Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Hjartaliga tillukku til verðins bestu ÁsuOmmu Vit hava verið vælsignað við ikki bara einum, men tveim­ um heimum í heimsins nalva, Hoyvík. Hóast tú altíð ert í holt við at avrika okkurt stórt (og hóast tú ongantíð vilt viðganga, at tað tú fæst við er stórt) hevur tú altíð tíð til okkara stóra flokk. Tykk­ ara heim  er og  hevur altíð verið opið  fyri okkum,  eitt trygt stað at koma til, um tað so var til ein temunn millum tímarnar í Hoydølum ella sum samlingsstað, tá øll 30 koma saman.  Óteljandi eru teir dagar og tær nætur, tú og abbi hava ansað okkum øll­ um. Tað er nokk so, at ein fær tað ein gevur, og tí er tað ikki løgið,  at alt verður lagt til síðis, og flogbillettir keyptar, tá tú og abbi fylla 80. Tit hava lagt so nógvan kær­leika og ikki at gloyma vís­dómsorð í okkum, at vit ong­antíð til fulnar kunnu takka tykkum - men vit vilja tó royna. Hjartaliga tillukku við degn­um, góða besta omma!   Ynskja Halgir, Eva, Marianna og Katrin. Ása Ellefsen 80 14. februar fyllir Ása Ellefsen í Hoyvík 80 ár. Ása vaks upp í Miðvági, hon er dóttir Sofíu, fødd Højgaard, heilsusystir úr Rituvík, og Elias Ellefsen, keypmann, úr Miðvági. Ása var triðja barnið av tilsamans átta systkjum, og hini eru Pauli Ellefsen, sáli, Petur Ellefsen, Jens Eli Ellefsen, Svend Aage Ellefsen, Jana Højgaard Pet­er­ sen, Eyðna Højgaard Dalsgaard og Jóna Højgaard Jensen. Ása gekk í preliminerskúla og tók studentsprógv í Havn. Síðani fór hon til Keyp­manna­ havnar, har hon lærdi til labor­ ant á Bispebjerg Hospitali. Heim­afturkomin starvaðist hon sum laborantur á Lands­ sjúkra­húsinum, til hon fór á Lær­araskúla, har hon fekk prógv sum lærari í 1981. Eisini hev­ur hon eftirútbúgving sum ser­lærari. Ása fekk sálarfrøðiligt em­ bætis­prógv sum cand. pæd. psych. í 1990. Hon hevur aut­ orisasjón frá Dansk Psykolog­ nævn og hevur góðkenning frá Almannaráðnum sum barna­serkøn. Hon hevur ar­ beitt sum ráðgevi í barna­ vernd­armálum hjá fleiri kommunum og í sambandi við rættarmál. Eisini hevur hon und­irvíst lesandi innan sjúkra­ røkt og hildið fyrilestrar á stovn­um og fyri dag­røkt­ar­ mamm­um kring landið. Ása starvaðist sum leiðandi skúla­sálarfrøðingur í Ser­náms­ frøðiligu Ráðgevingini á Lands­ skúlafyrisitingini í árun­um 1991 til 1994. Hon var skúla­sál­ ar­frøðingur og deild­ar­leið­ari á Sernámsdeplinum til apríl 2001. Saman við Maritu Petersen, sálu, hevur Ása granskað í autismu hjá føroyskum børn­ um og ungum. Verkætlanin varð framd í samstarvi við Ser­ námsdepilin og við Christoph­ er Gillberg, professara við lærda háskúlan í Gøteborg. Ása hevur arbeitt sum priv­ at­praktiserandi sálarfrøðingur í nógv ár. Eftir at hon av­mark­ aði hesar uppgávurnar, fór hon á Fróðskaparsetrið at lesa før­oyskt, haðani hon gjørdist bachelor í føroyskum máli og bók­mentum í 2010. Eisini hevur hon lært seg spanskt tungu­mál. Seinastu árini hevur Ása týtt nógvar bøkur til føroyskt, serliga barnabøkur fyri Bóka­ deild Føroya Lærarafelags. Úr rúgvuni kunnu nevnast Drong­ urin í stríputum nátt­klæð­um, Drápsmansapan, Ótrú­liga søg­ an um Sally Jones og mangar fleiri. Haruframt hevur hon bundið og broderað føroysk klæði til børn og ommubørn, og hon hevur bundið fitt av pløgg­um, sum verða seld í Heima­virkisfelagnum, har Ása eisini er virkin. Ása giftist í 1962 við Halgiri Winther Poulsen, sakførara. Tey fluttu til Hoyvíkar í 1967, har tey hava búð síðan. Ása og Halgir hava børnini Niels, Elina, Kristionnu og Jógvan Elias. Tey hava 12 ommu- og abbabørn og 3 langommu- og langabbabørn. Føðingardagin heldur Ása fyri innbodnum heima á Hvíta­nesvegnum, og gestirnir verða familjan og næstu skyld­ fólk, sum telja útivið 100 fólk býtt á fýra ættarlið. Vit ynskja Ásu hjartaliga til­ lukku við stóra degnum. Minnist til haldargjaldið