Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 2019síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. februar 2019 · Nr. 18 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ford Focus er valdur til ársins bil í Danmark. Hesin nýggi er fjórða genera­tión, síðan Focus fyrstu ferð kom á mark­ naðin í 1998. Fyri 20 árum síðan bleiv Focus valdur til ársins bil í Evropa í 1999. Grundgevingin fyri at velja Focus til ársins bil er, at tað er eydnast at sam­eina komfort og sera góð­ar koyreginleikar, sam­stundis sum trygdin er í há­sæti, og prísurin er av­gjørt kappingarførur. Nýggi Focus er bæði longri og breiðari enn forgangarin, og aksil­frá­ støðan er størri. Hetta gevur betri beinpláss, ser­ liga við baksterini. Focus er kendur fyri sínar góðu koyri­egin­ leikar, og nýggi Focus er upp aftur betri at koyra í enn forgangarin. Hetta merkist væl undir koyr­ ing. Focus er fyrsti Ford í Evropa við head-up dis­ play, ið hjálpir bil­førara­ num við at halda eygað við koyribreytini, sam­ stundis sum hann fær tær ymisku upplýsingarnar í sýnsfeltinum. Bilurin hevur nógvar innbygdar trygdar­skipanir sum t.d. adaptivan fartpilot, vogn­ banasentrering og eina skipan sum heldur eygað við at bilførarin er vakin. Hvat útgerð viðvíkur fæst nýggi Focus í út­ gávun­um: Trend, Titani­ um, Vignale og ST-line við senk­aðum undirvogni og størri felgum. Umframt Focus Active við hægri frí­hædd fæst Focus eisini sum stationcar. Bensinmotorarnir eru: 1,0 EcoBoost við ávikavist 100 og 125 hk. 1,5 EcoBoost við ávikavist 150 og 182 hk. Diesel­motorurin er ein 1,5 TDCI við 120 hk. Seinni koma eisini aðrir motorar við í programmið. Nýggi 8-trins automatgearkasin rigg­ar sera væl til bilin, og skftir so at siga uttan at tað merkist. Focus kann síggjast og royn­ast hjá P/F Wenzel. Prísur úr kr. 249.000. Lagt til rættis: Magnus Gunnarsson VINNUØKIÐ VELBASTAÐVEGUR ÁRSINS BILUR Í DANMARK 2019 FORD FOCUS: