hósdagur 14. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 19
6
ÓLUVA NATTESTAD
S
øgan um Robert Thom
sen vitnar um, at ein
faldar
dygdir
sum
arbeiðssemi og trúfesti
kunnu løna seg og føra nógv
við sær. Aftaná at hava starvast í
somu fyritøku í nærum tvey ára
tíggju er bert 37 ára gamli Robert
Thomsen settur í starv sum
samtaksstjóri fyri rakstur og HR
í Arp-Hansen Hotel Group, sum
er størsta hotelketa í Danmark
mált upp á umsetning.
Tað hevur kravt nógv arbeiði
at koma hartil, men Robert
hevur ongantíð ligið á løtu
síðuni. Barnaskógvarnar sleit
hann í kioskini hjá móðurini
Mary Thomsen, sálu, beint við
fótbóltsvøllin í Norðragøtu, har
hann longu sum smádrongur
slapp at hjálpa til. Á tann hátt
kom tænastuhugurin og virkis
fýsni so at siga inn við móður
mjólkini.
– Mamma mín var øgiliga
ágrýtin og virkisfús, og av tí
sama sá eg nógv upp til hana.
Hon setti krøv til mín frá eg var
heilt ungur. Eg minnist til dømis,
at hon legði serliga stóran dent
á, at eg var tænastuhugaður,
og at eg tók arbeiðið í álvara.
Eg skuldi síggja hampiligur
út og so framvegis. Hjá mær
var tað var bara ein partur av
gerandisdegnum at hjálpa til í
kioskini, men tað at eg byrjaði
tíðliga at arbeiða og slapp at fáa
ábyrgd, tað hevur havt stóran
týdning fyri meg, sigur Robert
og heldur fram.
– Eg lærdi nøkur grund
leggjandi ting, og at tað var
umráðandi, at man altíð gjørdi
sítt besta. Sjálvt um tað er
stórur munur á at standa í
einari kiosk í Norðragøtu og
einum fýrastjørnaðum hotelli
í Keypmannahavn, so eru somu
treytirnar galdandi óansæð,
hvat starv tú hevur ella hvørjari
vinnu tú ert í.
Aftan á 8. flokk fór Robert
niður til Danmarkar á eftirskúla
at gera fólkaskúlan lidnan.
Fyrst gekk hann sum fleiri aðr
ir føroyingar á Frydensberg í
Mariager, ið hoyrir undir hvítu
sunnurørsluna. Hereftir gekk
hann eitt ár á kristna eftirskúla
num Alterna. Partur av skúla
gongdini var, at næmingarnir
sjálvir skuldu arbeiða fyri at
spara upp til uttanlandsferðir.
– Tað var umráðandi, at for
eldrini ikki skuldu gjalda ferðina
fyri okkum. Tí arbeiddi eg einar
tríggjar mánaðir á flakavirki
num í Gøtu fyri at spara upp
til eina ferð til Suðuramerika.
Tað var sunt hjá mær at koma
vekk heimanífrá og blíva meira
vaksin.
Frá tænara til hotellstjóra
Robert fór tó heim aftur til Før
oyar í 1998 at taka HF-útbúgving
í Kambsdali. Í 2000 bleiv hann
liðugur, og sama ár flutti hann
niður at lesa pedagogik og sálar
frøði á universitetinum í Keyp
mannahavn. Við síðuna av les
naðinum arbeiddi hann sum
tænari á hotellinum 71 Nyhavn.
Robert ímyndaði sær, at hann
skuldi arbeiða við børnum, men
aftan á bert eina lestrarhálvu
visti ungi gøtumaðurin, at hann
skuldi okkurt annað.
– Hotellvirksemi kveikti
okkurt í mær tá, so eg gavst at
lesa og byrjaði at arbeiða fulla
tíð sum tænari. Tað kom tó til
tað, at eg mátti taka støðu til,
um eg vildi í læru sum tænari
ella um eg skuldi fara ein annan
veg. Tá fann eg útav, at eg vildi
meira og eg var forvitin eftir
at sleppa at royna okkurt nýtt
innan hotellvirksemi.
Aftan á síðulopið frá lesnaði
num hevur tað bara gingið ein
veg hjá Robert – uppeftir. Aftan
á nøkur ár í tænarastarvinum
bjóðaði hann seg fram at fáa
vaktir í hotellmóttøkuni, og
arbeiðið var at byrja við sjálv
boðið. Robert lærdi skjótt
mannagongdina og bleiv eftir
eina tíð reseptionistur og seinni
reseptiónsstjóri.
Eftir at hava starvast á 71
Nyhavn í átta ár bleiv hann
varastjóri á hotellinum, og
kom sostatt í læru hjá hotell
stjóranum. Her førleikamenti
hann seg sum leiðari, og sum bert
29 ára gamal bleiv hann sjálvur
stjóri á minsta hotellinum í sam
takinum, Hotel Opera.
Vendi milliónaundirskoti
Frá Hotel Opera arbeiddi hann
seg víðari uppeftir og fekk al
samt meira ábyrgd. Í 2011 slapp
hann veruliga at prógva sín
dugnaskap, tá hann fekk til
uppgávu at standa á odda fyri at
venda gongdini á fýrastjørnaða
Imperial Hotel, sum tá gav
milliónaundirskot. Tað innibar
millum annað at koyra 35 fólk.
– Matstovan hjá okkum gav
stórt undirskot, so vit koyrdu øll
starvsfólkini og fingu ein uttan
hýsis veitara at reka hana. Tað
var ein lítið hugalig, men neyðug
avgerð. Tað sum var umráðandi
fyri meg var, at vit fingu útveitt
tær uppgávurnar, sum ikki vóru
partur av kjarnuvirkseminum,
sum er at veita kømur til kundar
okkara.
Úrslitið varð betrað við 72
prosentum bara í tíðarskeiðnum
2011-2014, og síðan hevur positiva
gongdin hildið fram. Sostatt
bleiv milliónaundirskotið vent
til stórt yvirskot.
Í fjør summar kom Robert
í ovasta leiðslulagið hjá Arp-
Hansen Hotel Group. Formliga
heiti er COO, Chief Operating
Officer, sum kann umsetast
til samtaksstjóra við ábyrgd
fyri rakstur og HR. Nú situr
hann á høvuðsskrivstovuni
og er við til at menna og
leggja langtíðarætlanir
fyri samtakið, sum í dag
umfatar 13 hotell við
4.350 kømrum og millum
800 og 1000 starvsfólk.
Nýggjar avbjóðingar
F e r ð a v i n n a n
í
Danmark og serliga
Keypmannahavn er
í stórum vøkstri, og
hendan gongdin førir
bæði møguleikar og
avbjóðingar við sær.
Alsamt fleiri fólk gista
á hotellum, og prísirnar
eru seinastu árini farnir
stútt upp, hóast stórir
Robert Thomsen:
– Bert 37 ára gamal bleiv gøtumaðurin Robert Thomsen
samtaksstjóri við ábyrgd fyri rakstur og HR í størstu
donsku hotellketuni, Arp-Hansen Hotel Group, har
hann hevur arbeitt nærum helmingin av lívinum
TÆNARIN
SUM BLEIV
SAMTAKSSTJÓRI
Ein ungur
Robert á veg til
Suðuramerika
PERSÓNSSØGA: Robert Thomsen