týsdagur 12. februar 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
TÍÐINDI
Vinatænasta
mundi enda við
fongsilsdómi
Tveir mans mundu enda í geglinum fyri at gera eina vinatænastu,
dømdir fyri at hava smuglað næstan tvey kilo av hassji til Føroya.
Danjal av Rana
Føroya rættur hevur í gjár og í
dag viðgjørt eitt sakarmál
móti trimum monnum í 20’un
um, sum vóru ákærdir fyri at
hava smuglað næstan tvey
kilo av hassji til Føroya. Ein
teirra játtaði seg sekan, meðan
hinir báðir noktaðu seg sekar.
Ein fjórði er eisini ákærdur í
málinum, men kundi ikki møta
nú. Málið móti honum verður
tí viðgjørt seinni.
3. januar funnu tollararnir í
Havn sløk tvey kilo av hassji í
einum pakka, sum kom úr
Spania. Í samráð við løgregl
una bleiv avgjørt, at hassjið
skuldi takast úr pakkanum,
men at pakkin annars skuldi
útflýggjast sum vanligt.
Maðurin, sum pakkin varð
adresseraður til, var til skips
og kundi tí ikki koma eftir
pakkanum sjálvur. Hetta er
maðurin, sum ikki møtti í dag.
Hann ringir til ein 23 ára
gamlan vinmann, sum er tann,
sum
hevur
bílagt
hassjið.
Hann vil ikki fara eftir pakk
anum, men teir biðja ein annan
vinmann, miðskeiðis í 20’unum
fara eftir pakkanum. Hann
játtar fyrst, men biður síðani
ein triðja vinmann, ein 29 ára
gamlan, fara eftir pakkanum
fyri seg.
11. januar ringir hann, sum
eigur pakkan, til flutningsfe
lagið og boðar frá, at ein vin
maður kemur eftir pakkanum
fyri seg. Lítla løtu seinni kem
ur tann 29 ára gamli eftir pakk
anum. Hann hevur verið hjá
TAKS og rinda toll fyri vøruna
í pakkanum, sum tí verður út
flýggjaður.
Flutningsfelagið ringir til
løgregluna fyri at boða frá, at
pakkin er heintaður. Løgreglan
er longu á staðnum, og fylgir
bilinum, sum pakkin nú er í.
Tveir mans eru í bilinum,
tann 29 ára gamli og ein fjórði,
sum ongantíð bleiv ákærdur í
málinum. Teir gera eitt ørindi í
FK í Hoyvík, áðrenn leiðin ligg
ur út á Argir. Har verður pakk
in avleveraður til tann 23 ára
gamla og hin vinmannin í
20’unum, sum sita har og bíða.
Lítla løtu seinni verða allir fýra
handtiknir á nýggju brúnni út á
Argir.
Ein játtar seg sekan
Teir tríggir ákærdu, sum hava
verið í rættinum, eru altso teir
báðir, sum tóku móti pakkan
um á Argjum og hann, sum
rindaði fyri pakkan hjá TAKS
og heintaði hann hjá flutn
ingsfelagnum. Hin maðurin í
bilinum var skuldsettur, men
málið móti honum er seinni
slept. Maðurin, sum átti pakk
an, er tann, sum er til skips og
skal møta í rættinum seinni.
Ein av teimum trimum, ein
23 ára gamal maður, játtar seg
sekan og sigur seg vera høv
uðsmannin
aftan
fyri
alt.
Hann sigur, at hann hevur
havt ætlanir um at smugla
hassj til Føroya fyrr, men nú
fekk hann endiliga ein vin
mann til at hjálpa sær. Hann
lovaði hesum 50.000 krónur
afturfyri,
um
hann
kundi
skriva hansara navn og bústað
á pakkan.
Ætlanin var, at hesin so
skuldi fara eftir pakkanum,
men ólukkutíð var hann til
skips, tá pakkin kom. Tí var
neyðugt at fáa onkran annan
at fara eftir pakkanum, og tað
er her, at hinir báðir ákærdu
verða drignir inn í málið.
Sjómaðurin fær vinmannin,
eisini hann í 20’unum, at fara
eftir pakkanum fyri seg. Hesin
situr nú eisini á ákærubeinkin
um. Honum barst tó undan at
fara, og tí bað hann ein annan
vinmann, ein 29 ára gamlan, at
fara eftir pakkanum.
Vildi bara hjálpa vinmanni
Og hvør sigur nei til at hjálpa
einum vinmanni, tá ein onga
orsøk hevur at halda, at nakað
illgrunasamt er við pakkan
um?
Tann 29 ára gamli fer á
TAKS at tollavgreiða pakkan,
rindar tollin og fer síðani til
flutningsfelagið eftir pakkan
um. Seinni handar hann vin
manni sínum og tí 23 ára gamla
pakkan úti við AB-vøllin.
Hann noktar tó fyri, at hann
visti nakað um, at talan var
um hassj. Tað sama ger vin
maðurin,
sum
upprunaliga
skuldi fara eftir pakkanum.
Ákæruvaldið vil hava tann
23 ára gamla fongslaðan í átta
mánaðir, tann miðskeiðis í
20’unum í seks mánaðir og
tann 29 ára gamla í fimm mán
aðir.
Ákæruvaldið
hevur
lagt
dent á, at tann 23 ára gamli
hevur játtað seg sekan, men
hon trýr henni ikki, tá hann vil
vera við, at hinir báðir ákærdu
einki hava við málið at gera.
Hon heldur, at tað er ósann
líkt, at hann skal tora, at blanda
so nógv uttanfyristandandi
upp í málið, uttan at tey skulu
hava fingið lovað nakað aftur
fyri.
Funnu 20.000
krónur í bilinum
Hon vísir eisini á, at í bilinum
hjá honum, sum skuldi fara
eftir pakkanum, fann løg
reglan næstan 20.000 krónur í
einum Knorr suppuposa.
Hon heldur, at frágreiðingin
um, hvaðani peningurin kom,
er ivasom og ótrúverdig.
Ákæruvaldið vísir eisini á,
at í málum um rúsevni, er
ósketni eisini nokk til at verða
dømdur. Tað, at hvørgin teirra,
sum bleiv biðin um at heinta
pakkan, spurdi meiri um hann,
ger, at teir kunnu dømast, eftir
hennara tykki.
Ákærin heldur eisini, at tað
er illgrunavert, at tann 29 ára
gamli skal strekkja seg so langt
fyri ein mann, sum hann ong
antíð hevur møtt. At hann skal
heinta ein pakka og leggja
pening út fyri toll fyri ein
fremmandan, er í hesum førin
um illgrunasamt, heldur hon.
Hon vísir eisini á, at virði á
hesum næstan tveimum kilo
unum er 480.000 krónur, so
teir hava allir eina fíggjarliga
orsøk til at fremja lógarbrotið.
Ákærin ger vinagerðir
revsiverdar
Verjarnir eru sum vera man
púra ósamdir. Verjin hjá tí 23
ára gamla heitir á dómaran um
at lurta eftir sínum klienti, tá
hann sigur, at hinir báðir eru
ósekir. Sjálvur heldur hann, at
seks mánaðir man vera ríkiligt.
Tann 23 ára gamli er dømdur
fleiri ferðir fyrr fyri brot á
lógina um rúsevni og so seint
sum í septembur í fjør fyri at
smugla rúsevni. Hann manglar
enn at sita ein mánað av tí
dóminum, sum var fimm mán
aðir. Hann hevur eisini játtað
seg sekan í at hava 0,08 gramm
av MDMA og eina joint uppi á
sær, tá hann fyrr í vetur er
blivin steðgaður av løgregluni
í býnum.
Verjin hjá honum, sum átti
pengarnar, sigur, at ákærin
einki ítøkiligt prógv hevur lagt
fram fyri, at hann skal hava
vitað nakað um hassjið. Alt eru
spekulasjónir, sigur hann.
- At okkurt er undarligt og
virkar ótrúverdigt, er ikki
nokk til at døma fólk upp á.
Kanska
skuldi
hann
verið
meiri varin, men tað er ikki
revsivert
at
hjálpa
vinum
sínum. At 20.000 krónur liggja
í bilinum kemst av, at hann og
aðrir royna at samla sær pen
ing til at keypa onkrar gamlar
bilar, sum teir kunnu gera í
stand. Hesin játtar seg tó sek
an í at hava havt 10,25 gramm
av hassji uppi á sær, tá hann
bleiv handtikin, umframt ym
iska útgerð við hassjrestum á,
og at hava koyrt uttan koyri
kort.
Verjin hjá tí 29 ára gamla
átalar hart, at ákærin sigur, at
hennara maður hevur nakra
fíggjarliga orsøk til at fremja
hetta lógarbrotið. Sum tann
einasti av teimum trimum
hevur hann eitt fast starv, góð
fíggjarviðurskifti og støðug
lívsforhold annars.
- Hansara einasti feilur er,
at hann kanska hevur verið ov
góðtrúgvin. Hann hevði sett
alt upp á spæl, bæði yrkisleið
og familjulív, við at vera við í
nøkrum slíkum, sigur hon, og
vísir á, at ákærin við hesum er
í ferð við at gera vanligar ger
andishendingar, sum at leggja
pening út fyri onnur, illgruna
samar og revsiverdar.
Hon sigur, at einki bendir á,
at hann hevur vitað nakað um,
hvat var í pakkanum. Hon
heldur heldur ikki, at hann
kann lastast fyri ósketni, tí
hann hevði onga orsøk at
halda, at vinmaðurin, sum bað
hann heinta pakkan, skuldi
verið við í nøkrum ólógligum.
Manglandi prógv
Dómarin dømdi 23 ára gamla
mannin sekan og gav honum
seks mánaðir fongsulsrevsing
fyri lógarbrotini. Hinir báðir
blivu fríkendir fyri royndina
at smugla, men tann, sum átti
peningin, fekk 7.000 krónur í
bót fyri at at koyra uttan
koyrikort og fyri hassji, sum
var funnið uppi á honum.
Dómarin segði, at burtsæð
frá, at 23 ára gamli maðurin
hevði játtað seg sekan, so vóru
ov fá prógv í málinum, til at
hinir báðir kundu dømast.
Tann 29 ára gamli hevði
onga orsøk til at spyrja nærri
um pakkan, tí tað var ein góð
ur vinur, sum bað hann fara
eftir honum fyri seg, segði
dómarin.
Hin við pengunum burdi
kanska spurt seg betri fyri, tí
tá var talan um fólk, sum ferð
ast í einum hassjumhvørvi,
men dómarin helt, at mangl
andi prógvini áttu at koma
honum til góðar.
Tann 23 ára gamli fekk tó
eina seinastu heilsan frá dóm
aranum, við tilvísing til, at
hetta er fimtu ferð, at hann
verður tikin fyri brot á lógina
um rúsevni.
- Nú mást tú byrja at upp
føra teg ordiligt, segði hon.