týsdagur 12. februar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
FÓTBÓLTUR
40 ára minni: Toppskjúttin minnist við gleði aftur á framúr 1979, tá ið svenski Ronny
Gunnarsson var oddamaður hjá ÍF, sum vann fyrsta og higartil einasta meistaraheitið
Jóannes Hansen
Tað verður av álvara talt niður
til 2019 kappingina í fótbólti.
Venjingardystir eru fleiri ferð
ir um vikuna, og avrikini og
úrslitini eru grundarlag undir
metingum um, hvussu tað fer
at vignast í 2019.
Favorittarnir verða roknaðir
at vera meistararnir í fjør, HB,
og B36 og so kanska okkurt
annað lið. Spurningurin lúrir
alla tíðina, um tað skal eydnast
onkrum av teimum smáu at
spæla favorittunum eitt puss.
Vel eitt árstal, verður við
hvørt og í heilt ymsum høpum
tikið til. Tá plaga hugfarsligu
fuglfirðingarnir at vera skjótir
og svara 1979.
Hetta er fótbóltsárið, sum
framvegis stendur fremst í huga
num hjá ÍF. Í 2012 og 2013 vann
ÍF silvur. Fyrrverandi danski
landsliðsspælarin
Flemming
Christensen var venjari í 2012, og
Albert Ellefsen var venjari í 2013.
Fyrra árið streyk EB/Streymur
avstað við meistaraheitinum, og
í 2013 var tað HB, sum vann FM.
Tað eru fjøruti ár síðani
fuglfirðingar vunnu FM. Tað
hevur verið upp, og tað hevur
verið niður í fótbóltinum í
Fuglafirði hesi fjøruti árini.
ÍF hevur fleiri ferðir verið í
næstbestu deildini. Nú bíðar
nýggj avbjóðing í bestu deildini.
Takið er at sleppa undan
beinanvegin at flyta niður
aftur. Fyri fjøruti árum síðani
var tað undan kappingarbyrjan
ikki tosað so nógv um, at ÍF
taldist millum FM favoritt
arnar.
Men eftir 4-2 sigurin á úti
vølli ímóti HB í fimta umfari,
sum var 20. mai spáddi John
Kjær, sum tá skrivaði um ítrótt í
Sosialinum, at ÍF var á veg móti
fyrsta føroyameistaraheiti sín
um.
Toppskjúttin og liðið
20 ára gamli Meinhardt Dalbúð
var ein av sjey spælarum, sum
var millum teir fyrstu ellivu í
øllum dystunum. Tá vóru átta
lið í bestu deildini, og harvið
Í FUGLAFIRÐI
ER TAÐ FYRI
OG EFTIR 1979
ÍF meistaraliðið í 1979. Aftanfyri frá vinstru: Ronny Gunnarsson, venjari, Meinhardt Dalbúð, Jón Nolsøe Olsen, Sonni Jensen, Pól Eldevig, Abraham Hansen (Løkin), Kristian Petersen,
Hans Elias Joensen, Jan Nielsen, Herman Midjord og Petur Simonsen, formaður. Frammanfyri frá vinstru: Birgir Thomsen, Steinbjørn í Lambanum, Ovi Joensen, Sam Jacobsen,
Kaj Eli Poulsen og Áku Petersen. Myndin er tikin í skúlagarðinum. Um støðurnar vóru soleiðis í Fuglafirði, nú vøllurin varð gjørdur av nýggjum, at liðini skiftu í skúlanum