Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. februar 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 15. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 19 7 kapp­ing­ar­neytar sum AirBNB eru kom­nir á mark­ naðin. Í 2020 verður hotell­virk­semið í Keyp­manna­havn víðkað við ein­um 5-6000 kømr­um, sum er ein vøkstur upp á sløk 50 pro­sent. Ein av størstu upp­gávun­um, sum Ro­bert er settur at loysa, verður at fáa nóg mikið av starvsfólki til at røkja ymsu upp­gávurnar í hotell­virk­seminum. – Í hesari vinnuni er nógv út­skifting í starvsfólki, og har­afturat er arbeiðsloysið í Dan­mark somikið lágt, at tað verður ein stór avbjóðing at manna øll størvini, sum fara at koma afturat komandi árini. Vit merkja longu nú, at stórur grav­ gangur er eftir starvsfólki, og tí hava vit lagt eina heilt nýggja ætlan fyri, hvussu vit framyvir marknaðarføra okkum sum fyri­tøka, sigur hann og heldur fram. – Inntil nú hevur mark­naðar­ føringin havt til endamáls at fáa fleiri fólk at gista hjá okkum og at økja umsetningin, men nú fara vit at gera nógv meira burturúr Employer Branding, sum merkir, at Arp-Hansen skal profilerast sum eitt gott arbeiðspláss við góðum umstøðum og við møgu­ leika fyri at arbeiða seg uppeftir. Í nýggja starvinum sum sam­ taksstjóri hevur Robert ásannað, at tað krevst meira arbeiði at fáa síni hugskot ígjøgnum, tá man situr á ovastu rók í stórari fyri­ tøku – Tá eg var stjóri á Imperial, var eg tann ovasti har, og sjálvt um eg hevði eina leiðslu oman fyri meg, hevði eg ofta síðsta orðið. Nú skal eg hava 12 stjórar at keypa míni hugskot, og tað er tað torførasta í mínum nýggja arbeiði. Ting taka longri tíð at seta í verk, tá man situr í ovastu leiðslu­ni í eini fyritøku sum okkara. Blívi við so leingi eg kann gera ein mun Robert Thomsen hevur nú starvast hjá Arp-Hansen Hotel Arp-Hansen Hotel Group er størsta hotellketan í Danmark mált upp á umsetning. 4.350 kømur eru á teimum fyribils 12 hotellunum í Keypmannahavn og tí eina í Aarhus. Í 2020 verður víðkað við 270 kømrum. Í fjør kundi Arp-Hansen vísa fram higartil besta úrslitið við einum umsetningi upp á 1,2 milliardir krónur og eitt yvirskot upp á 286 milliónir krónur fyri roknskaparárið 2017. Starvsfólkatalið er árstíðarbundið, og svingar millum 800 og 1000 fólk. Fakta um Arp-Hansen Hotel Group: 71 Nyhavn har Robert Thomsen byrjaði hjá Arp- Hansen Hotel Group sum tænari í 2000 Robert Thomsen