Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 Øllum tykkum mongu, sum komu í Betesda, sum vóru við til at gera mær 75 ára føðingardagin hugnaligan og stórslignan, 30. januar, eitt kvøld, sum fer at standa ríkt í minninum, so leingi minnið er tøkt, takki eg hjartaliga. Tøkk til Sangkórið í Ebenezer, Betesdakórið og 17 Sangarar, sum vóru við til at fylla hølið bæði við kórsangi hvørt sær og saman og ikki minni, tá holli felagssangurin rungaði. Tøkk fyri gávur, gávur til trúboðarar ið virka úti í heimi, blómur, tøkk til tykkum sum ringdu, sendu teldupost og á messenger, sms’aðu og eisini tykkum, sum á FB sendu mær heilsanir. Tøkk til øll tykkum, sum stóðu fyri og gjørdu samveruna aftaná so hugnaliga. Hjartans tøkk øll somul. Jógvan við Keldu Tøkk Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið vístu samkenslu og hjálpsemi tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Ása Valborg Michelsen doyði og fór til gravar. Takk til øll tykkum sum vóru um hana, vitjaðu og vóru góð við hana. Takk til starvsfólkini á Ellisheiminum, sum hava verið so dugnalig, fitt og blíð og hava gjørt, at mamma okkara dámdi so sera væl at búgva har. Starvsfólk á Landssjúkrahúsinum skulu hava eina stóra takk fyri góða hjálp og umsorgan. Takk fyri hjálp til jarðarferðina og ervið. Takk fyri heilsanir, blómur og kransar. Takk til sangarar og til øll tykkum ið fylgdu. Eisini hjartans takk til Hera Joensen, prest. Fyri tey avvarandi Chirstin, Hans Jákup, Vagnur, Tórbjørn og Leivur Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og bróður okkara Hans Edmund Olivur Kristiansen f. 15.12.1948 d. 23.11.2018 andaðist og varð jarðaður. Takk til Hera Joensen prest, kirkjutænarar, sangarar, berðarar og Seinasta Heilsan. Takk fyri vitjanir, bakstur og hjálp til ervi. Takk fyri blómur og kransar. Takk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjurnar vegna Eyð Heimur og Haraldur við familjum. Tøkk Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum á ymiskan hátt, mintust okkum á okkara gullbrúdleypsdegi, 28. desember. Maria og Alli Tøkk Øllum tykkum, sum vóru við til at gera okkara gullbrúdleyp til ein ógloymandi dag, vilja vit takka hjartaliga. Takk øll tit, sum hjálptu til á ymiskan hátt. Takk fyri gávur og heilsanir og takk til tykkum - bæði nær og fjar - sum ikki vóru saman við okkum, men sun ringdu og skrivaðu til okkum. Vit ynskja tykkum eitt gott og av Harranum signað nýggjár. Heilsan Torgerð & Immi TANN FØROYSKI BIÐIMAÐURIN Vit hjálpa døgnið runt +298 51 30 70 Vit hjálpa eisini við flutningi frá og til føroyar Kistur Líkverja Kistuprýði og kransar Prenta sangheftir Líkvogns koyring Skipa fyri ervi Gravsteinar Røkt av gravstað Samskifti frá byrjan til enda Les meira www.sh.fo Vit røkka allar føroyar - Norðoyggjar, Eystur og Streymoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy Tórsgøta 1, FO-110 Tórshavn Minnist til haldaragjaldið