týsdagur 12. februar 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1
. LÝS TEG SJÁLVa/n VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
treisk, sosial, ábyrgdarfull
2
. Hvar starvast tú?
Gist & vist
3
. Hvønn Sosialan Miðil
nýtur tú oftast?
instagram
4
. hvørjari sjónvarpsrøð
hyggur tú eftir fyri tíðina?
ongari beint nú, men eg bíði spent eftir
game of thrones og the handmaid's tale
5
. Hvør bók hevur havt
størst ávirkan á teg?
bókin við snøgga heitinum 'Jytte fra
marketing er desværre gået for i dag' hevur
haft stóra ávirkan á meg bæði fakliga,
men eisini persónliga í ein ávísan mun
6
. HVØR var TÍN BESTA
UPPLIVING í 2018?
at gerast mamma fyri fyrstuferð og so
eisini at flyta heim til føroyar eftir at
hava búð í keypmannahavn í 9 ár
7
. HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
"tað finna vit útav"
8
. Heldur tú at menniskjan
er natúrliga góð/ónd ella
eitt stað mitt ímillum?
Góð - men samfelagsliga ávirkanin
hevur ein avgerandi týdning
9
. Um tú hevði kunnað hitt
ein søguligan persón,
hvør hevði tað so verið?
rosa parks
10
. Hvør er størsta hóttanin
ímóti mannaættini?
menniskjan sjálv
11
. HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
eg hyggi ikki eftir nøkrum ávísum,
mEN HUMOr t.d. er ein sera
týdningarmikil eginleiki.
12
. HVAT STRESSAR TEG?
at koma ov seint út ígjøgnum
hurðina um morgnarnar
13
. HVAT GLEÐIR TEG?
smílið á dóttir míni, ljósar nætur
og ein nátt við samanhangandi svøvni
14
. Hvat elskar tú, at
øsa teg upp um?
eg veit ikki um eg beinleiðis elski at øsa
meg upp um tað, men vánaligt netsamband
fær eina ringa síðu fram úr mær ;)
15
. HVAT VAR SEINASTA YNSKI,
SUM TÚ FEKk UPPFYLT?
At fáa dreymastarvið
16
. HVAT ER BESTA
UPPFINNINGIN OG HVÍ?
Tað er ómøguligt at siga!
17
. HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
at keypa Súkklu og íbúð, meðan
eg búði í keypmannahavn
18
. HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
tann fríska luftin og tey tøttu sambondini
NAVN OG ALDUR:
Ann Krista í Dali, 31 ár
Ann Krista í Dali
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
Stólurin