Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 søkir eftir journalistum UM STARVIÐ Sum journalistur í Miðlahúsinum arbeiðir tú við at gera tilfar til ymisku miðlar okkara, fyrst og fremst Sosialin og in.fo. Tú dekkar tað, sum hendir og er vakthundur í samfelagnum. Tú verður partur av eini dynamiskari redaktión, sum arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur journalistiska ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú skalt hava royndir við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað, sum onnur vilja halda dult. Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og talu og duga at skriva lætt og livandi og gott føroyskt mál. Arbeiða í toymum VIT VÆNTA: • at tú brennur fyri tíðindaflutningi • at tú hevur dirvi og áræði í tínum arbeiði. • at tú ert málsliga væl fyri • at tú hevur góðan telduførleika • at tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt • at tú dugir at halda høvdið kalt • at tú hevur høgt trúvirði og góðan kritiskan sans • at tú dugir at arbeiða undir trýsti • at tú dugir at gera av, hvat er viðkomandi tíðindaflutningur • at tú ert klár/ur, tá ein søga skal forteljast VIT BJÓÐA: • Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss • Møguleika fyri í stóran mun at skapa tín egna arbeiðsdag • Góðar starvsfelagar • Eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin dagur er líka • Eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í føroyska samfelagnum • Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn. LØN OG SETANARTREYTIR Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt sambært avtalu. Hevur tú spurningar kanst tú ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum á 216409 og eirikur@sosialurin.fo Umsóknir skulu sendast til eirikur@ sosialurin.fo Um Miðlahúsið Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar ferðir um vikuna, mándag, mikudag og fríggjadag. Mikudag verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Tíðindi á FM1 verða send gerandisdagar klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan 17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í Miðlahúsinum starvast um 25 fólk. – at byrja skjótast gjørligt í fulltíðarstarvi