hósdagur 14. februar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað var væntandi, at løgmaður fór at
geva Framsókn sessin í Mentamálaráð
num, samstundis sum Tjóðveldi varð
leskað við einum parti av málsøkinum,
sum Rigmor Dam hevði sum menta
málaráðfrú.
Tá Javnaðarflokkurin er so nógv
tódnaður síðani valið, so hevði tað ikki
hóskað seg, at flokkurin valdi sær nýtt
fólk úr egnum flokki í ráðið fyri Rigmor
Dam – serliga havandi í huga, at Fram
sókn misti forkvinnusessin í Løgtingsins
fríggjarnevnd.
Men alt er politikkur. Tað eru hesi val
ini, sum samgongan hevur gjørt, eisini.
Fyri Javnaðarflokkinum hevur tað sum
so einki at siga, um flokkurin hevur eitt
landsstýrisfólk færri restina av valskeið
num. Rigmor Dam verður valla gloymd
fyri tað, um hon ikki situr í Mentamálar
áðnum. Hon hevur sína taburett í Løg
tinginum. Hinvegin liggur leiðin hjá
henni opin aftur í Mentamálaráðið,
skuldi Javnaðarflokkurin verið partur av
samgonguni aftan á løgtingsvalið.
Tjóðveldi fær pyntað seg eitt sindur
við at umsita mentamál. Í prinsippinum
hevur tað ongan týdning – um enn
kanska fyri tjóðskaparliga samleikan hjá
Tjóðveldi, sum ofta kallar mentanina
sítt hjartabarn.
Tann sum fær mest burtur úr hesum
er Framsókn. Eitt landsstýrisfólk afturat
og eitt nýtt fólk í Løgtingið, tað er ikki so
galið hjá einum flokki, sum »bara« fekk
tvey fólk vald á løgtingsvalinum. Sjálvt
um Hanna Jensen ikki fær gjørt nakað
serligt, sum Rigmor Dam ikki hevði
ætlað, so fær hon markerað seg sum
landsstýrisfólk og harvið kanska sum
arvatakaran eftir Poul Michelsen.
Ruth Vang hevur skapt sær sítt image
sum tingkvinna, og tað svitast ikki fyri
tað, um hon hevur mist sessin sum for
kvinna í fíggjarnevndini, sum ongan
politiskan leiklut hevur eftir fyri
løgtingsvalið.
Alt í alt ein umskipan í landsstýri
num, ið sum so ongan skalar, men sum
gevur samstarvsflokkunum hjá løg
manni størri lendi at markera seg á – og
sum gevur Framsókn møguleikan at
marknaðarføra ein nýggjan ungan ting
mann.
Tilsamans kann hetta merkja, at vit
ikki skulu rokna við løgtingsvali fyrr
enn leygardagin 31. august 2019.
Báðir partar fingu – og valið er útsett
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
15. FEBRUAR 2019
Í gjár 14. februar høvdu Johan og Esther
Restorff í Havn diamantbrúdleyp. Tey
hava verið gift í 60 ár.
Johan er úr Havn, sonur Mariu og
Christian Restorff á Hotel Hafnia, Esther
er úr Fuglafirði.
Johan Restorff er ein kendur maður í
Havn. Ein býarmynd. Hittir tú útlending,
sum kennir ein føroying, so er tað Johan
Restorff. Altíð blíður og tosar við øll. Enn
síggjast tey bæði so nýforelskað hond í
hond í Havnargøtum.
Tey áttu fýra børn. Christian, ið doyði
sum smádrongur, Katrin, sum eigur fleiri
kendar fótbóltsspælarar, Jan, sum er
ímyndin av Michelin-matstovuni Søllerød
Kro í Danmark, og Martin, sum er stjóri á
nýggja Hilton-hotellinum í Havn, Hotel
Atlantic, sum letur upp næsta ár.
Gift í seksti ár
JOHAN OG ESTHER
Aslaug og Danjal
av Rana gift í 70 ár
Nøvn síða 22-23
Jógvan á Høvda
num til minnis
Nøvn síða 23
Bilsmiðurin Hans Jacob
Kollsker í Hoyvík fylti í
gjár, 14. februar, 60 ár
Hans Jacob er upprunaliga
eiðismaður, føddur á Eiði í
1959. Hann er sonur Elin
borg, f. Kalsoy, og Tórald
Kollsker, fyrrverandi pant
ifúta. Tey eru farin, men
vóru bæði av Eiði. Hans
Jacob hevði tveir eldri
brøður, Terja og Eyðstein,
sála.
Báðir abbarnir hjá Hans
Jacob vóru løgtingsmenn.
Jóhan Kallsoy, løgtings
maður fyri Sjálvstýris
flokkin, og Hans Jacob
Poulsen, sum hann er upp
kallaður eftir, var fyrsti
tingmaður hjá Javnaðar
flokkinum í Eysturoy.
Hann doyði tó árið eftir
hann varð valdur á ting, í
1937.
Hans Jacob er uppvaksin
á Traðarvegnum í Havn.
Hann lærdi til bilmekanik
ara hjá Jonhardi Brøðraberg í Gunda
dali. Seinni fór hann á maskinmeistara
skúla og er útbúgving maskinmeistari.
Hann hevur altíð havt stóran áhuga
fyri motorakførum og fekk sær tíðliga
egnan bilverkstað, fyrst saman við Kurt
Dal-Christiansen, og í nógv ár hevði
hann egið plátu- og lakeringsverkstað.
Hann bygdi nýtt nýmótans verkstað
á Sandvíkarhjalla, ið umboðaði kore
ansku SsangYong bilarnar. Fyrtøkuna
seldi hann fyri góðum ári síðani til
Waag & Co.
Hans Jacob er giftur Heidi f. Petersen
úr Havn, og saman eiga tey dreingirnar
Teit og Rók. Hans Jacob eigur eisini
børnini: René, Rannvá, Trónd og Tórald
– og abbabørnini eru fýra í tali.
Hans Jacob Kollsker seksti
Hans Jacob Kollsker saman við konuni Heidi á verkstað
inum á Sandvíkarhjalla, sum í fjør varð selt Waag & Co