seg at útvarpa. Nú skalt tú hava hjálm, stiga og matpakka við, um tú skalt fáa nakað sum helst yvirblikk. Eg veit ikki nær eg aftur blívi góður við høllina, sum gjøgnum so nógv ár hevur verið ein stórur partur av føroyskum ítrótti. Í dag standa bæði frásøgufólk og upptøkutólini hjá KVF á einum bonki saman við áskoðarum. Jújú, høllin á Hálsi er blivin størri – men prísurin er eisini høgur. Bara gott at hondbóltsdysturin hesa ferð var so góður, at tað bleiv ein deiligur stemningur í høllini. Persónliga sakni eg umstøðurnar í gomlu høllini.... trondur@sosialurin.fo Úrslit og støða í 1. deild: 6. umfar: ST-KT 3-1 HT 1 - HT 2 2-2 KTF 1 - KTF 2 1½-2½ Stigatalvan: Sandavágur 19½ Havnin 16 Klakvsík 11 Klaksvík 2 9½ Kollafjørður 9 Havnin 2 8½ Sandavágsmenn økja Talv: