Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 NØVN ysur trúskapur ger, at ongin dettur niður ímill­ um. Styrkin í samfelagnum verð­ur mátað eftir hvussu hin ring­ast staddi hevur tað í ger­ andis­degnum. Social­demo­ krat­isku arkitektarnir Palme, Kreisky og Brandt, og bræva­ skifti teirra millum, vóru ofta uppi at venda, og virðingin var stór. Andrias var ikki bara ein vanligur javnaðarmaður, hann hevði umvegis hugsjónaðarliga føði funderað ein politiskan sokkil, sum ikki var til at vika. Ongi tilvildarlig tíðarrák kundu taka hann av fótum. Har­til var hann løddur við ein­ um viðføddum trúskapi – loyal­iteti – sum ongantíð sveik. Hann akslaði síni skinn við socialdemokratismuna og við Føroya Javnaðarflokk. Líka­mikið hvussu tað annars leik­aði í, hvussu hart tað rak á kíkin, bognaði hann ongantíð. Hann var Javnaðarflokkurin og flokkurin var hann. Eitt og tað sama á hesum mótinum. Andrias var skemtingarsamur mað­ur, tað varð skotið báðar vegir, og onkuntíð argaði eg hann við hesum, at hann líkt­ ist einum føroyskum Andrei Andreyevich Gromyko, sovjet­ iska uttanríkisráðharranum í ára­tíggu. Josef Stalin segði eina­ferð um loyalitet hansara, Gromyko, at fekk hann boð um at seta seg á endan við ber­ um skinni á eitt ísfjall, so flutti hann seg ikki aftur fyrrenn hann fekk boðini um hetta. Flokk­urin og samfelagið stóðu oman­fyri individið. Brúk kundi verið fyri politikarum av hes­um kalibrinum í dag, nú landið skríður skært í avhopp­ ar­um, og floksformenn hava ilt við at navigera í parla­ment­ ar­ismuni av berum illoyaliteti, ráks­núni og eginsókn. Í nøkur ár sótu vit saman í løgtingsins mentanarnevnd. Andrias var formaður, og hetta var tíðin, táið hin stóra fjøl­ miðla­semjan varð gjørd. Sum lundi á jólanátt, at allir teir stóru flokkarnir á tingi taka seg saman um semjur í stór­ mál­um, og ikki minst Andriasi, stóra diplomatinum, fyri at takka, fekst sátt um hetta stórmál. Hesa tíðina ferðaðist nevndin eisini uttanlanda. Í Álandi og Svítjóð. Blídliga fólki í Álandi tók væl ímóti okkum, og formaðurin var sum á heimabeiti, táið vit vitjaðu svensk­ar ráðharrastovur og stovn­ar. Ein ógloymandi ferð, sum tað mangan verður tikið til, táið tey í ferðalagnum renna seg í hvønnannan so av og á. Andrias Petersen var ein gjøgn­umkultiveraður maður. Væl lisin, sum sagt, í flestu sjangr­um. Hugsjónaðarliga dygt kálvføddur. Málsliga væl fyri. Góður kvøðari. Dugdi at syngja uttanat. Fólkakirkjan, Bíblian og sálmarnir vóru hans­ara trúarliga univers. Hann var høviskur. Lurtaði, - hevði virðing fyri øðrum og var rúmur í tanka. Hann stóð und­ir liðini á minnilutunum, og hann risti t.d. ikki á hond­ un­um, táið atkvøðast skuldi um 266b-málið. Í tí meldrinum, turbulensinum og gora­gang­in­ um vitsti hann, at tað fór at kosta honum atkvøður í Eyst­ ur­oyar valdømi, men hann fylgdi sannføringini – kosta hvat ið tað kosta vildi. M.a. av hes­um kemur hann at standa sum ein drangur í søguliga ljós­inum, maðurin sum ikki lat seg taka av fótum, heldur ikki táið mest stóð á stórviðinum og tíðarhvirlurnar hóttu við at foykja alt oman av funda­ ment­inum. Andrias hevur verið ein sera væl dámdur kommunulækni, og hann hevur virkað sum lækni heilt fram til hendan dag­in, táið hann slóknaði og legði leiðina heim í eina av himmalsku tjaldbúðunum. Tað vardi meg ikki hendan dagin, uppi á Gørðum, at hetta var seinasta ferðin eg fekk orðið á hann. Tú fór altíð ríkari frá eini samrøðu við hendan fróð­armannin, enn táið tú komst á tal við hann. Í rúgvuni eru tað nøkur fólk, sum í sam­ skiftinum geva tær eitt íkast, Andrias var ein slíkur. Tí kendi man seg eisini væl í hansara námind. Ein hollur, fryntligur, hugfarsligur, lívsjáttandi, klók­ ur og heilur maður er fallin. Ein skansi hjá Føroya Javn­að­ ar­flokki er tikin av grundini. Før­oyar hava mist ein góðan son. Mestur er saknurin kortini hjá tær Katrini og børnunum Arna og Jóhonnu og grann­un­ um uppi á Gørðum í Syðrugøtu, har hann hevði ein serligan autoritet, ein kastali, ið varð spurd­ur, tá harðast leikaði á. Hug­sjónaðarligt treysti og treyta­leysur trúskapur var hansara aðalmerki, í lívinum og á politiska pallinum – tá hev­ur maður ikki livað til fá­ nýtis. Mátti Hann, Harrin, ið øllum valdar, tikið sær væl av mínum gamla politiska kollega – Andri­asi Petersen. Tórbjørn Jacobsen Minningarorð um Andrias Petersen Nú sólin alt síðan stytsta dag so líðandi hevur togað seg hægri og hægri upp á himmal­hválvið, og vit frøast um sigrandi ljósið og tilstund­andi várið, so við eitt, so verða vit mint á orðini í sálminum, “At best sum sólin fagrast skín­ur, deyðin inn um dyrnar trínur”. Og henda sunnudagin var tað Andrias Petersen, sum varð fluttur um sýn bert 71 ára gamal. Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høvur, nú vit hava mist ein sera dugnaligan og trúgv­an starvsfelaga gjøgnum mong ár. Andrias varð føddur í Oynd­arfirði 8. juni 1947 sonur Martinu og Arna Petersen. For­eldrini búsettti seg í Klaks­vík seinni, haðani pápin sigldi. Hann var úr Oynd­ar­firði og hon av Eiði. Í hesum liv­andi og virkna býi vaks Andrias upp og livdi síni ung­linga­ár, áðrenn leiðin lá fyrst til Havnar og so niður til Dan­markar at nema sær útbúgving. Hann tók lækna­ prógv í 1977 í Keyp­manna­ havn. Seinni flutti hann til Svør­íkis at arbeiða sum lækni og at útbúgva seg til komm­ unu­lækna. Heimafturkomin gjørdist hann fyrst komm­ unu­lækni í Rúnavík, síðan í Havn, áðrenn hann tók við komm­unulæknastarvinum í Gøtu, sum hann røkti í sam­ full 30 ár fram til 2015. Andrias var giftur við Katr­ini Zachariassen, sum er ættað av Sandi. Tey búsetti seg í Syðrugøta, og Katrin fekk starv sum lærari við Handils­skúlan á Kambsdali. Tey fingu tvey børn, sonin Arna og dóttrina Jóhannu. Nú Andrias legði árarnir inn, so áttu hann og Katrin fimm abba- og ommubørn. Heilt frá ungum árum var Andrias javnaðarmaður. Hjá honum vóru tað korini hjá vanliga fólkinum, sum lógu honum fremst á sinni. Hann gjørdist tí virkin í Eysturoyar Javnaðarfelag og sat sum limur í kommununi í Gøtu frá 1994 til 2004. Tá nýggj samgonga varð skipað í sept. 1994 varð Andrias Petersen valdur sum lands­stýrismaður í almanna- og heilsu­málum. Hetta var í kjalarvørrinum av stóra hótta­fall­inum, sum hevði rakt landið tvey ár framman­und­ an. Javnaðarflokkurin hevði havt eitt stak vánaligt val, har flokkurin fór úr 10 niður í 5 tingsessir, men Andrias var til dystin fúsur. Hetta vóru málsøkini, sum høvdu hans­ ara størsta áhuga, umframt at hann sum lækni hevði stóra vitan um júst heilsumál. Og ikki kann sigast annað enn at væl hilnaðist hjá honum sum lands­stýris­mað­ ur, og vann hann sær stóra virð­ing millum manna. Við løgtingsvalið í 2002 varð Andrias valdur løg­tings­ maður. Hesa tíðina sat flokk­ ur­in í andstøðu, og hetta var tíðin, tá fullveldisbylgjan var í hæddini. Hann varð aftur­ valdur á valinum í 2004, og tá var flokkurin aftur í sam­ gongu og hevði leiðsluna við løg­manni. Valskeiðið 2008 og fram til 2011 sat Andrias sum varamaður á tingi, men still­ aði ikki uppaftur í 2011. Andrias hevði eitt blídligt og fyrikomandi lyndi. Hann tók alt á sín egna hóvliga og skilagóða hátt. Hann var drúgv­ur og djúpur í kjak­in­ um, og ongantíð lat hann seg taka av fótum, tí hansara polit­iski grundvøllur var tryggur sum kletturin. Hann hevði eina sera breiða vitan um samfelagslig viðurskifti ikki bara her hjá okkum, men eisini burtur í heimi. Tað er eingin loyna, at tíðin, hann búði í Svøríki, hevði havt stóra ávirkan á hann, serliga pol­tiskt. Hann var hugtikin av svenska vælferðar­sam­fe­ lagn­um, og mangan tók hann dømir um hetta fram, tá hann førdi fram røðu á tingi. Tá Andrias slapp at greiða frá um “Folkhemmet”, tá var hann í essinum. Sum fáur annar, hevði Andri­as eitt sera gott minni. Hon­um nýttist ikki at leita upp­lýsingar fram, sum vit gera nógv av í dag, tí hann hevði flestu hesar sum van­ liga vitan. Hendingar, árstøl og ikki minst ættarbond visti hann bara, og tí var hann altíð sera áhugaverdur í kjaki og práti. Stóri áhugi hansara fyri samfelagnum gjørdi, at hann fylgdi ómetaliga væl við øllum tí, sum fyrifórst rund­an um hann. Ikki minst man eisini GÍ og Víkingur hava nýtt væl av tí áhuga, sum Andrias hevði fyri sínum nýggju heima­lið­ um. Fáir mundu dystirnir vera í Sarpugerði, sum hann ikki sá, og var ein uttan­lands­ ferð við GÍ og seinni Víkingi, so var Andrias við sum lið­ lækni. Gøtufólk og eysturoyingar hava mist sín gamla komm­ unu­lækna, sum var millum teirra í trý áratíggjur og skapti tryggleika. Eisini vit í Javnaðar­flokk­ in­um hava mist. Andrias veitti flokkinum ein trúgvan og drúgvan stuðul. Altíð førdi hann seg fram við tí positiva og vælviljaða politiska boð­ skap­inum. Hesa klóku og vísu rødd fara ivaleyst mong javn­aðarfólk at sakna. Men størstur er missurin hjá tykkum hansara kæru Katrini, Arna og Jóhonnu við familjum, nú hann so brádliga varð tikin burtur. Flokkurin vísir tykkum størstu sam­ kenslu. Hann, sum øllum valdar, hann hjálpi og styrki tykkum í ókomnum døgum. Javnaðarflokkurin takkar Andreasi Petersen fyri ta orku og tað ídni, hann legði í pol­itisku uppgávuna at flyta landið fram á leið. Við hesum orðum lýsa vit frið yvir minnið um javnað­ ar­mannin Andrias Petersen. Javnaðarflokkurin