hósdagur 14. februar 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
3
Framsókn fekk
fyri miss
-Tjóðveldi fyri
støddina
Eftir drúgvar samráðingar er samgongan
klár til tað, sum er eftir av valskeiðinum
ÁRNI GREGERSEN
T
að tók sína tíð, men nú
er samgongan til reiðar
til tað, sum er eftir av
hesum valskeiðinum.
Hanna Jensen, Framsókn, er
nýggj landsstýriskvinna og skal
taka sær av undirvísing og gransk
ing. Hin parturin av mentamálum,
sum lógu eftir Rigmor Dam, fella
til Tjóðveldi. Tað verður Høgni
Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sum
fer at umsita hesi málini.
Styrkimunurin millum teir
tríggjar samgonguflokkarnar
gjørdi helst, at Javnaðarflokkurin
noyddist at lata eitt sindur. Flokk
urin er tódnaður úr átta til seks
tinglimir síðani samgongan var
skipað.
Framsókn noyddist at gjalda
ein prís og missa formannin í fíggj
arnevndini, tí Kristin Michelsen,
borgarstjóri á Tvøroyri, var koyrd
ur úr Javnaðarflokkinum.
Tað hevði við sær, at andstøðan
vildi velja nýggjan formann í
fíggjarnevndini fyri Ruth Vang,
Framsókn. Nýggjur formaður er
Bárður á Steig Nielsen, formaður
í Sambandsflokkinum.
Fyri hetta fekk Framsókn und
irvísingarál og gransking. For
kvinnan í mentunnarnevndini
hjá Løgtingum, Hanna Jensen,
umsitur hetta, tað sum eftir er av
valskeiðnum.
Enn er ikki avgjørt, hvør tekur
við sum formaður í mentannar
nevndini eftir Honnu Jensen.
Tjóðveldi fekk so mentamál
og tað verður formaðurin, Høgni
Hoydal, sum fer at umsita tey.
Onki nýtt aðalráð verður sett
á stovn. Hanna Jensen og Høgni
Hoydal fara framvegis at brúka
aðalráðið í mentamálaráðnum.
-Vit samdust rættuliga skjótt
um, at tað ikki hevði verið skilagott
at sett eitt landsstýrisfólk
afturat, sigur Høgni Hoydal,
varaløgmaður.
Við hesum flytingum kann
samgongan halda fram. Framsókn
fær ein nýggjan tingmann, meðani
restin ikki flytur seg nakað serligt.
Nýggi tingmaðurin fyri Fram
sókn verður hin 24 ára gamli
Bjarni Petersen.
Mál at avgreiða
Samgongan situr eftir øllum at
døma til endan av august, tá ið væl
skal vera, tí tá eru fýra ár farin.
Sjálv samgongan telir 15 ting
limir, meðan andstøðan hevur 16.
Tað sum ein partur av samráð
ingunum í seinastuni hava gingið
út uppá fyri samgonguna, er at
tryggja, at tað ber til at fáa minst
17 atkvøður fyri teimum málum,
sum hon hevur sett sær fyri at
gjøgnumføra.
Samgongan hevur ein trúgvan
stuðul í uttanflokkatingkvinnuni
Sonju Jógvansdóttir, sum annars
er á veg inn í Tjóðveldi.
Hin leysgangarin í tinginum
er Magni Laksáfoss, sum var í
tingbólkinum hjá Sambandsflokk
inum, men nú er uttanflokkating
maður. Hann hevur stuðlað sam
gonguni av og á.
Triði leysgangarin er fyrr
verandi limurin í tingbólkinum
hjá Javnaðarflokkinum, Kristin
Michelsen.
Han var koyrdur úr tingbólkin
um og hevur síðan arbeitt saman
við andstøðuni.
Nú er so spurningurin um, hvør
fer at stuðla samgonguni í teim
um málum hon hevur sett sær
fyri at raðfesta. Verður tað ein
fastur stuðul ella er avtala gjørd
um ymisku uppskotini, sum koma
í tingið áðrenn seinasta framløgu
dagin 28.februar. Hendan dagin,
skal umsitingin hjá Løgtinginum
hava uppskotini.
Skulu uppskot leggjast fyri
tingið eftir hendan dag, mugu í
minsta lagi 17 tingfólk loyva hes
um og skriva undir.
At talan er um nógv uppskot
sæst á listanum her á síðuni. Her er
talan um stór lógaruppskot, sum
krevja gjølla viðgerð í nevndum.
Landsstýrið fer í næstu viku at
hava tíðindafund um, hvussu ætl
anin er at fremja hesi uppskotini.
Mál at fremja í hesum
valskeiðnum:
At seta ferð á nøkur yvirtøkumál.
At niðurrinda skuld, sum fellur til gjaldingar í juni.
Talgildi samleikin.
Nýggjan listaskúla á Sandi.
Vælferðarlógin.
Bústaðarpakkin.
Margfeldislógin.
Lóg um veiðigjald.
Húsarhaldsskúlin í Klaksvík.
Ítróttarháskúlin í Vági.
Eftirskúli á Tvøroyri.
At fáa longt barnsburðarfarloyvið við tveimum vikum.
Hjálparfólkaútbúgvingin.
At seta borin í Dalstunnilin og Hvalbiartunnilin.
Hanna Jensen , Framsókn, er nýggj landsstýriskvinna
og tekur sær av undirvísing og gransking.
Tjóðveldi fær mentamál og tað verður formaðurin,
Høgni Hoydal, sum fer at umsita tey.
Løgmaður hevur fingið sett samgonguna saman aftur, hóast hon formliga bert telir 15 tinglimir