Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 TÍÐINDI var dystartalið fjúrtan. Meinhardt Dalbúð var eyð­ sýndur toppskjútti. Hann skoraði seytjan mál ella meiri enn eitt mál í miðal. -Vit vunnu ellivu dystir, og tríggir endaðu við janvleiki. Fyrsti javnleikurin var í øðrum umfari, tá ið vit í ikki frítt av kava vóru á Sevmýri. Mín góði vinur Trond Nolsøe legði TB framum eftir eitt lítið korter, og tað eydnaðist mær at javna, tá ið eitt lítil korter var eftir. Vit roknaðu TB at vera millum stóru favorittarnar at vinna FM, tí TB átti so nógvar góðar spælarar. At Sosialurin longu eftir fimta umfar róði framundir, at ÍF var møguligur FM vinn­ari, órógvaði kanska ungu fugl­ firðingarnar: -Kanska var tað soleiðis, tí í tveimum teimum næstu dyst­unum endaði tað javnt – á heimavølli ímóti VB og á útivølli ímóti B36. Men so vunnu tit sjey dystir á rað og harvið FM? -Ofta var tað tætt, men hvørja ferð varð tað so at siga stong inn hjá okkum. Saman­ haldið var framúr, og hetta var eitt av árunum, tá ið vit ikki vóru darvaðir av skaðum. Tøl­ ini siga, at bæði TB, sum endaði næstfremst, og HB, sum endaði á triðja plássi, skoraðu fleiri mál, enn vit gjørdu. Tølini siga eisini, at verjuparturin hjá okk­ um var væl betri, enn hann var hjá hinum liðunum. Tað fóru bara níggju mál ígjøgnum hjá okkum, meðan tað fóru átjan ígjøgnum hjá TB og tjúgu hjá HB, vísir Meinhardt Dalbúð á. Nógvu tey síðstu umførini var liðið mannað soleiðis: Ovi Joen­sen – Kaj Eli Poulsen, Her­ man Midjord, Kristian Peter­ sen, Áku Petersen – Sonni Jensen, Sam Jacobsen, Abra­ ham Løkin – Jan Nielsen, Mein­ hardt Dalbúð, Birgir Thomsen. Eingislki Dave Jones var fremsti maður fyrstu um­ før­i­ni, men so fór hann av landinum. Abraham Løk­in var but­urstaddur í út­búgv­ingar­ ørindum. Tí vara hann ikki við í fyrstu umførunum. -Ronny Gunnarsson úr Svøríki var venjari. Hóast hann bara var 24 ára gamal, so hevði hann framúr gott tak á okkum. Vit fóru beinanvegin eftir nýggj­ár undir fyrireikingarnar, og vit vandu fýra og fimm ferð­ ir um vikuna. Dystardagar møttu vit klokkan 8.30 at venja eina løtu. At vit vóru í so góðari venjing, og at vit vóru so svangir eftir at røkka tí, sum vit ongantíð áður høvdu megnað, hjálpti heilt væl til, heldur Meinhardt Dalbúð. At fótbóltsevnini vóru góð hevði ÍF víst við at vinna ung­ lingadeildina í 1975. Fleiri av hesum unglingunum vóru saman við veteranum, sum dugdu væl við ungu monn­ unum, við til at manna FM liðið: -Sam Jacobsen og Áku Peter­sen vóru ávikavíst 31 og 30 ára gamlir. Tað er undar­ ligt við aldri. Nú haldi eg fótbóltsspælarar um tredivu ára aldur at vera upp á tað besta. Í 1979 hildu vit ungu teir báðar vera heilt gamlar. Mið­ verjin Herman Midjord var 27, Hans Elias Joensen, sum fyrstu umførini var vongverji í høgru, var 26, Birgir Thomsen, sáli, sum var framúr í vinstru, var 24, og so vóru teir flestu av hinum um 20 ára aldur, greiðir Meinhardt Dalbúð frá. Ikki bestu fyritreytirnar At tað skuldi eydnast ÍF at vinna FM var tað ikki nógv, sum bendi á, tá ið tað fyri fjøru­ ti árum síðani varð farið undir 1979 kappingina. HB vann FM í 1978, og TB varð roknað at vera heilt væl fyri, og ÍF hevði ongantíð verið í nánd av meistaraheitinum. Hetta árið varð vøllurin í Fløtu­gerði gjørdur av nýggjum. Hann var bæði breiðkaður og longdur. -Tað bar við sær, at vit vandu á Skála og spældu heima­dystirnar í Gøtu. Vit skiftust um at koyra út á Skála. Nevndin helt okkum til og tænti okkum soleiðis, at vit kendu umstøðurnar at vera fram­úr góðar. Petur Simonsen var formaður, Poul Jákup Mohr var kassameistari, og Sonni Jensen, sum spældi við og var liðformaður, var eisini í nevnd­ini. Vit bíðaðu spentir eftir, at vøllurin skuldi verða so frægt liðugur, at tað kundi bera til at spæla heimadystirnar í Fuglafirði, og soleiðis var tað, tá ið vit eftir stutta summar­ steðgin fóru undir avgerandi um­førini, minnist Meinhardt Dal­búð, hvussu tað var fyri fjøruti árum síðani. Avgerandi løturnar ÍF og TB lógu stavn um stavn í FM stríðnum. Tí var talan um lyklauppgerð, tá ið TB í fyrsta umfarinum eftir summar­steðg­ in – sunnudagin 12. august – var gestur á umvælda vøllinum í Fløtugerði: -Hóast líkindini vóru vána­ lig, so var áskoðarafjøldin heilt stór. Vit vunnu 3-1. Danski venj­ arin hjá teimum Henning Jen­ sen javnaði við brotssparki, eftir at eg hevði verið so heppin í okkara fyrsta álopi at leggja okkum framum. Í seinna hálvleiki skoraði Birgir Thom­ sen, sum av álvara var í hopla, tvey mál, minnist Meinhardt Dal­búð. -So vóru útidystir í Miðvági og Klaksvík á skrá. Í Miðvági vunnu vit 2-0, og í Klaksvík vunnu vit 5-0. KÍ var illa fyri, og vit høvdu bóltin níggju ferð­ir í netinum, men Nemus koll­dømdi fýra mál. So var av­ bjóðingin, at sigursvanda HB vitjaði í Fuglafirði. Hóast Jan Nielsen legði ÍF fram­um, so lá ÍF undir eftir fyrra hálvleik. Kári Nielsen javn­aði, og Helgi Olsen stútaði HB framum, eftir at Eyðfinn Lam­hauge legði innfyri, skrivaði Sosialurin. Bein­an­ vegin eftir steðgin trýsti ÍF, og tað bar tvey mál og harvið 3-2 sigur við sær. Meinhardt Dalbúð javnaði við høvdinum, eftir at Sonni Jensen hevði lagt innfyri við horna, og átta minuttir undan leikloki skoraði Mein­hardt Dalbúð sigursmálið við knænum, skrivaði Sosial­ urin. -Aftur hesa ferð var tað avgerandi, at vit vóru í so fram­úr góðari venjing, minnist topp­skjúttin aftur á 1979. Í næstsíðsta umfari stóð á gomlum nøglum á Vágseiði, men tað eydnaðist Birgir Thom­sen at skora einasta málið, tá ið ein tími var farin. Fuglfirðingar fóru til hús við 1-0 sigri. Síðsta um­far var 30. september, og tá hevði ÍF vitjan av B36, sum endaði á fjórða plássi. ÍF vann 3-1. Meinhardt Dal­ búð setti hol á, so javnaði Andreas Vatnhamar fyri B36, og undan steðginum legði Abra­ ham Løkin heimaliðið framum aftur. Tólv minuttir undan leikloki var fagnaðurin øgiligur, tá ið Meinhardt Dalbúð økti til 3-1. Rakettir, kanónsløg og nógv annað fýrverk varð futtað av, tá ið fuglfirðingar fegnaðust um fyrsta og higartil einasta FM heitið, ber til at lesa í Sosiali­num. -TB var bara eitt stig aftan­ fyri okkum, so vit høvdu knívin á barkanum, tí vit roknaðu heilt víst við, at TB fór at vinna á heimavølli ímóti NSÍ. B36 var væl upplagt, og kanska vóru vit darvaðir av støðuni, men vit vunnu, og vit vóru ógvuliga fegn­ir, minnist Meinhardt Dal­ búð. 1979 er framvegis nakað heilt ser­ligt hjá fuglfirðingum. Hagtøl: faroesoccer.com 2204 ÍF - NSÍ 3-1 2904 TB - ÍF 1-1 2405 ÍF - MB 2-0 1305 ÍF - KÍ 4-0 2005 HB - ÍF 2-4 2705 ÍF - VB 1-1 807 B36 - ÍF 0-0 2207 NSÍ - ÍF 0-2 1208 ÍF - TB 3-1 1908 MB - ÍF 0-2 209 KÍ - ÍF 0-5 1609 ÍF - HB 3-2 2309 VB - ÍF 0-1 3009 ÍF - B36 3-1 ÍF 1979 Meinhardt Dalbúð ÍF 17 Kári Nielsen HB 11 Trond Nolsøe TB 11 Birgir Thomsen ÍF 6 Dave R Jones ÍF 5 Jan Nielsen ÍF 3 Abraham Løkin ÍF 1 Sonni Jensen ÍF 1 Málskjúttar 1979 Aldur Dystir Ovi Joensen 21 14 Áku Petersen 30 14 Kristian Petersen 21 14 Herman Midjord 27 14 Sonni Jensen 20 14 Birgir Thomsen 24 14 Meinhardt Dalbúð 20 14 Kaj Eli Poulsen 22 13 Jan Nielsen 21 13 Sam Jacobsen 31 13 Abraham Løkin 20 8 Dave R. Jones 25 7 Pól Eldevig 18 4 Hans Elias Joensen 26 2 Finnur Eliasen 20 1 Páll Beder 25 1 Steinbjørn í Lambanum 26 0 Ingimund Hansen 19 0 Jón Nolsøe Olsen 19 0 Venjari Ronny Gunnarsson 24 ÍF spælarar 1979 FÓTBÓLTUR 1979 støðan ÍF 14 11 3 34 9 25 TB 14 11 2 44 18 24 HB 14 8 2 39 20 18 B36 14 4 4 21 30 12 MB 14 3 5 22 27 11 KÍ 14 3 4 18 36 10 VB 14 1 6 18 33 8 NSÍ 14 0 4 12 35 4