hósdagur 14. februar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
4
Tað er stuttligt sum føroyingur at hoyra
um, at aðrir føroyingar klára seg væl úti
í heimi.
Í hesi vikuni hevur Bogi Eliasen
fingið eina altjóða viðurkenning fyri
sítt arbeiðið innan heilsutøkni og fyri
síni evnir at byggja brýr millum ymisk
fakøki.
Hann fór til Orlando í Florida at taka
móti heiðurslønini. Í fjør kom hann ann
ars á ein lista við 50 nøvnum, sum tald
ust millum tey fremstu á økinum og í ár
bleiv hann so heiðraður.
Hendan vikan hevur í stóran mun
vedrið merkt av politiskum maktspæli.
Samgongan, sum ikki telir 17 fólk, er
noydd at samráðast um øll mál, sum hon
vil hava samtykt í tinginum.
Fyri at gera seg kláran til teir seinastu
mánaðirnar í hesum valskeiðnum, so
noyddist samgongan fyrst at semjast um,
hvørji mál skuldu raðfestast fremst. Síð
ani var neyðugt at gera avtalur við onnur
um undirtøku fyri hesum málum.
Hetta sær út til at vera komið uppá
pláss, so hósdagin var eisini semja gjørd
um, hvør skal lyfta málsøkini, sum lógu
eftir Rigmor Dam, tá ið hon fór frá, sum
landsstýriskvinna.
Hetta er altíð torført, tí millum politik
arar er tað soleiðis, at tað altíð er ein
spurningur um at tapa ella vinna.
Framsókn vildi hava okkurt afturfyri,
at flokkurin misti formansskapin í fíggj
arnevndini. Tóðveldi vildi eisini hava
okkurt, tí flokkurin nú er størstur í ting
inum, meðan Javnaðarflokkurin helst
mátti missa, tí tingbólkurin er minkað
ur við tveimum tingfólkum, síðani sam
gonguskjalið var undirskrivað.
Tað endaði við, at Hanna Jensen skal
umsita undirvísingarmál, men at Tjóð
veldi, so fær mentamál tað, sum eftir er
av valskeiðnum. Tað verður formaðurin
sjálvur, Høgni Hoydal, sum fer at umsita
mentamálini.
Ája!
Hjá okkum fótbóltsnørdum nærkast
aftur tíðin, tá ið vit sleppa at síggja før
oyskan fótbólt aftur. Kappingin byrjar
longu á Grækarismessu og stutt eftir
eru fyrstu landsdystirnir.
Sjónvarpsrásirnar geva okum eisini
fótbóltsundirhald. Champions League
er komin í gongd aftur og í ensku kapp
ingini økist spenningurin.
Vit sum halda, at Manchester United
er felagið, fegnast um at norski venjarin
hevur fingið spæligleðina innaftur í hóp
in og fingið nøkur sera góð úrslit.
Kortini vísti Champions Lerague, at
mótgangur er ein partur av spælinum.
Superliðið úr Paris setti alt uppá pláss í
fyrra dystinum á Old Trafford.
Og
fyri
at
halda
fram
í
ítróttarheiminum, so nærkast finalurnar
í hondbólti og flogbólti her hjá okkum.
So okkurt er at gleða seg til.
Ein lítil mánaður er til Grækarismessu,
tá ið tjøldrini koma – og samstundis
verður ljósari.
Jú veturin var
kanska ikki
so langur
hesaferð.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Also hví skal KÍ á
venjingarlegu uttanlands? Tað er nóg
ringt at fáa allan hópin inn í landið
Nýggi flokkurin
“Framtakið fyri rættinum
at velja kannabis”
handaði hósdagin
Innlendismálaráðnum
undirskriftirnar, sum
merkja, at flokkurin kann
stilla upp til komandi
løgtingsval
Løgtingið samtykti
týsdagin, at vit
skulu hava eina
varskógvaraskipan
fyri tey, sum
arbeiða í almennu
fyrisitingini og varnast
okkurt óregluligt á
arbeiðsplássinum
Tað skal eftir ætlan
vera koyrandi gjøgnum
tunnilin til Dals um fýra
ár. Øll verkætlanin verður
mett at kosta millum 75-
85 milliónir krónur
Fótbóltsspælarin Sonni
Ragnar Nattestad
møtti ikki upp í máli
um neyðtøku, sum
hann var høvuðsvitni
í. Hann raðfesti ein
venjingardyst við
nýggja felagi sínum, og
málið er nú útsett
Byrgingin um
Haraldssund skal
verða gjørd liðug
sum skjótast,
staðfesti Heðin
Mortensen,
landsstýrismaður í
Samferðslumálum
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fleiri føroyingar búðu í
Føroyum 1. januar 2019 í mun
til 1. januar 2018
883
Grønur
1 við liti millum gult og blátt, við liti á (grógvandi)
grasi, grønlittur, (tilt.) koma aftur á grønt
gras, sí gras; undir grønu torvu, sí torva 1
2 ungur, óbúgvin, tú ert ungur og grønur
3 sum ikki dálkar umhvørvið,
umhvørvisvinarligur, grønur búskapur; grøn
avgjøld avgjøld áløgd fyri at dálka
umhvørvið; grøn orka; sbr. burðardyggur; Tey
grønu (stjm.) politiskur flokkur ið arbeiðir fyri at
verja umhvørvið og náttúruna (móti dálking);
Tað fekk sinni í kók hjá nógvum, tá Jacob
Vestergaard frá Fólkaflokkinum varð endurgivin
fyri at hava sagt, at føroyska Co2 útlátið ongan
mun ger í heimshøpi. Síðan tá hevur nógv kjak
verið um grøna orku og grønan veðurlagspolitikk.
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Týsdagin
19. februar verður
náttúrufyribrigdið
supermáni
Sæð á Facebook:
Øll tosa um veðurlagið,
men eingin fær gjørt nakað
við tað
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind,
10 til 15 m/s, eina løtu skrið ella
stormur, 18 til 23 m/s, upp í 25 m/s.
Út á dagin fer hann í ein vestan og
makar í andøvsgul upp í ein strúk í
vindi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og támut
og stundum regn, men seinnapartin
klárar í av vestri, tó okkurt æl. Um
kvøldið og náttina minkar hann vindin
í lot til andøvsgul av vestri, 7 til 7
m/s. Samdrigið og yvirhøvur turt.
Hitin um dagin umleið 9 stig, um
náttina millum frostmarkið og 5 stig.
18-23 m/s
8-13 m/s
8-13 m/s
LEYGARDAGIN
FRÍGGJADAGIN
SUNNUDAGIN
Lot til andøvsgul av vestri, sum
lækkar í ein sunnan, 2 til 7 m/s,
og út á seinnapartin veksur vindin
aftur. Sólglottar og yvirhøvur
turt. Um kvøldið og náttina
øtlar hann vindin í andøvsgul
upp í ein strúk í vindi, 8 til 13
m/s. Skýggjað og támut og regn
meginpartin av náttini. Hitin alt
samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi
av suðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur
skýggjað og támut og stundum
regn. Út á dagin klárar hann í, tó
okkurt æli. Hitin um dagin umleið 8
stig, um náttina millum 3 og 6 stig.