Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Nú skal ein miðvís ætlan leggjast fyri, hvussu flot­ in hjá Strandferðsluni kann endurnýggjast. Tað sigur Heðin Mortensen lands­stýrismaður í sam­ ferðslumálum. Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, verður staðfest í nýggjastu sam­ferðslu­ ætlan­ini, at skipini hjá Strand­ferðsluni eru gomul og ótíðarhóskandi. Miðalaldurin er eini 30 ár og sostatt eru skipini hjá Stranderðsluni at samanberast við ellis­ akfør, stendur í sam­ ferðslu­ætlanini. Samferðsluætlanin, sum Landsverk læt úr hondum í farnu viku, stað­festir somuleiðis, at vein­asta loysnin er at endur­nýggja flotan. Og tað er júst tað, Heðin Mortensen nú fer at seta sjøtul á. –  Vit mugu koma burtur úr hesi støðuni og sostatt sleppa vit heldur ikki undan at leggja eina miðvísa ætlan fyri, hvussu skipini hjá Strand­ferðsluni kunnu endur­nýggjast, sigur lands­stýrismaðurin. Tí fer hann nú at leggja eina miðvísa ætlan fyri, hvussu flotin hjá Strandferðsluni kann endur­nýggjast. Seks nýggj skip Heðin Mortensen sigur, at í hesum sambandi hugs­ar hann um skip­ ini, sum skulu sigla ímillum meginlandið og út­oyggjarnar. Sostatt er talan um skip til Nóls­ oyar, Skúgvoy, Hest, Kals­ oyar, Svínoy og Fugloy. Og hann nevnir eisini siglingina til Mykinesar, hóast hon verður røkt av privatum. –  Eg haldi, at okkara upp­gáva er at tryggja útoyggja­fólki eina góðaa ferju, eisini teimum í Myki­nesi og tí er ein ferja til hesa rutuna eisini við í pakka­num, sigur hann. Hann sigur, at so má spurningurin eisini um­ røðast, um tað al­menna skal taka sigling­ina upp á Mykines aftur, ella um rutan, og kanska aðrar rutur við, verða útveittar til privat at røkja undir ávísum treytum. Hinvegin verður ikki brúk fyri Teistanum long­ur, tí um nøkur fá ár verður koyrandi til Sand­ oyar, og Smyril er lut­fals­ liga nýggjur enn. Heðin Mortensen sigur, at tað merkir, at talan er um at byggja Strand­ferðsluni seks nýggj skip til ruturnar til tær útoyggjarnar og til Nóls­oyar. Hann sigur, at talan er um eina íløgu upp á einar 300 milliónir krónur og endamálið er at leggja eina fimm til tíggju ára ætlan fyri at skifta øll skip­ini út. Hinvegin er ætlanin at selja Teistan, tá ið koyrandi er í Sandoynna, og fáast kanska einar 50 milliónir fyri hann. Sostatt er talan um 250 milliónir, sum lands­ kassin skal fíggjast og tað merkir, at einar 25 milliónir skulu setast av á fíggjarlógini um árið í 10 ár. Men stendur tað til hann, verður borið eitt sindur skjótari, og so skal meiri setast av, tí hann heldur, at tað er átrok­ andi, at Strand­ferðslan fær nýggj skip. Smíðað til endamálið Heðin Mortensen er samd­ur í, at hetta er tann einasta gongda leiðin, tí so fáa vit seks nýggj skip, sum eru smíðað til at sigla í baldrutum veðri í Føroyum, og sum eisini eru lagað til havnar­við­ur­ skiftini á útoyggj­unum. Men hann leggur aftur­at, at endamálið eig­ ur eisini at vera at skip­ini skulu líkast so nógv sum gjørligt fyri at tey kunnu brúkast á fleiri rutum. Harumframt verður tað smidligari hjá mann­ ingum at skifta ímillum, tí so koma teir ikki um­ borð á eitt fremmant skip, tí teir fara av einum skipi á eitt annað. – Nú má tað vera liðugt við at keypa brúkt skip, sum tíðin er runnin frá, longu áðrenn tey verða sett í sigling hjá Strand­ ferðsluni, leggur hann afturat. –  Ein annar stórur fyri­munur við eini ætlan, sum hesari, er at øll skip­ ini kunnu byggjast í Før­ oyum, og tað hevur eisini týdn­ing fyri samfelagið, leggur hann afturat. Heðin Mortensen sigur, at nú fer hann at leggja eina lidna ætlan um hetta fyri polit­iska myndugleikan við tí endamálið at fáa undir­ tøku fyri at seta hana í verk. Og eftir hansara tykki er tað neyðugt at fara undir ætlanina sum skjót­ast. Flotin hjá Strand­ferðsl­ uni er merktur av elli. Tað verður stað­festi nýggj­ astu sam­ferðslu­ætlan­ini, sum Lands­verk læt út hondum í farnu viku. Í dag hava Ritan, Sam og Ternan ikki loyvi til at lasta meiri enn trið­ing av tí, tey vórðu góð­kend til at lasta, tá ið tey komu. Og komu skip, sum hesi trý, í flotan í dag, høvdu tey ikki verðið góðkend til ferða­fólka­sig­ l­ing yvir­høv­ur, stend­ur í sam­ferðslu­ætlan­ini. Samstundir hava skip­ ini sjónlig ellisbrek og útreiðslurnar at halda tær, økjast al­samt. Teringur er í skrokk­un­ um, men tað er eisini ringt at útvega eyka­lutir, tí skipini eru so gomul, at eykalutir til tey verða ikki gjørdir long­ur. Ein onnur avbjóðing er, at um summarið eru tey ov lítil. Skal tørvurin verða nøktaður um summar­ ið, krevjast eitt ella fleiri skip afturat teim­um, sum longu eru í flotanum. Annars liggur í kortunum, at Strand­ ferðslan skal fáa eitt av­ loysara­skip, men í sam­ ferðslu­ætlanini verður dentur lagdur á, at trupulleikin verður ikki loystur við einum av­ loysara­skipi. –  Eitt avloysaraskip er í høvuðsheitum ein sjúkuviðgerð, men sjúk­ an stendur bara við og versnar. Hevur tú gamlan bil, sum skal ofta á verk­stað, er tað ikki tann besta loysnin at keypa tær eitt prutl at avloysa bilin. Tá er betri at keypa nýggjan bil. Og tað verður stað­fest, at einasta loysnin er at byggja nýggj skip, tí tað er næstan ómøgu­ligt at finna brúk­tar ferjur, sum eru hóskandi at sigla í Før­oy­um, og sum lúka gald­andi krøv. Men tað verður lagt afturat í sam­ferðslu­ ætlan­ini, at tað kortini verður neyðugt við ein­ um avloysaraskipi. Eitt avloysara­skip lekir ikki sjúkuna STRANDFERÐSLAN SKAL HAVA SEKS NÝGGJ SKIP ENDURNÝGGING Nú skal ein miðvís ætlan leggjast fyri at útvega Strandferðsluni seks spildurnýggj skip, sigur landsstýrismaðurin í samferðslumálum 300 MILLIÓNIR Hesi næstu árini skal Strandferðslan fáa 300 milliónir krónur til fleiri nýggjar ferjur, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum