týsdagur 12. februar 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Røddin er ikki heilt álvulig í
hinum endanum. Tað ríður um
niðurfaringartíð eitt sunnu
kvøld, og tá plagar telefontólið
at halda seg í skinninum í mun
til gerandisdagarnar í vikuni,
og tað var av sonnum álvari í
bivandi røddini. Og boðini
kløkkaðu, av sonnum, nú mær
varð sagt, at Andrias Petersen,
politikarin og kommunulækn
in hjá gøtufólki og leirvíking
um í eitt mannaminni, so brád
liga var slóknaður. Beint sum
hann skuldi fara í kirkju, small
hann í gólvið, og jarðiska lívið
fjaraði úr manninum, sum í
sínum
lívsgerningi
hevði
hjálpt so mongum upp á slætt
aftur, ið høvdu tørv á lækna
vísindaligari hjálp. Andvegis
deyðanum munar onki, hjá
ongum okkara, heldur ikki
teimum,
sum
kenna
ana
tomi´ina, hennara dygdir og
skroypiligheitir,
betur
enn
nakar annar. Hann var væl
eldri enn eg, og hóast vit ikki
vóru politiskir floksfelagar, so
brendu deyðsboðini seg rimm
arfast í sál mína, - ein rættur
heiðursmaður var fallin fyri
deyðans líggja alt ov tíðliga.
Maðurin sum ringdi var
bróður mín, ein av grannum
Andriasar uppi á Gørðum í
Syðrugøtu. Sum hálvur syðru
gøtumaður og fyri part upp
vaksin í bygdini, kennir man
hvørja kleyv, men hesin nýggi
býlingurin var ikki til í mínum
barnaárum. Tað var Andrias
heldur ikki, ikki í Gøtu, men
oyndfirðingurin, sum fyri part
vaks upp í Klaksvík, valdi at
gerast gøtumaður, og í hesum
leiklutinum stórtreivst hann.
Hann var væl lýddur í býling
inum, í bygdini og í læknadøm
inum. Hann var eisini trúgvur
ferðandi lækni hjá fótbólts
feløgunum GÍ og Víkingi, og
hartil sat hann rúma tíð í
fortandaraskapinum í Gøtu,
m.a. táið sambýlið í Norðragøtu
kom undir land. Hitti hann
stundum, táið eg legði leiðina
niðan á Garðar, og tað eru bert
fáir dagar hespaðir upp, síðani
eg rendi meg í hann í túninum.
Í ketilsdrakt, tað sást at hann
tókst við at mála eitthvørt, tók
hann sær av løttum eina løtu,
og vit fingu okkum eitt longri
prát – um mangt og hvat, men
dyljast kann neyvan yvir, at
politiska støðan í Føroyum og
úti í heimi áttu fyrstu raðfest
ing, nú tveir fyrrverandi løg
tings-
og
landsstýrismenn
spjallaðu saman undir Støðla
fjalli við Tyrli, Ritafjalli, Siga
tindi og Gøtunestindi sum
einastandandi og frábærum
leiktjøldum.
Tað var ein væl lærdur og
búgvin maður, ið setti seg nið
ur sum kommunulækni í Gøtu
í 1985. Tærið handan skalla
beinini hevur verið eyðsýnt.
Eftir realskúla í Klaksvík og
studentsprógv úr Hoydølum,
og síðani eitt ár sum vikarur
við Klaksvíkar skúla, velur
hann at matrikulera seg inn á
Keypmannahavnar Lærda Há
skúla. Hann ætlar at fáa og
fær læknaprógv haðani í 1977.
Árini 1980-1984 er hann fyri tað
nógva í Svítjóð, til tess at fáa
sær til vega serlæknaprógv í
almennum medisini. Onkuntíð
hesi árini er hann eisini til
skips
m.a.
við
togaranum
Skálabergi hjá Kjølbro. Sjólívið
hevði gjørt honum stóran
mun, eisini fíggjarliga undir
lestrinum, og hann róði ofta
aftur á hesa tíðina, sum hevði
rúmkað almikið um sjónarring
hansara.
Nú er tað søga, men øll vit,
sum hava ferðast á bonaðu
fjalunum á Tinghúsvegnum,
vita, at loftið á gamla tinghús
inum og roykirúmið í nýggja
tinghúsinum vóru bráðpann
urnar, har tey stóru orða
skiftini vóru hildin, og har tær
trivaligu yvirleveringarnar, frá
eldri
til
yngri
politikarar,
vórðu
transformeraðar
og
gandaðar ígjøgnum guvuna
frá brennandi vindlum. Royki
rúmið var maskinrúmið. Polit
iska smiðjan. Á tremur við
parlamentariskum løðingum.
Tvørtur um øll mørk. Parta
politisk stik. Kálvin, korridorin,
har nógv varð tosað og avrátt.
Um roykjarar eru meira sosi
alir enn vindilsandstøðingar,
veit eg ikki, men hendan ana
kronisman, roykjaraklivin, var
stútt og støðugt á tremur við
fólki, eisini teimum, sum hildu
tað vera eitt vánaligt hugskot,
at klivin yvirhøvur var til,
helst eitt átak frá løgtingsfor
manninum, Finnboga Ísakson,
sum hevði verið sjefdomptørur
í verkætlanini, at fáa tingfólki
frægari kor.
Ein av nógvum áhugaverd
um monnum og kvinnum, sum
tíðum frekventeraðu klivan,
var Andrias Petersen. Seinri
tók hann seg saman, og legði
ónolluna – roykingina – frá
sær. Hann hevði verið lands
stýrismaður í stjórnini hjá Ed
mundi Joensen frá 1994 til
1996. Í 2002 var hann valdur
løgtingsmaður, og sat á tingi
fram til 2011, táið hann valdi at
gevast sum politikari. Harvið
gingu vit um hvønn annan í
samfull 9 ár í politisku skipan
ini, og Andrias gjørdist av ein
hvørjari orsøk ein av teimum,
sum mær dámdi serliga væl at
samskifta við.
Í eini tíð, har individualistisk
rák flyta fólk frá flokki til
flokk, lopið verður av løðar
steini á løðarstein, alt eftir
sum politisku ættirnar skifta,
og kunnu vera mær og bara
mær til frama, kann Andrias
Petersen týpan kennast ómod
ernað, leivd frá fornari tíð,
men Andrias lat seg ikki syfta
av fótum, til tað vóru politisku
løðingarnar í sál og høvdi
hansara alt ov máttmiklar.
Hann var javnaðarmaður alt
sítt lív, - socialdemokratur.
Kálvføddur
betri
enn
tey
flestu, væl lisin í hugsjónini, og
norðurlendska
vælferðar
modellið, sum socialdemokrat
arnir eiga sín stóra ognarlut í,
var hansara mál og mið. Stútt
og støðugt. Áhaldandi. Árini í
Svítjóð
høvdu
havt
stóra
ávirkan á hann. Tað kendist
sum var hann meiri ávirkaður
av Branting, Per Albin, Erland
er, Palme, Carlsson og Göran
Persson enn av donsku social
demokratunum.
Og
hóast
Stefan Löfven fór yvir um
miðjuna eftir hjálp, til núver
andi stjórn sína, man tað hava
hóvað javnaðarmanninum í
Syðrugøtu, at floksfelagin við
Eystrasalt kortini sat fyri end
anum, táið til stykkis kom.
Vit vóru samdir og ósamdir.
Tosaðu um alt, og tað var
merkisvert so væl lisin hann
var um søgulig og politisk
viðurskifti kring um allan
heimin. Minnið var sum á fíli, -
og fáur kundi seta hann fastan.
Í loysingarmálinum vóru vit
ikki samdir, hann var reform
istur,
ikki
byltingarmaður,
men á hinari slóðini, í dráttin
um millum høgra og vinstra,
var ikki altíð so langt ímillum,
- tað ræður um at vinnulívið
fær frælsi til at liva og virka,
men samstundis eigur at verða
borið so í bandi, at umfordeil
ingin av samfelagsins virðum
kemur øllum til góðar, fyri at
óneyðugar gjáir ikki skulu
taka seg upp ímillum landsins
borgarar. Tað snýr seg um eitt
virðiligt lív hjá øllum. Tað
ræður um eina meskavídd sum
Hugsjónaðarligt treysti og treytaley