hósdagur 14. februar 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
5
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Aksel Berg, 22 ár Giftur,
1 barn, Læknalesandi.
Fyri meg, sum kristin, er Mið flokk
ur einasti flokk ur, sum eg kann
hava fult álit á í Løg ting in um.
Eg valdi at gerast virkin í Ung fyri
Miðflokkin í 2013, tí eg ynski at
verða ein partur av einum felags
skapi, sum arbeiðir fyri góðum
polit iskum virð um og sum lærir
onn ur ung trúgvandi, at tað er OK
at standa upp móti nútíðar rák in
um.
Um vit ikki taka okkara kristnu
virðir við okk um, tá vit fara at
atkvøða til Løgtingsvalið, so hava
vit svikið okkara ábyrgd.
Tað er av alstóran týdning, at tú ikki setir krossin við ein av hesum sam gongu flokk
un um, sum hava broytt hjúnabandslógina, arbeiða fyri fría fosturtøku í Føroyum
og ynskja at LGBT og Amnesty skulu hava meira ávirkan í fólkaskúlanum, meðan
kristin dómurin fær minni ávirkan.
Tí fari eg sjálvandi at atkvøða fyri Miðflokkinnum til komandi løgtingsval.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
SITAT
Táið eg síggi himmal Tín
- verk fingra Tína - mánan og stjørnurnar,
ið Tú hevur gjørt, hvat er tá menniskjað,
at Tær kemur tað í hug
(sálm 8.4 og 5).
Veðurlagsbroytingarnar- meira enn tos
Meðan nógv verður tosað um veðurlagið, CO2 útlát, veðurlagsbroytingar, dálk
ing, útlitini fyri komandi ættarlið v.m. og ráðstevnur verða hildnar á nærum hvørj
um horni, so sæst lítið til viljan at gera nakað munagott í tí dagliga. Men eitt er í
hvussu so er 100% vist, at:
*Byrja vit ikki í tí smáa, í heimunum, á arbeiðsplássum, í skúlum og stovnum,
so verður langt á mál.
Vit kunnu taka eitt dømi, vit øll kenna: vitjan hjá læknanum. Har slepst ikki undan
at skriva undir eitt skjal, sum prógvar, at tú hevur verið í viðtaluni. Sjálvandi, sigur
tú, ”annars fær læknin onga løn”. Men so er ikki. Tí tí tá dagurin er liðugur, bera
tey øll hesi undirritaðu skjølini inn í goymslurúmið, har tey verða liggjandi í fimm
ár, síðani destrueraði!
Læknaviðtalurnar eru bert eitt av mongum dømum, tí spyr tú, so er neyvan nakar
arbeiðstakari, sum ikki kennir til sama ørskap, tað verði seg í skúlum, bankum,
vinnuvirkjum o.m.ø.
Eitt annað dømi um veruleikafjaran politik er, at politikarar úr øllum heiminum
flúgva til fjarastu krókar heimsins, fyri at møta hvør øðrum og síggja feskastu
klima elvdu veðurlagsbroytingarnar. Hetta gera teir, uttan at taka minstu atlit til,
at júst óneyðugu flogferðir teirra við stórum fylgi, eru ein stór orsøk til júst hesar
broyt ingar. Samskiftu teir heiman, við møguleikunum nútíðar tøknin bjóðar,
høvdu úrslitini neyvan verið verri, men heimurin og umhvørvini høvdu verið væl
reinari.
Tí mælir Miðflokkurin fyrst og fremst til tættari samstarv millum orð og gerðir.
Háfloygd ar ætlanir og ynski um at steðga eini oljuvinnu, sum als ikki er í námind
av at byrja, bjarga ongum, eins lítið og ráðstevnur runt heimin allan. Men tað ger
miðvís frálæra fyri komandi ættarliðum, um vandamiklu dálkingina, heilt frá
grund skúlanum av!
Sjálvandi skulu vit stuðla øllum skilagóðum royndum at verja umhvørvið, bæði her
hjá okkum og alheims. Tó er neyðugt at nógvu myturnar, ið hoyrast, verða gransk
að ar ella avlívaðar. Eit dømi eru ymisku uppáhaldini um, hvussu vandamikil fram
leiðsl an av battaríum, ið skulu avloysa oljuna, er.
Vangamynd
torshavn.fo/byggisamtyktir
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 31. januar 2019 uppskot um at
broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri
matr.nr. 138a – økið við Dalin Langa í Hoyvík.
Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta ein part av A3,
bústaða- og miðstaðarbygging til D1, fríøki í almennu byggisamtyktini
fyri Tórshavnar kommunu. Í sambandi við nýggja bústaðar útstykking
á Stórubrekku við tí fyri eyga, at tryggja eitt grønt umhvørvi millum
býlingarnar Stórubrekku og Myllutjørn.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina
fyri Dalin Langa, liggur frammi á torshavn.fo/byggisamtyktir og í
Snarskivuni frá 14. februar 2019 til 28. mars 2019.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar
kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 28. mars
2019.
Broyting í byggisamtyktini
fyri matr. 138a, Hoyvík
B4
C1
D2
III
A3
D1